Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 158 - 21. august 2004 Nr. 158 - 21. august 2004 23 Jógvan Arge Tað var ein uppliving at vera til olympisku leikirnar í München í 1972. Hetta var tá størsta ítróttatiltak í heiminum, og her fekst tú høvi til merkja andan og spenningin. Tú fekst høvi til at vera til kappingar, har heimsins bestu ítróttafólk í flestu greinum spentu seg út í royndunum at vinna olympiskt gull. At tú fekst høvi til at vera mitt í meldrinum um eitt palestinskt partisanálop á bústaðin hjá ísraelsku ítróttafólkunum í olymp- isku bygdini, var ein annar spenningur enn tann, sum vit vóru farnir at uppliva. Tað var ein sorgarleikur, sum altíð fer at verða nevndur saman við OL í München. Í Føroyum vóru vit von við at fylgja olympiskum leikum í útvarpi. Eg hoyrdi semifinaluna í olympisku kappingini í Rom í danska útvarpinum, og minnist, hvussu eg kreyp inn undir teppið á divanuna, tá Un- garn fekk brotspark. Og eg var skjótur undanaftur, tá Henry From bjargaði. Mangar spennandi løtur vóru saman við norð- manninum, tá vetrarleikir vóru. Ikki minst tá Knut Johannesen setti heimsmet á 10.000 metrum í Sqauw Valley og kreyp sær niður um 16 minuttir. Vetrarleikirnar í Gre- noble og summarleikirnar í Mexico 1968 upplivdi eg á sjónvarpsskíggjanum í Danmark. Skíðarin Jean Claude Killy verður seint gloymdur eins og Fors- bury-flop í hæddarlopi og tann knýtti Black Power- nevin. Jóhan Nielsen orðnaði linjurnar Áðrenn pengamaskinan í fótbóltinum fór á rull, vóru Olympisku leikirnir tann avgjørt størsta ítróttahend- ingin. Í 1972 skuldu leikir- nir verða so nær Føroyum, at vit í útvarpinum fóru at tosa um at senda frá kappingunum. Føroyingar vóru so smátt farnir at banka upp á hjá altjóða felagsskapum at sleppa beinleiðis upp í millumtjóða kappingar. Vit teknaðu okkum til við fýra monnum, og kostnaðurin tóktist ikki at vera størri enn so, enn at vit, kanska við einum ískoyti frá V4, fóru at klára skerini. Men tá alt var greitt, tekningin fingin frá hond- ini, manningin sett og linj- ur bílagdar til tær kapping- ar, sum vit ætlaðu okkum at siga frá, kom skelkurin. Linjurnar kostaðu meir enn 100.000 krónur. Her mundi alt farið fyri bakka, men Niels Juel fann so upp á tey ráð at venda sær til vinmannin í fólka- tinginum, prestin Jóhan Nielsen, og biðja hann fara til Post- og Telegrafverkið at vita, um hesin prísur kundi lækkast. Jóhan legði at landi hjá einum floksbróðri, sum var ferðslumálaráðharri, og greiddi honum frá støðuni. Tað gingu bara nakrir fáir dagar, so fingu vit tele- gramm um, at vit fingu fasta linju til München all- an sólarringin teir 14 dag- arnar, leikirnir vardu, og prísurin var farin niður í helvt. Bara útvarpsmenn, ongir luttakarar So varð farið avstað. Men enn vantaði okkum eitt viðmæli frá eini olympisk- ari nevnd. Hetta viðmæli kundu vit ikki fáa í Føroy- um, tí slíka nevnd høvdu vit ikki. Vit máttu tí royna at fáa hetta viðmæli frá olymp- isku nevndini í Danmark. Tað var eitt sindur trekt, men tá vit loksins komu á fund við formannin Gud- mund Schack í Keyp- mannahavn og høvdu sagt honum okkara søgu, var leyst og liðugt. Hann hevði verið so trekur, tí onkur forhánis- liga hevði nevnt, at nakrir føroyingar ætlaðu sær til München at veitra við ein- um føroyskum flaggi. Tað var tað so ikki beinleiðis talan um í hesum førinum. Men tað var ein løgin kensla at koma til Mün- chen at siga frá ítrótti til eitt land, sum ongan luttak- ara hevði í olympisku leik- unum. Skipanin var tann, at tey lond, sum høvdu luttakarar sjálvi, høvdu fyrsta rætt til frásøguplássini - og vit høvdu ongan luttakara. Okkara fyrsti prioritetur var tí oftast norðurlond so ella so - ikki minst Dan- mark og Ísland. Tað vísti seg tó skjótt, at vit vunnu á hesum trupul- leikanum. Á bíleggingini fingu vit fast samband við ein ungan, ljóshærdan og sera fyrikomandi týskara, sum gjørdi alt, hann kundi, fyri okkum. Á tann hátt sluppu vit framat so at siga allastaðni, har vit vildu. Frá Mark Spitz til Jesse Owens Serligan dent løgdu vit á fótbólt, hondbólt, róður og svimjing, men vit dittaðu okkum eisini til frælsan ítrótt, nevaleik og flogbólt. Niels Juel hevði íðkað boksing í tríatiárunum, so hann kendi alla terminolo- giina og rapporteraði sum brent um uppercuttar og onnur drápilig sløg. Sjálvur hevði eg roynt eitt sindur av flogbólti í skúlanum, so eg fór til ein rimmardyst millum Japan og USA. Minnist, at summir japanarar vóru tveir metrar til hæddar. Teir vóru blandaðir amerikanar- ar. Men dysturin vardi so nógvar tímar, at vit noydd- ust at gevast, áðrenn liðugt var. Í frælsa ítróttinum minn- ist meg serliga finnlend- ingin Lassa Viren, sum vann bæði 5000 og 10000 metur. Hendan seinna tein- in vann hann, hónast hann datt. Og í svimjingini var am- erikanarin Mark Spitz í serflokki. Hansara sigrar vórðu varpaðir beinleiðis til Føroya, og tað var ikki sørt, at teir birtu upp undir svimjingina sum kapping- argrein í Føroyum. Frá hondbólti sendu vit stundum fýra innleiðandi dystir sama kvøld, tveir í part. Har vóru bæði Ísland, Danmark, Noreg og Svø- ríki, so nóg mikið var at taka av hjá okkum. Í fótbóltinum fylgdu vit mest Danmark við eitt nú tí blaðunga Allan Simon- sen á liðnum. Málmaðurin hjá Brasilia hevði tað sjáldsama navnið Nielsen Elias. Hvørki í hondbólti ella fótbólti komu Norðurlond í endaspølini, men vit sendu trúliga bæði finalur og dystir um triðja pláss. Einabestir vóru teir á Bal- kan og har á leið. Horvat og Lazarevic vóru í essi- num hjá Jugoslavia og vunnu hondbóltin. Á olympiska leikvølli- num sótu vit millum aðrar útvarps- og sjónvarps- menn. Í sama raðnum, sum vit sótu fyrsta dagin, sat eisini tann litti amerikanski úrmælingurin Jesse Ow- ens. Hann vann so nógv á olympisku leikunum í Ber- lin í 1936, at hann nærum oyðilegði leikirnar fyri Hit- ler og hansara menn. Hann sat bara nakrar fáar stólar frá okkum, so tað var lagað manni at liggja framvið og biðja um autograf. Tað stóð ikki á. Hugsi, hetta var fyrsta ferð hansara aftur í Týsklandi eftir 1936. Ófrættatíðindi úr olympisku bygdini Vit búðu í íbúðum nær- hendis húsunum, sum ítróttafólkini búðu í. Vit fýra úr Føroyum høvdu eina íbúð. Eitt kamar var eftir, og vit gittu dúgliga um, hvør har mundi fara at koma. Onkur helt, at vit skuldu hava ein bulgara inni hjá okkum, men ein morgun nú er gesturin komin, og tað vísti seg at vera ítróttafrásøgumaðurin hjá íslendingum Jón Ás- geirsson, sum vit kendu væl. So vit fingu tað hugna- ligt, men lítlar stundir til prát. Runnu vit sum fluga í fløsku, so gjørdi hann tað ikki minni, tí hann var einsamallur. Men kvøldið 1. september skræddu vit allir úr álmanakkanum og hátíðarhildu 50 fjórðinga fiskimarkið hjá Íslandi. Alt gekk í fínum lag. Vit reikaðu til Regensburg, Augsburg og Passau og aðrar býir at siga frá og skiftu millum teir ymsu ítróttavøllirnar í sjálvum München. Til ein morgun, vit skuldu út úr býnum. Eg skuldi til Passau til fót- bóltsdyst, og Niels Juel til kappróður uttan fyri Mün- chen. Tað skiltist á tíðindun- um, at okkurt var galið í olympisku bygdini. Men ilt var at skilja, hvat var á vási. Onkur hevði hoyrt skot. Ongin talaði um, at hetta fór at ávirka leikir- nar, so vit fóru hvør í sína ætt at senda til dagsins skrá, men tá vit vóru komnir til Passau, var fót- bóltsdysturin avlýstur, og róðurin steðgaði eisini. Meir og meir kom undan kavi um, at palestinskir partisanar høvdu sníkt seg inn í ísraelsku íbúðina, og spenningurin vaks og vaks. Afturkomin til olympisku bygdina stóð Niels Juel og segði frá beint uttan fyri hegnið og sá stundum menninar við brølapu á svalanum, sum tingaðust við týskar myndugleikar við Hans Dietrich Gens- cher á odda. Men so varð pressan víst burtur, og fylgjast mátti við á pressucentrinum og heima í íbúðini. Haðani høvdu vit beinleiðis frá- søgn í telefon, tá partisanar og gislar vórðu fluttir við tyrlu til hernaðarflogvøllin Furstenfeldbruck, men so steðgaði tíðindastreymurin. Hørð náttarvakt Mær fell í lut náttarvaktina á pressucentrinum. Tað var tigandi róður. Fá tíðindi at frætta, men nógvar giting- ar. Eina ferð tíðliga á nátt- ina søgdu teir, at allir ís- raelsmenninir vóru komnir frá atsóknini við lívinum. Tá var mikil rómur, men ivi. Seinni komu so tey endaligu tíðindini. Allir ís- raelsmenninir høvdu latið lív í týsku bjargingar- royndini eins og fleiri partisanar og ein týskur løgreglumaður. Tá var ikki stuttligt at vera formaður í nevndini, sum fyrireikaði leikirnar. Willy Daume brast í sjóð- heitan grát, tá heimspress- an setti sínar eirindaleysu tummilskrúvur á hann. Minningarhátíð varð fingin í lag í skundi. Vit fingu eina góða boks uppi undir takinum á Olympia Stadion. Hóast svøvnurin hevði verið lítil og ongin, týddi Niels Juel týsku røð- urnar so flótandi, sum hevði hann ikki gjørt ann- að. Málsligi lærdómurin á studentaskeiðnum kom undan kálkinum, nú brúk var fyri honum. Tann stóri spurningurin var, um leikirnir fóru at verða avlýstir. Men tá steig formaðurin í olympisku nevndini Avery Brundtage fram á pallin og boðaði frá, at besta svarið á at- sóknina var at halda fram. Øll skráin var flutt ein dag fram og leikirnir leikt- ir at enda. Menniskjansligt andlit Havi fyri kortum sæð ein film um sorgarleikin í München. Kendi meg eitt sindur aftur í meldrinum. Týskararnir vildu ikki taka við hjálp frá ísraelsmonn- um at bjarga ítróttafólkun- um. Teir vildu orðna tað sjálvir. Men týskararnir vóru ikki fyrireikaðir til eitt slíkt átak. Tað var eisini grundin til, at tað gekk so galið á Furstenfeld Bruck, sum tað gjørdi. Ætlanin hevði jú verið at bjarga ís- raelsmonnunum har og beina fyri partisanunum, men tað var so illa gjørt, at partisanarnir varnaðust og beindu fyri gislunum. Tað høvdu vit eisini varhugan av, meðan vit sótu í München. Við olympisku leikunum í München vildu týskarnir tváa ymsar blettir úr fortíð- ini av sær og løgdu dent á, at leikirnir høvdu eitt menniskjansligt andlit. Tí undraði tað okkum ikki, at okkara ljóshærdi vinmaður í bíleggingini var heilt útsløktur á at líta og tigandi, tá vit komu at biðja um pláss á stadion til minningarhátíðina. Men eisini tað greiddi hann virðiliga úr hondum. OL 72 í München: Ítróttaleikir og sorgarleikur Í 1972 vóru fýra mans úr Útvarpi Føroya í München fyri at greiða føroyingum frá Olympisku Leikunum. Teir vóru Niels Juel Arge, útvarpsstjóri, Jógvan Arge, útvarpmaður, Marius Rein og Jóhan Isholm, teknikarar. Jógvan Arge hugleiðir her um leikirnar, sum eisini gjørdust ein stórur sorgarleikur Minningarhátíð fyri tey 9 ísraelsku ítróttarfólkini, ið lótu lív undir yvirgangsat- sóknini undir Olympisku Leikunum í München í 1972. Føroyingar kundu fylgja hes- um sorgarleiki »live« í Ùt- varpi Føroya, har Jógvan og Niels Juel Arge fyri fyrstu ferð varpaðu beinleiðis frá stórari ítróttarhending Formaðurin hjá álopsmonnunum tingast við umboð fyir týsku myndugleikarnar Niels Juel Arge útvarpar á Olympia Stadin í München í 1972 Jógvan Arge, útvarpsmaður, og Marius Rein Mark Spitz gjørdist heimsgitin, tá hann vann 7 gullmerkir til OL í 1972 Myndir: Eygað 1972 C M Y K 23 22