týsdagur 2. februar 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FISKIMÁLARÁÐIÐ
Postboks 347 • 110 Tórshavn • fisk@fisk.fo
Fiskimálaráðið
Búskaparfrøðingur til Fiskimálaráðið
Starvið
Í Fiskimálaráðnum er starv leyst at søkja sum búskapar
frøðingur.
Sum búskaparfrøðingur fert tú at umsita og luttaka í øllum
málum innan fyri virkisøkið hjá Fiskimálaráðnum, har búskapar
ligir spurningar verða viðgjørdir.
Starvið fevnir um fíggjar og búskaparstýring av Fiskimálaráð
num, harundir fíggjarlógararbeiði, og uppfylgjandi, ið skal
tryggja, at best møgulig tænasta fæst fyri tillutaðu játtanina.
Tú luttekur í at fyrireika lógir og kunngerðir, eins og tilfar
innan økið ”fiskivinnugransking”. Umframt at gera búskaparligar
greiningar, verður eisini týðandi at vísa á, hvussu størri virðis
vøkstur kann fáast í fiskivinnuni í síni heild.
Í fiskiveiðisamráðingum hevur tú ein týðandi leiklut. Tú skal lýsa
búskaparligar spurningar, ið samráðingartoymi og – nevndir
standa fyri. Í hesum sambandi fert tú at ráðgeva og fyrireika
búskapargreiningar í strategiskum høpi og luttaka fast í sam
ráðingum.
Førleikar
Starvið krevur útbúgving frá hægri lærustovni í búskaparfrøði.
Eginleikar, sum diplomatisk medferð, at sýna samstarvshug,
hjálpsemi, miðvísi og sjálvstøðugt verklag, góðan KTførleika,
eins og at hava stinnan føroyskan og enskan málkunnleika,
hava avgerandi tyngd í setanartilgongdini. Eisini skal tann, ið
settur verður í starvið, tola nógvar og drúgvar tænastuferðir
uttanlands í samráðingarørindum.
Setanartreytir
Starvið verður sett samsvarandi sáttmála millum Fíggjar
málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um
Fiskimálaráðið og landsins fyrisiting annars, umframt stovnar
hennara.
Umsókn
Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn saman við
av rit um av prógvum, lívsrensli og viðmælum til fisk@fisk.fo.
Setanar tilgongdin fer fram beint eftir, at umsóknarfreistin er
farin.
Umsóknarfreistin er sett til mánadagin 22. februar 2016, og
byrjar tú í starvinum eftir nærri avtalu í samband við starvs
setan.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til
Fiskmálaráðið á telefon +298 353030
ella beinleiðis til
Hera Joensen. deildarleiðara, á telefon +298 553212
STARVSLÝSING
Løgfrøðingur
Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir løgfrøðing
til Veterinerdeildina
Brennur tú fyri at arbeiða við matvørutrygd, fiska- og djóraheilsu, og hevur
tú áhuga í altjóða marknaðum ? So er eitt starv sum løgfrøðingur leyst at søkja
á Veterinerdeildini.
Vit bjóða eitt spennandi starv við fjølbroyttum avbjóðingum, har tú hevur góðar
møguleikar fyri førleikamenning. Heilsufrøðiliga starvsstovan er ein stovnur við
breiðum og hollum fakkunnleikum og góðum norðurlendskum og altjóða samstarvi.
Uppgávur
• Arbeiða við lóggávu og altjóða avtalum um mat og djór, eitt nú útflutningur
til ES og 3. lond
• Halda við líka lóggávu og avtalur annars, sum tryggjar atgongd til marknaðir
í ES og 3. londum
• Styrkja innanhýsis løgfrøðisliga arbeiðið við kunngerðum
• Ymsar innanhýsis løgfrøðisligar uppgávur fyri aðrar deildir á stovninum,
serliga fyri Matvørudeildina og Aliumsitingina
• Roknast skal við nakað av ferðing til útlond
Førleikar
• Útbúgving sum cand. jur.
• Góður kunnleiki til føroyskt í skrift og talu er krav. Og góður førleiki til enskt
• Góð evni at greina fløktar spurningar
• Stóran áhuga fyri fakøkjunum, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan fevnir um
• Skal arbeiða bæði sjálvstøðugt og samstarva/samskifta við onnur
• Góð evni at seta seg inn í KT skipanir
• Viðkomandi arbeiðsroyndir er ein fyrimunur
Starvið er fulla tíð og lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF.
Starvið er ætlað at seta sum skjótast, men vit bíða fegin eftir tí rætta
starvsfólkinum.
Umsóknin við avriti av prógvi, CV o.t. skal sendast Heilsuføðiligu starvsstovuni,
Smyrilsvegur 7, 100 Tórshavn, ella hfs@hfs.fo, og skal verða okkum í hendi í
seinasta lagi hósdagin hin 18. februar 2016, kl. 12:00.
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Stovnurin umsitur matvørulógina, djórasjúkulógina, djóraverndarlógina, alilógina
og arbeiðsumhvørvislógina.
Stovnurin hevur sínámillum avtalur við matvørumyndugleikar í fleiri 3. londum,
so sum Russland, Kina og Vietnam – og avtalur við onnur 3. lond eru á veg.
Á veterinerdeildini starvast frammanundan 3 fólk.
Um tú vilt vita nærri um starvið, kanst tú venda tær til Birnu Mørkøre,
lands djóralækna.