týsdagur 2. februar 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sum HR-partnari hjá Politinum í Føroyum, verður tú ein týdningarmikil
partur av at menna og viðlíkahalda starvsfólkaøkið. HR-partnarin er leiðari
av Starvsfólkadeildini, sum í løtuni telur 3 starvsfólk. HR funktiónin er ein
stabseind og hevur beinleiðis tilvísing til Fyrisitingarstjóran (ovastu leiðslu).
Ábyrgdarøkið hjá HR-partnarinum er breitt, og tað fevnir millum annað um,
at verða strategiskur sparringspartnari hjá øllum leiðslubólkinum, ráðgeva
og vegleiða ovastu leiðslu í øllum HR viðurskiftum. HR- partnarin skal
tryggja, at HR verður tikið við frá byrjan, tá nýggj tiltøk verða sett í verk.
HR-partnarin er kontaktpersónur hjá tí centralu HR deildini hjá
Ríkispolitinum og hevur tætt dagligt samband við deildina. HR-partnarin
er partur av nationala netverkinum við øðrum HR-partnarum í ríkinum.
Umsøkjarar skulu vera tilreiðar at ferðast til Danmarkar í arbeiðsørindum
eftir tørvi.
Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um:
• Uppfylging av strategiskum málum
• Førleikamenning og leiðslumenning
• Starvsetanir
• Starvsfólkamál
• Fíggjarætlan yvir lønir og skeið
• Tænastuplanlegging og tíðarskráseting
• Uppgávur knýttar at Leiðslusekretariatinum
• Fyriskipan og uppfylging av árligu starvsfólkasamrøðum,
trivnaðarkanningum v.m.
Vit vænta, at:
• tú hevur eina viðkomandi víðari útbúgving og leiðsluroyndir,
helst frá HR ella líknandi øki.
• tú hevur kunnleika til at skipa førleikamenning
• tú tolir at broytingar koma í starvsinnihaldinum.
Lønar- og setanartreytir:
verða ásettar eftir avtalu og eftir galdandi sáttmála.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skulu vera Politinum í
hendi í seinasta lagi 15. februar 2016.
Umsóknin skal sendast til:
fo-personalekontor@politi.dk
ella
Føroya Politi, Postboks 3018, 110 Tórshavn
Hevur tú spurnigar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Halldis Poulsen, fyrisitingarstjóra, tlf. +298 351448.
John Kølbæk, fúti
Politiið í Føroyum
søkir eftir
HR-partnara
VIT SØKJA EFTIR
SKRIVSTOVUNÆMINGI
Landsgrannskoðanin ætlar at seta ein
skrivstovunæming (almenn fyrisiting) frá
1. apríl 2016 ella eftir avtalu.
Umsøkjarin skal hava staðið HH, students- ella
HF-prógv. Lærutíðin verður fastløgd eftir hvat
prógv umsøkjarin hevur.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært
sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum,
viðmælum o.ø. skal sendast til:
Landsgrannskoðanina
Traðagøta 43
Postrúm 2053
165 Argir
ella í telduposti til: postur@lg.fo
í seinasta lagi 22. februar 2016.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til Beintu Dam, á tlf. 355100 ella 226301.
Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.
Tú kanst fáa meira at vita um
Landsgrannskoðanina á heimasíðu okkara:
www.lg.fo.
LANDSGRANNSKOÐANIN er ein óheftur
stovnur undir Løgtinginum, sum virkar
sambært Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 ”um
grannskoðan av landsroknskapinum v.m.”
SÍÐAN 1936
GUMMIBÁTATÆNASTAN
Mykinsesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo
VIT HAVA VOGNIN TIL EINHVØNN TØRV
eblaðið
sos.fo
www.gevidblod.fo
VILT TÚ
GEVA BLÓÐ?
Felagið Blóðgevi
Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum
J.C. Svabos gøta 43
100 Tórshavn
Telefon: 30 45 22
Teldupostur: bbank@lsh.fo
Blóðgevarar í Suðuroy
Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 19
800 Tvøroyri
Telefon: 34 32 70
Teldupostadressa: lab@ssh.fo
Klaksvíkar Blóðdonorlið
Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sniðgøta 1
700 Klaksvík
Telefon: 45 45 45
Teldupostadressa: labblod@ks.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum,
kanst tú teknað teg hjá einum av
blóðgevarafeløgunum ella umvegis
heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð
3. hvønn mánað.
Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum
fyrst og fremst
www.in.fo