týsdagur 2. februar 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14
18
Sosialurin
Aksel V. Johannesen
Løgmaður
F
øroyski búskapurin hevur
viðrák
í
løtuni.
Vøkstur
og framburður eyðkennir
gongdina. Fólkatalið veksur aftur.
Arbeiðsloysið heldur á at lækka.
Hýrurnar í øllum skipabólkum
veksa.
Útflutningurin
veksur.
Skattainntøkurnar hjá bæði landi
og kommunum eru stórar. Og
samlaðu lønarútgjaldingarnar eru
øktar. Harafturat eru globalu for
treytirnar lagaligar í løtuni við
søguliga lágari rentu og lækkandi
oljuprísum.
Tað er hugaligt, at tað gongur
væl. Og nógv bendir á, at góða
gongdin heldur fram í ár. Men vit
vita av royndum, at eingin vøkstur
stendur við. Okkara búskapur er
viðbrekin. Tí er neyðugt nú í góðum
tíðum at byrgja upp fyri ringum
tíðum.
Hetta setur stór krøv til okk
um politikarar. Krøv um, at vit
ikki lata okkum bera burtur av
góðu gongdini við at brúka enn
fleiri pengar. Tíðin er til at vísa
búskaparligt varsemi. Halda aftur.
At reka ein varnan búskaparpoli
tikk, sama um krøvini til at brúka
pengar eru stór. Størsta mistakið,
vit nú kundu gjørt, er at oysa meira
olju á bálið.
Neyðugt er at raðfesta lang
tíðarætlanirnar heldur enn løtu
vinningin.
Avbjóðingarnar
Tá ið arbeiðsloysið er so lágt, er
skjótt, at fløskuhálsar taka seg
upp. Og tá er skjótt, at minni fæst
fyri pengarnar enn undir vanligum
umstøðum. Tekin eru um, at partar
av føroyska búskapinum eru heitir.
Í løtuni er neyðugt at innflyta út
lendska arbeiðsmegi, tí føroyska
arbeiðsmegin megnar ikki at nøkta
tørvin. Serliga í byggivinnuni er
virksemið so stórt, at vanligi borg
arin hevur trupult við at finna ein
handverkara, nú land, kommunur
og vinnan gera fleiri stórar íløgur.
Eitt av høvuðsmálunum hjá
samgonguni er at bøta um haldførið
í búskapinum. Búskapurin er í løt
uni ikki haldførur yvir langt ára
mál. Neyðugt er at seta varandi
tiltøk í verk fyri at fáa inntøkur
og útreiðslur at javnviga, sum frá
líður. Samgongan hevur, eftir heili
átta ár við undirskoti, megnað at
fáa avlop á fíggjarlógini. Hetta er
eitt týdningarmikið stig. Men tað
munar kortini lítið at hava avlop
eitt ár. Málið er at hava avlop fleiri
ár á rað, so at vit kunnu gjalda okk
ara skuld og leggja pening til síðis í
ein búskapargrunn. Tað er at vísa
fíggjarliga ábyrgd.
Skulu vit tryggja haldførið, er
neyðugt at stýra búskapinum við
skili. Tað merkir, at land og komm
unur í størri mun mugu samskipa
sínar íløgur og rakstur. Tað munar
lítið, um landið heldur aftur, meðan
virksemið hjá kommununum veks
ur ár undan ári.
Grundarsteinarnir lagdir
Grundarsteinarnir til einar sterk
ari og samhaldsfastari Føroyar eru
lagdir seinastu mánaðirnar. Grund
in undir føroyska samfelagnum
er styrkt. Fyri ársskiftið vórðu
fleiri uppskot samtykt á Føroya
løgtingi, sum gera gerandisdagin
liviligari hjá størri parti av okkara
borgarum. Grundleggjandi stig eru
eisini tikin ímóti javnari býti av
virðum landsins. Millum høvuðs
raðfestingarnar í heyst vóru fólk
við lág- og miðal inntøku, fíggjar
liga sperdar familjur og fólkapen
sjónistar.
Samgongan arbeiðir miðvíst
við at røkka mongu málunum, hon
hevur sett sær fyri í samgongu
skjalinum. Tí vit fremja sjálvandi í
verki tað, vit lovaðu. Komandi árini
verður millum annað nógv lagt
fyri at bøta um korini hjá barna
familjum, teimum lesandi og fyri
tíðarpensjónistum.
Vísa varsemi
Høvuðsuppgávan hjá samgonguni
í sambandi við fíggjarkarmarnar
verður at byrgja upp fyri ovur
upphiting og at bøta um haldførið
í búskapinum. Søgan vísir, at bú
skapurin í Føroyum broytist ofta.
Tað gongur ofta skjótt frá fram
burði til afturgongd. Tí verður
neyðugt at vísa varsemi. Tí ber tað
ikki til at brúka pening, sum vit ikki
hava. Fígging skal vera til øll nýggj
átøk.
Tað krevur dirvi í góðum tíðum
at halda aftur í almennu útreiðsl
unum og íløgum. Men skulu vit
tryggja okkara eftirkomarum ein
sunnan búskap, verður neyðugt at
vísa ábyrgd.
Og tað ætlar samgongan.
Varsemi er lyklaorðið
í góðum tíðum
TÍÐARGREIN
KJAK
Óluva Funding
Tórshavnar
Kommuna
nevnir
grundstykkini niðarliga á Tórgarðs
gøtu, oman móti Strandavegnum
at vera til lága bústaðarbygging.
Sum víst á longu í august 2015 –
og sum sæst – er tað upplagt, tí
grundstykkini eru 30 metrar til
longdar – og tað í frítt frásýni yvir
fjørðin og Nósoynna.
Men her verður hildið fast við
háhús, heldur enn at »taka tað har
frá« við serstakari byggisamtykt,
sum annars lovað 1. oktober av
borgarstjóranum við 4 vitnum
– tá bert útstykkjarin, sum enn
eigur niðara grundstykkið, vil
gera klausul í skeytið. Tað vildi
útstykkjarin fegin, fyri júst at
fasthalda vakra, fría frásýnið hjá
okkum við, og skriva »eittplanshús
og ikki byggjast upp fyri frásýnið
hjá omanfyri«.
Kommunan helt einki lyfti, og
er grannaklagan, sum kommunan
fekk 21. oktober, ikki svarað enn,
tann 1. februar 2016.
Brekkað er undan og í mark í
brattan, og verður enn meiri ágang
ur, tá háhúsini eru bygt upp um øll
vindeyguni og út um húsini – heilar
8 metrar upp.
Eingin fer væl, av at gera øðrum
illa – tvørturímóti.
Lág bústaðarbygging, sambært
navninum í útstykkingini og lend
inum, til fulla varðveitslu av fría
frásýninum verður til gleði fyri
borgaran um 50 ár við – og til gagn
sum granni og borgari og politikari
– tí byggingin er sera sjónlig.
»Lág bústaðarbygging« – ella háhús