Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14 Sosialurin NØVN Ein fagran summardag í 1969 stakk Hjørdis inn á gólvið. Eg var nýkomin til Føroyar at arbeiða hjá Statens Åndsvageforsorg. Arbeiðsplássið var í byrjanini í heimi mínum, og ognin hjá stovninum var ein lítil karto­tekskassi. Aftan stóðu tey, ið vóru á stovni í Danmark – okkurt um stórthundrað í tali og framman stóðu tey, ið vóru skrásett í forsorg­ ini og búðu í Føroyum – um fimti í tali. Tey fyrru kendi eg, meðan Hjørdis kendi flestøll, ið búðu í Før­oyum. Hon var álitisfólk fyri For­sorgscenter VI (Rødbygård) í Suður­streymi og vitjaði regluliga hjá teim ófulføru, ið búu heima hjá foreldrunum . Eg skuldi sleppa við henni á heima­vitjan næstu ferð. Tað var lag á manni at vitja saman við henni. Øll fegnaðust um at síggja hana, og tú legði skjótt til merkis, at hon hevði serstakar gávur at tosa við og umgangast bæði hin menningar­ tarnaða og tey avvarandi. Hon var hugfarslig, vitug, virkin og skemt­ingarsom. Hóast tíðin hjá mær í And­veikra­verndini var stutt, kendist hon sum starvs­felagi og vin­kona restina av lív­in­um. Tá játtan kom til hálva medhjálp á skrivstovuni var sjálvsagt, at heit­ ast skuldi á Hjørdis um at søkja starvið. Hetta var stuttlig og hend­ ingarík tíð. Summarið eftir var summ­ar­lega norðuri við Áir fyri øllum heima­búgv­andi, og Hjørdis var primus motor. Hetta var fyrstu ferð yvirhøvur, at slík summarlega var – og árið eftir hittust vit heima á Sandi. Væl riggaði. Øllum dámdi væl og týðningar­mikið var at hitta av­var­andi, sum komu at vitja. Tað var serligur fongur í tí, tí tey menn­ ingar­tarnaðu og teirra avvarandi sótu øll hvør í sínum heraldshorni. Sambandið oyggjanna millum var ikki sum nú. Mong fingu eisini høvi til at hittast og tosa saman. Hetta gav eisini møguleika fyri at umrøða ætlanina um eitt komandi serligt felag fyri avvarandi. Eisini var frítíðarklubbi settur á stovn í Losjuni í Havn, ið lá hinumegin vegin. Skrivstovan var í Arbeiðsmannafelagshúsinum, ið tá var spildurnýtt. Veruligt verk­stað fingu vit ikki tá, men tað eyðnaðist í nøkrum førum at fáa menningartarnað í arbeiði hjá privatum. Til teirra, ið ikki høvdu arbeiðsførleika var søkt avlamis­ pensión, sum tað var nevnt tá. 14. mai í 1971 var boðið til fund í Losjuni í Havn til tess at stova felag fyri avvarandi hjá menn­ ingartarnaðum. Tað er so mangan umrøtt áður, at Hjørdis bakaði eina formakaku, ið vit hildu fór at røkka. Bilsnar og glaðar vóru vit, tá yvir 70 fólk møttu. Tey vóru ikki bara mong, tey vóru eisini sera eldhugað. Hetta kvøldið gloymdu vit ongatíð. Tá eg seinni flutti úr Havn, tók Hjørdis um endan og fekk sam­an við øðrum alt at rigga í And­veikra­ verndini til Tommy Petersen seinni kom í starv. Hjørdis var sera køn í før­oyskum, so tað var eitt »fornøjilsi« – hevði verið næmingur hjá Rikardi Long og Hans Andr. Djurhuus á Færøernes mellem- og realskole. Ivist ikki í, at hon eigur sín góða lut í tí, at Tommy gjørdist so frægur í føroyskum máli. Øll, ið hava arbeitt saman við Hjørdis vóru góð við hana og høvdu stóra virðing fyri henni. Umframt at taka sítt arbeiði í størsta álvara, syrgdi hon altíð fyri at savna starvs­fólkini, hon arbeiddi saman við – bæði tey sum vóru, og tey sum høvdu verið. Zakarias maður Hjørdis var altíð ein frálíkur vertur, so leingi hann livdi. Hann andaðist í 1991. Tá hann misti heilsuna og fór á Lágargarð, og hon vitjaði hann hvønn dag, valdi hon at fara úr starv­inum í Andveikraverndini – 65 ára gomul. Finnur Helmsdal, sáli, íð tá var leiðari harmaðist hesa avgerð og bjóðaði henni at verða, um bert hon arbeiddi eitt pinkulítið sindur. Men Hjørdis var ongatíð hálv, og altíð var hon støðuføst í lívsins viðurskiftum. So hon gavst at arbeiða úti. Tey sum kendu hana vita tó, at hon hevur fylgt liv­andi við í øllum viðvíkjandi teim menn­ ingar­tarnaðu, eins og hon hevur hildið samband við nógvar starvs­ felagar og viðskiftafólk. Hon hevur verið trúgv sum trøll­ið móti mær og mín­um. Um­ framt støða teirra menn­ingar­tarn­ aðu og Argja bygd, sum høvdu okk­ ara áhuga, so hava vit havt felags áhuga í føroyskum politikki. Vit hoyrdu ikki til sama flokk, men tað var ongin forðing – báðar vóru altíð til reiðar at kjakast líka til tað seinasta. Ikki var tað so sjáldan kortini, tá samanum kom, at vit vóru rættiliga samdar. Báðum dámdu so sera væl skemti­søgur, og tær gloymdu vit ikki at deila okkaramillum. Tá Zakarias var farin, gjørdi Hjørd­is nógv við at knipla, binda bundna­turrikløð og sera vakrar og væltøvdar trýlittar skóleistar. Nú eyguni vóru farin at bila av álvara bant hon teppi. Livandi sum hon var, dugdi hon væl at fáa burturúr bandasavninum hjá Sjóndeplinum. Henni so líkt, so kundi hon væl hugsa sær, at føroysku avísirnar eisini fingust á bandi. Fyri hana var alneyðugt at fylgja við øllum, ið fór fram í samfelagnum. Seinastu trý árini hevur Hjørdis búð á Boðanesheiminum. Hóast veik til likams, so hevur hon verið sterk til sálar og so púra klár og við einum minni, ið mong kundu øvunda henni. Sum eg sá hana hesi árini á Boða­nesheiminum, so sást skjótt, at mong av búfolkunum eisini dámdu at støkka inn á gólvið og práta við hana. Eisini har rúmaði hon mongum. Nú hon mett av døgum gjørdi seg til reiðar at fara, helt hon fyri, at hon hevði havt eitt gott, ríkt og langt lív, sum hon var so sera tøkk­ som fyri. Hjørdis búi a Argjaboða í 70 ár og sá hvønn dag út á Nólsoynna og Borðina, har hon var fødd.Tað dámdi henni væl. Andveikraverndin er ikki til longur, men Hjørdis er partur av søguni, ið livir víðari í Almanna­ verkinum. Og tá í dag verður hugs­ að um bústovnar, verkstøð, JAVNA og so mangt annað, so er søga teirra ófulføru í Føroyum umsíðir vorðin góð og lívsjáttandi. Vit eru mong, ið fara at sakna Hjørdis á Argjaboða. Vissuliga gjørdi hon mun. Hon gav mongum hita bæði beinleiðis við virkaðu ull­ vør­unum og harumframt í fluttari merk­ing, – og ikki minst setti hon lit á lívið hjá mongum. Ærað veri minni hennara. NB! Kæru starvsfólk á Boðanes­ heim­inum. Takk fyri, at tit altíð høvdu stundir til eitt smíl! Karin Kjølbro Gjørdi mun, har hon var Hjørdis á Argjaboða f. 17. apríl 1921 – d. 21. jan. 2016 Í desember í fjør andaðist Petur Jacob, Miðvági, 92 ára gamal. Hann hevði handil her í bygdini, og plagdu fleiri miðvingar at koma á gátt hjá honum at práta um leyst og fast. Hann var ein bygdamynd, og var hann nógv avhildin av familju, vinum og kenningum. Eg plagdi at koyra hann niðan á Høgagerð, úti á Dali, við bili mínum, har hann hevði eina trøð. Hann hoyggjaði og velti eplir á trøðni, og hevði familjan manga góða løtuna har uppi á Høgagerði. Honum dámdi sera væl at ganga úti í Nýpu, og fiskaði hann síl eisini saman við familju, vinum og kenningum. Men vit kenna Petur Jacob best sum listamann. Hann fekk íblástur til málningar sínar serstakliga úr náttúruni her vesturi. Og mangir eru teir málningar, sum hanga ymsa­staðni í heimum her vesturi og aðra­staðni við. Petur Jacob gekk nógv úti í náttúruni, og gledd­ ist hann um alt livandi, sum rørdi seg har. Hann var gubbi mín, og eg havi mong góð minnir um Petur Jacob frá Kirkjar, har vit búðu og búleikaðust. Hann var ein still­ førur maður og segði ikki so nógv, men hann dugdi væl at orða seg og greiða frá í yrkingum og máln­ing­ um sínum. Har komu tankar hans­ ara fram, og soleiðis kundi hann mál­bera seg bæði skaldsliga og í myndlist. Fyri nøkrum árum síðani fór Petur Jacob inn á Ellisheimið, á Sýn­ini, at búgva. Hann var sjúkur í rygg­inum, men hevði tað annars gott. Har helt hann fram at mála. Hann málaði, alt til hann andaðist við ársenda 2015. Mín góði gubbi og vinur er farin, og tað tynnist í vina­skara. Eg plagdi at vitja hann á Sýnini, og var hann altíð vinsælur at tosa við og hartil hjartagóður. Hann ringdi tíðum til mín, og bað hann meg koyra seg heim í Kirkjar at vitja. Systir hansara, Ketty, býr eisini á Ellis­heiminum. Kem, bróð­ ir hansara, doyði í 2013. Teirra heim stóð altíð opið fyri okkum, og blíð­ skap­urin treyt ikki. Eg vil tí minn­ ast Petur Jacob við virðing og tøkk. Ærað veri minnið um Petur Jacob! Finnbjørn Minningarorð um Petur Jacob Haraldsen, við Kirkjar, Miðvági Føddur 2. des. 1923 – deyður 27. des. 2015