Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN Pensjónsbólkurin hevur fund hvørja viku og skal vera liðugur um hálvan mai Árni Gregersen Eitt av teimum trimum høv­uðs­ málunum, sum landsstýriskvinnan við almannamálum, Eyðgunn Sam­ uelsen, Javnaðarflokkurin, arbeiðir við, er ein nýggj pensjónsskipan. – Hetta málið skal loysast nú. Vit vita, at vit gerast fleiri gomul og færri á arbeiðsmarknaðnum so hetta skal fáast uppá pláss nú. Eyðgunn Samuelsen, lands­ stýris­kvinna, hevur sett ein pen­ sjóns­bólk at arbeiða við hesum mál­inum og hann skal vera liðugur við arbeið sítt um hálvan mai. Uppgávan er bæði at gera ein pensjónsskipan, men uppgávan er eisini at leggja hetta so tilrættis, at haldføri fæst í føroyska búskapin uppá langt sikt. – Eg dugi ikki enn at siga, hvørj­ um hetta endar við, men eg haldi meg vita, at flestu tingfólk eru sinn­að at finna eina loysn. Málið má loysast, sigur hon Høgra og vinstra Ein ávísur politiskur spenningur er millum borgarliga og vinstravenda partin av tingsalinum. Meðan borgarligi parturin hev­ ur víst á, at tað er rættast, at hvør einstakur borgari sparir upp til egna eftirløn, so heldur hin síðan av tingsalinum, at eitt ávíst sam­halds­ festi eigur at vera í pen­sjónunum. – Ja, soleiðis er tað og tí er tor­ ført at siga um vit fáa eina semju millum allar flokkar, men eg haldi ikki, at vit eiga at blíva við at útseta málið. Vit mugu finna eina loysn nú, sjálvt um vit ikki fáa all­ ar flokkar við í eina semju, sigur lands­stýriskvinnan. Inngjald til egna pensjóns­upp­ sparing var sett í verk fyri nøkrum árum síðani. Eitt prosent av lønini var goldið inn fyrsta árið og skuldi gjaldast eitt prosent meira fyri hvørt ár sum gekk. Hetta er ikki so í ár. Tá ið hendan samgongan tók við var hetta broytt, so inngjaldið í ár ikki fer til egna pensjón men inn í Samhaldsfasta. Hetta fyri at út­ gjaldið úr grunninum kann hækka. Grundleggjandi er hetta eitt brot við tað, sum fráfarna samgongan gjørdi. Ein onnur broyting er, at nú er grudupphæddin í fólkapensjóni fyri fyrstu ferð lækkað. 4000 uttan pensjón Í Føroyum er tað soleiðis , at tað eru millum 4000 og 5000 fólk, sum ikki hava nakra avtalu uym pensjón. Tað vil siga, at tey øll sjálvi skulu gjalda inn til egna pensjón, um hetta verður einasta pensjónin. Tey sum ikki hava avtalu eru tey, sum fáa veitingar og pensjónir frá tí almenna og ikki eru á arbeiðs­ marknaðinum. – Hesi fólkini skulu so ella so hava eina pensjón, tí tá ið tey gerast gomul, so má tað almenna taka sær av teimum á onkran hátt. Tí mugu vit tryggja teimum eina pensjón, so hetta ikki hendir, sigur Eyðgunn Samuelsen. Pensjónsbólkurin hevur havt tríggjar fundir, men skal vera lið­ ugur við arbeiðið 15. mai. Pensjónin skal upp á pláss nú Árni Gregersen Sjálvt um talan er um stórbroyting í arbeiðslívinum, so er Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin, glað fyri, at hon segði ja til at átaka sær at umsita almannaøkið. – Hetta er nakað heilt annað enn at vera tingfólk. Her skulu avgerðir takast hvønn einasta dag, sigur hon. Eyðgunn Samuelsen er sum landsstýriskvinna eisini ovasti fyri­sitingarligi leiðarin á almanna­ økinum. Tað vil siga, at hon veit, at allar avgerðir, sum verða tiknar á økinum raka beinleiðis inn í ger­ andisdagin hjá fólki. – Eitt spennandi starv, men eisini eitt starv við stórari ábyrgd, sum eg haldi eg merki hvønn einasta dag, sigur landsstýriskvinnan. Eyðgunn Samuelsen hevur sitið á tingi í mong ár, men hetta er fyrstu ferð at hon hevur átikið sær ein landsstýrissess. – Hetta er spennandi og eg iðri ikki, at eg eg tók av, sigur hon. Hon sigur, at hon hevur yvir­ tikið eitt stórt málsøki, men í aðal­ráðnum, har hon hevur sína dag­ligu gongd, er ein hópur av dugnaligum fólkum, sum eru vi at loysa uppgávurnar. – Tað ger tað møguligt, men eg má venja meg við, at alt tekur tíð og at vit allatíðina mugu tryggja okkjm, at rættartrygdin er í lagi. Tað er ein av grundsteinunum und­ ir allari skipanini, sigur hon. Førleikamenning Ein av uppgávunum, sum liggja í almannaráðnum er arbeiðs­fremj­ andi tiltøk og førleika­menning av arbeiðsstyrkini í landinum. – Okkara uppgáva er millum annað at útbúgva arbeiðsstyrkina, so tað altíð fólk til ety størv,sum samfelagið hevur tørv á. Og samlað snýr teg seg um at førleikamenna arbeiðsstyrkina, so grundstøðið hækkar, sigur hon. Í løtuni eru ikki mong arbeiðs­ leys, men nøkur eru kortini, sum ikki hava neyðugar førleikar at loysa tær uppgávur, sum liggja í sam­felagnum. – Tað førleikamenningina hjá arbeiðsfjøldini eiga vit at tryggja, sigur Eyðgunn Samuelsen. Glað fyri at hon segði ja til lands­ stýri­s­sess Eyðgunn Samuelsen er glað fyri at hon segði ja til landsstýrissessin