Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 475.000 kr. eru settar av til serlig átøk at marknaðarføra Føroyar. Føroysk virki/feløg kunnu nú søkja um stuðul til marknaðarverkætlanir eftir „krónu fyri krónu“-leistinum. Verkætlanir Minsti stuðul, ið verður latin einstakari verkætlan, er 50.000 krónur. Mesti stuðul er 250.000 krónur. Verkætlanir hava fyrimun: · ið eru nýskapandi · ið eru eitt nýtt framtak · ið eru á marknaðum, sum eru raðfestir av Visit Faroe Islands · har fleiri partar taka lut Verkætlanir skulu ikki vera partur av vanligu marknaðarrøktini. Yvirlit yvir marknaðir og stuðulstreytir fáast á www.visitfaroeislands.com/vinna. Umsóknarblað Umsóknir skulu sendast til Visit Faroe Islands á serligum umsóknarblaði, ið kann takast niður á www.visitfaroeislands.com/vinna. Umsóknarfreistin er mánadagin 19. februar 2016. Varpa ljós á Føroyar a place discover the islands, discover yourself undiscovered Stjóri til Heilsutrygd Um starvið Stjórin fyri Heilsutrygd fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av stovninum. Stjórin fyri Heilsutrygd hevur evstu ábyrgdina mótvegis Heilsu- og inn- lendis mála ráðnum í fyrisitingar-, fíggjar- og starvs fólkamálum. Ein týðandi uppgáva verður fram- haldandi at menna eina talgilda og ný- mótans umsiting innan økið, og at vera við í arbeiðinum at verkseta ætlanirnar og nýskipanir á økinum í samráð við stjórnarráðið. Í høvuðsheitum røkir Heilsutrygd hesar uppgávur: • Umsitur lógina um almenna heilsutrygd, sum fevnir um veitingar, tilskot, tænastur og ískoyti til størsta partin av primeru heilsutænastuni í Føroyum. Samanumtikið umsitur Heilsutrygd umleið 185 mió. krónur um árið. • Umsitur og hevur eftirlit við galdandi sáttmálum. Her undir framleiðir hag- tøl og annað tilfar, sum kann styrkja eftirlitið. • Umsitur og mennir heili vágs til skots- skipanina í tøttum samstarvi við Apoteksverkið. • Umsitur ískoyti til ávís hjálparráð. • Avgreiðir beinleiðis veitingar til borgar- ar, eitt nú endurgjald til ferðing til og frá lækna, gravar hjálp, einstaklinga- tilskot og ískoyti til brillur. • Luttekur í sáttmálasamráðingum við fakfeløg um veitingar sambært lógini. • Umsitur kommunulæknaskipanina. Førleikar: Sett verður sum krav, at umsøkjarin hevur útbúgving frá hægri lærustovni og leiðsluroyndir frá tí almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum ella útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við hesi. Umráðandi er, at tann, ið verður settur, hevur evni at seta í verk fyriskipanir og hevur nútíðar leiðslueginleikar, innlit og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini almennari fyrisiting. Tað er tí ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur leiðsluroyndir frá almennari fyrisiting. Góð greiningarevni við tølum og innan fíggjarliga økið hava týdning umframt at hava góða fatan av, hvussu um sitingar- ligar mannagongdir kunnu talgildast. Av tí at starvið ber í sær víttfevnt samstarv, verður dentur lagdur á at finna ein persón við góðum sam starvs- evnum, sum er álitisvekjandi og vísur myndugleika. Løn- og setartreytir Setanarøkið er Heilsu- og inn lendis- mála ráðið og stovnar undir tí við tænastu á Heilsutrygd. Viðkomandi, ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi. Næst fyrisetti er aðalstjórin í Heilsu- og innlendismálaráðnum. Starvið verður lønt í 37. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15%, og skal flytast í eina av Fíggjarmálaráðnum góðkenda eftirlønarskipan. Nærri upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra umvegis turid.arge@himr.fo ella á tlf. +298 304050. Umsókn Umsókn saman við avriti av viðkomandi skjølum skal sendast til: Heilsu- og innlendismálaráðið Eiraragarður 2 100 Tórshavn ella himr@himr.fo Umsóknarfreistin er 17. februar 2016, kl 12:00 Hava leiðsla og fyrisiting tín áhuga, og leitar tú eftir spennandi avbjóðingum, so er starvið sum stjóri fyri Heilsutrygd ein áhugaverdur møguleiki HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ