týsdagur 2. februar 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UMMÆLI
Ummæli av Guitaristunum:
Øðrvísi skemt í Spaniastovu
Poulina Slættanes
Leikurin er ein
lýsing av fýra
sera ólíkum tón
leikafjepparum.
Alt gongur, sum
best ber til, tá
tey hittast til
eina fyrireiking
um nýliga farna tónleikavísusang
aran John Hansen. Einki fantilsi er
á teimum. Tey seta upp framman
fyri bústaðin hjá John Hansen við
hvør sínum gittara, og konfliktirnar
byrja beinan vegin. Tvey onnur
skuldu vera við, men tey møta ikki.
Hvat skulu tey spæla og syngja tí
farna til heiðurs? Repertoir'arið er
fjølbroytt.
Tá samanum kemur, snýr leik
urin seg næstan ikki um tann deyða
tónleikaran, men heldur um løgna
og frammiliga felagsskapin, sum
hesi fýra ólátaðu og ófólkaligu
vinfólkini hava. Hvør regla, hvørt
orð, hvør handling hjá teimum
skal diskuterast, og tað er ikki við
mýkindum. Tómt og innihaldsleyst
er alt prátið. Persónarnir eru av tí
ekstrema slagnum, tey kenna sær
ikki hógv og hvessa sínar ógvusligu
og høpisleysu meiningar. Hann,
sum ber av, er Ívaldur. Líkamikið,
hvat hini trý koma við, so er hann
kontra. Tey royna at vera semju
søkjandi, men alt vindur seg upp í
ein verri ellubita, tí Ívaldur knúlvar
tey so til.
Tey eru øll so fesjut, - í atferð og
framferð og burturvið ílætin. Her
fær man eisini nakað at hugsa um, -
umhvørvið hjá teimum er so fesjut
og óskipað.
Ívaldur (Jógvan á Høvdanum)
er eftir øllum at døma hann, ið
stýrir øllum. Ófantaligur, harðligur,
frekur og kaldur. Hini royna at fáa
hann at líkjast teimum, men altíð
koyrir Ívaldur tey í tann pottin, ið
einki hevur uppá seg. Tey diskutera
og diskutera, hvat er besti sangurin,
ið tey skulu spæla. Men tey duga
bara ikki. Alt dettur á gólvið,
hvussu gjarna, tey annars vilja.
Kanon, tvístemt ella hvussu gera
tey tað best ? Ja, har eru fleiri boð.
Men John til heiðurs er tað neyvan.
Egoistarnir eru komnir at seta seg
sjálvar í fremstu røð, gitir man.
Her er illsinni, her er svongd,
saknur og so nógv annað, sum set
ir dagsskránna. Men tá saman um
kemur, so eru tey tvinnaði í eini
tilgongd, har tey hava tørv á hvør
øðrum. Helst eru tey støk og nokk
so svøk. Vit hava gott av at fáa innlit
í eitt øðrvísi lív. Hjá guitaristunum
er tað øðrvísi og svakligt. Vit hava
hesi ímillum okkum dagliga, og
tey siga nógv skilagott. Men nógv
kunnu vit síla frá.
Øll fýra spældu so sera væl. Tey
vóru øll líka ónormal. Grækaris, ið
spældur varð av Høgna Olsen, var
framúr. Hann dugdi við keipum
og øðrvísi atburði beinan vegin at
seta orð á, hvussu løgin hann var.
Kropsmálið var framúr gott.
Line Knutzon, ið er donsk, hevur
skrivað leikin. Dramabólkurin hev
ur loftað søguni, og sjangran er
nokk so øðrvísi enn tað siðbundnað
reportoarið, sum Sjónleikarafelagið
í Klaksvík hevur staðið fyri.
Takksamt og gott at hava henda
brakandi góða pallin úti í Klaksvík,
har so lítið pláss er millum pall og
áskoðarar. Eina løtu var tað sum
um, at vit vóru komin til minnis
konsert um John Hansen. Vit
sloppu bara ikki at seta leikararnar
uppá pláss. Tey spældu betri enn
so. Tað bar ikki til at tala at, tí tey
tóku næstan ótalaða orðið av tær.
Genturnar spældu sera væl, bæði
Greta og Kim (Sára Skarðenni
og Eva Maria Bláhamar). Kanska
minnist eg Evu úr Sjeyk ella Fame
í Hoydølum. Ein gudgivin song
rødd, ið lyfti allar hinar upp um
elligomlu, ormetnu bjálkarnar í
Spaniastovu. Jógvan á Høvdanum
við frísutum og stuttligum skalla,
spældi super væl. Tit dugdu so
væl at syngja, ja, so sera væl, tá tit
funnu melodiin. Men tekstirnir
vóru innihaldsleysir, og tað var eis
ini meiningin.
Bergur
Rasmussen
umsetti
leikin. Haldi ikki, tá hann nú lat
leikin vera eitt sindur »heimligan«,
at hann rakti nóg væl. Kundi sakt
ans givið sær meiri far um, hvussu
vit gera okkum upp, tá vit vilja vera
øðrvísi. Tað flata millum danir og
okkum er nokk so skilligt. Danska
fjantið og fjasið fekk í og so nógva
rúmd. Har kundi okkurt verið tikið
burturúr, sum legði seg meiri upp
at okkara heimliga gerandismeldri.
Ria Tórgarð dugdi eisini hesa
ferð at fáa leikgongdina at rigga.
Hon loftar og dugir at seta ferð á
og geva leikarunum »drive«.
Í leikriti plaga vit at síggja, hvør
staðið hevur fyri búnum og sniði.
Frískligt, at Margreth Dalsenni
hevur verið leverandørur til búnar
hjá dramabólkinum.
Pallurin ella rúmið sjálvt, var
sum skapt til leikin. Ongantíð betur,
um klaksvíkingar sum skjótast fáa
eitt sjónleikahøli, ið kann rúma øll
um avbjóðingum, sum søma seg
best, tá boðskapurin skal út. Tað
líkist ongum, at býurin ikki hevur
frægari karmar enn trongu Spania
stovu. Tað er nokk so langt úti, tá
hon er álitið hjá so ídnum og huga
góðum áhugaleikarum.
NØVN
Seinnapartin
sunnudagin
dróg
Lena Syderbø vermóðir andan fyri
seinastu ferð, eftir eitt langt og ríkt
lív her á fold, og hon verður borin
til hvíldar úr Christianskirkjuni
í morgin 4. februar, sjálvan brúd
leypsdagin. Tá eru 71 ár síðani hon
og Johan verfaðir vórðu vígd í Kun
oyar kirkju.
Lena hevur verið kletturin í
einari stórari familju, sum spratt
úr trygga heiminum á Skáltavegi
8. Børnini eru níggju í tali. Dánial,
Jonly, Sigurd, Hemming, Jógvan,
Birgir, Pavla, Jørleiv og Frank. Síð
ani eru 30 ommubørn og nú eru 31
langommubørn.
Lena var eitt av teimum
fólkum, tú veruliga verður góður
við frá fyrsta degi. Uttan at hava
eina avgjørda meining um nýggju
selfiementanina, sum nú ger um
seg, so haldi eg at vermóðir var ein
fullkomin mótsøgn til hesa mentan.
Hon hugsaði ikki um seg sjálva,
men øll onnur og næstrakærleikin
hevði ongi mørk.
Nú eg í skundi siti og skrivi
nøkur minningarorð um vermóðir,
er tað so nógv eg hevði havt hug at
sagt um hennara eginleikar.
Tað fyrsta eg hugsi um er, at hon
hugsaði ikki um seg sjálva. Fremst
í hennara hugaheimi var tað sera
umráðandi, at øll hennara kæru
høvdu tað gott. Familjan er stór
og mangan komu nógv fólk á gátt,
og hennara lív var at varta upp
á Skáltavegnum, og eg havi onga
staðni upplivað meira ektaðan blíð
skap. Bara tað besta var nógv gott.
Longu í barnaárum fekk Lena
stóra ábyrgd og lærdi lívsins stríð
at kenna. Hon var dóttir Siggu
Malenu og Dánial Julius Poulsen í
Kunoy, og hon var bert níggju ára
gomul, tá pápin doyði av lungna
bruna.
Tey vóru níggju systkin. Fimm
beiggjar og fýra systrar. Lena er elst
av systrunum, og nógv kom at hvíla
á hennara herðum frá barni av. Hon
lærdi at binda longu sum níggju ára
gomul og hon bant teimum eldru
beiggjunum nógv hosupør, tá teir
skuldu til skips. Hon var mammuni
Siggu ein stór hjálp.
Sum ung tænti Lena á Føroya
Fólkaháskúla í Havn. Her hevði
hon eina góða tíð, hóast ófriðartíð
var. Hon plagdi livandi at greiða
frá hendingini, tá bumbað varð í
Sandagerði. Og við stórari virðing
tosaði hon mangan um fólkini, ið
myndaðu Háskúlan, Rasmus Ras
mussen, Símun av Skarði og kon
una Sonnu.
Lena fylgdi væl við samfelags
viðurskiftum, og hvønn tann ein
asta dag Løgtingið var saman,
sat hon og hugdi og lurtaði, og
hon var ikki sein at koma við við
merkingum til tað, ið sagt varð á
løgtingsins røðarapalli. Onkuntíð
tá eg kom inn til hennara, og helt
at stovan var full av fólki, var tað
Lena, sum sat og svaraði til.
Havi sjálvur altíð verið hugtikin
av, hvussu ósvitaliga trygg Lena
var í sínari politisku trúgv. Hon
var allar sínar dagar eitt brennandi
fullveldisfólk, og tað fjaldi hon ikki
fyri nøkrum.
Líka ósvitalig var tann gamla
guðstrúgvin, sum fylgdi henni frá
barni av. Síggi fyri mær Lenu sita
í stovuni við sálmabók í hond og
lurta eftir morgunlestrinum, klár
at syngja við.
Fyri Lenu vóru tað serligar løtur,
tá hon av og á hevði høvi at vera til
guðstænastu í heimbygdini Kunoy,
og hon setti seg altíð í bonkin, har
húskið hevði sítt fasta pláss.
Hóast hon var óvanliga lítillátin,
fylti Lena nógv í hugaheiminum
hjá øllum sínum nærmastu. Fyri
okkum er tað eitt stórt tómrúm, nú
hon er farin. Men eftir hana hava
vit øll tey góðu minnini, sum vit
eiga saman.
Hvíl í friði.
Tórður Mikkelsen
Minningarorð um Lenu Syderbø