leygardagur 21. august 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 158 - 21. august 2004
5
4
Sosialurin Nr. 158 - 21. august 2004
- Á ein hátt valdu vit jú
fyri Elina og synirnir hjá
okkum, tá vit búsettu
okkum í Grønlandi. Nú er
Elin nóg stór til sjálv at
velja, og tann møguleikan
vil eg fegin geva henni,
sigur Lena, sum sjálv fer
aftur til Grønland í næsta
mánað, har hon hevur
búð seinastu 18 árini
SAMRØÐA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í lítla grønlendska býnum Paa-
miut hava vinsælu íbúgvarnir
altíð tíð til eitt prát. Tey kenna
øll hvønn annan, ofta á klæðun-
um ella á gongulagnum, tí í Paa-
miut eru næstan ongir bilar. Tað
hava tey ikki brúk fyri, tí tey
hava ongan skund, og ongir vegir
føra til ella frá býnum til onnur
pláss. Tvær ferðir um vikuna
leggur eitt ferðamannaskip at
keiini, fyrst á veg norðureftir til
høvuðsstaðin Nuuk og so aftur
nakrar dagar seinni á veg suður-
eftir.
Í einum lítlum húsi við góðum
útsýni út yvir býin býr Lena
Neshamar úr Klaksvík saman við
familju síni. Sum 29 ára gomul
valdi hon at fylgja kallinum, hon
fekk frá Gudi, um at fara til
Grønland. Tað eru 18 ár síðani
nú, og Lena hevur ongantíð ivast
í, at hon gjørdi tað rætta.
Fekk møguleikan
Frá tí Lena var heilt ung, starv-
aðist hon á Sjómannsheiminum í
Klaksvík. Har hitti hon nógvar
grønlendingar, og Lena gjørdist
hugtikin av teimum og søgunum,
tey fortaldu frá sínum heimlandi.
– Tey vóru altíð blíð og hjarta-
lig, og eg fekk skjótt eina meir
fjøltáttaða mynd av teimum, enn
fólk vanliga høvdu tá, greiðir
Lena frá.
Eftir 2 ár á trúðboðaraskúla í
USA, fekk Lena møguleika at
fara til Grønland at virka sum
trúboðari. Hon tók av beinanveg-
in, tí sjálvt um hon hevði eina
sera positiva fatan av Grønlandi,
so visti hon eisini, at lívið har
ofta var svárt og tungt. Møgu-
leikan, hon nú fekk, skilti hon
sum Guds ynski um, at hon
skuldi fara at hjálpa og vera
nakað fyri fólkið haryvri. Og tað
roynir hon eftir førimuni - ikki
sum trúðboðari í eini samkomu,
men við at vitja fólk og vera
saman við teimum í teirra tungu
løtum og vísa teimum, hvussu
tey altíð kunnu finna styrki í
Guds orði.
Lærdi seg grønlendskt
Frá byrjan hevði Lena eitt stórt
ynski um at læra seg grøn-
lendskt. Eftir hennara tykki var
tað fyrsta treytin fyri veruliga at
kunna seta seg inn ta grøn-
lendsku menatnina og tað
minsta, hon kundi gera fyri at
vísa sína virðing fyri teimum
menniskjum, hon nú fór at liva
ímillum.
Í fyrstuni fekk Lena undirvís-
ing í grønlendskum, men hon
fann skjótt út av, at besti máti at
læra seg málið, var við at vera
ímillum grønlendingar og royna
seg fram. Serliga vóru tað nógv
gomul fólk, sum sótu einsamøll
og heldur enn fegin vildu hava
onkran at práta við um leyst og
fast og eisini um Bíbliuna og
Guds orð. Hetta var uppá fleiri
mátar júst tað, Lena hevði ynskt,
og hesar vitjananar hjá teimum
gomlu eru framvegis ein týðandi
partur av hennara gerandsdegi.
– Tey eru altíð so blíð og prát-
ingarsom, so umframt at læra
grønlendskt, læri eg eisini nógv
um grønlendska mentan og siðir.
Serliga góðar eru løturnar, tá eg
kann siga eitt bíbliuørindi á
grønlendskum og tosa um Jesus,
greiðir Lena frá.
Kaffimikk - eitt ljóspunkt
Í fyrstuni búði Lena í Nuuk, har
hon eisini hitti Trúgva, sum hon
seinni giftist við. Eftir at tey
fluttu til Paamiut, hava tey fingið
nógv vinfólk millum grønlend-
ingar, umframt trúboðaraparið
Bárður og Jóhonnu Ljósheim,
sum eisini búgva í Paamiut,
saman við døtrunum Anniku og
Heidi. Lena heldur tað ikki vera
nakran trupulleika at koma í
samband við grønlendingar, ser-
liga tí teir altíð eru fúsir at finna
eitt høvi at hittast til tey væl-
umtóktu kaffimikkini.
– Til kaffimikk á teimum
størru merkisdøgunum, verður
allur tann besti maturin, húskið
kann bjóða, settur fram og síðani
er opið hús frá tíðiliga á morgni
til út á seinnapartin og øll eru
vælkomin. Men tað er ikki van-
ligt at steðga so leingi, tí tað er
sjáldan pláss fyri øllum í senn.
Kaffimikk er ein gamal siður í
Grønlandi, sum framvegis er eitt
ljóspunkt, tá lívið tykist tungt og
einsligt. Men tað nýtist ikki at
vera nakar merkisdagur á skránni
fyri at hava kaffimikk. Tað kann
eisini vera eitt barn, ið fyllir _ ár
ella onkur, sum hevur fingið
prógv, sigur Lena.
Í heila tiki hevur familjan og
tann sosiala samveran við onnur
ómetaliga stóran týdning fyri
grønlendingar, greiðir Lena frá.
Tað er har, tey finna síni lívsvirði,
og ikki í tí materiella ella í at eiga
so nógv. Tey hava tað ógvuliga
hugnaligt í heiminum, og kaffi-
mikkið er nokk besta tekin um,
hvussu stórt virði tey leggja í at
vera blíð og at vera saman við
øðrum. Men sum heild eru tey
rættiliga beskeðin og dáma nokk
best at halda seg eitt sindur í
bakgrundini, heldur Lena.
Ongan skund
Eitt tað besta við at búgva í
Grønlandi er tað heilt ótrúliga
góða veðrið, sigur Lena. Stjørnu-
klári himmalin og Norðlýsið í
øllum ælabogans litum um
kvøldarnar kann ikki samanber-
ast við nakað. Og sjálvt um tað
kann gerast rættiliga kalt, so er
tað ongantíð illveður av tí slagn-
um, vit kenna í Føroyum við
regni og vindi. Sum oftast boðar
kuldin bara frá góðum, tí jú kald-
ari tað er, jú klárari er himmalin.
Og so hóskar tað eisini Lenu
sera væl, at fólk í Paamiut hava
so lítlan skund. Tey hava sítt dag-
liga arbeiði á sjúkrahúsinum, í
skúlanum, á krabbavirkinum og
aðrastaðni, men tú sært tey ikki
fara stunandi avstað, meðan tey
hyggja eftir klokkuni.
– Tey geva sær tí til tað, sum
hevur týdning fyri tey. Tað hevur
til dømis sera nógv at siga fyri
tey, at tey deyðu verða borin út á
ein virðiliga hátt, og tí gera tey
rættiliga nógv burturúr jarðar-
ferðum í mun til okkum, greiðir
Lena frá.
Skuggar í gerandisdegnum
Tað er ikki nøkur loyna, at sosi-
alu trupulleikarnir eru stórir í
ávísum pørtum av landinum, og
Paamiut er ikki sloppin undan.
Serliga er tað misnýtslutrupul-
leikarnir og tey mongu ungu,
sum taka seg sjálvi av døgum,
sum kastar skuggar yvir gerand-
isdagin hjá nógvum av íbúgvun-
um í býnum.
– Tey kenna tað ómetaliga
niðurbrótandi hvørja ferð, tað
hendir, og sjálvt um tey vanliga
síggja deyðan sum ein nátúrligan
part av lívinum, so fara tey ong-
antíð at góðtaka hesar meinings-
leysu sorgarleikirnar. Tað er ikki
so ringt at skilja, at tey halda tað
vera sera trupult at tosa um tað,
sigur Lena, sum kortini heldur, at
fólk nú byrja at vera eitt sindur
meir opin um trupulleikarnar.
Lena heldur tað vera ringt at
siga, hvør orsøkin til sosialu
trupulleikarnir í eini bygd, sum
Paamiut, eru. Men hon ivast ikki
í, at stóru flytingarnar frá teim-
um smáu bygdunum í 60num og
70unum til býin hevur gjørt sítt
til. Fyri nógv hevur hetta havt
sera stórar mentanarligar og sosi-
alar broytingar við sær, og tað
sæst enn í gerandisdegnum. Eitt
tað ringasta hjá teimum eldru,
sum hava verið noydd at flyta, er
til dømis ikki at búgva tætt við
kirkjugarðin, har teirra kæru
liggja grivin. Og tað er jú slíkt,
sum vit onnur ikki rættiliga
skilja, greiðir Lena frá.
Dótturin flytur til
Klaksvíkar
Orsøkin til at Lena er heima í
Føroyum í løtuni er, at 15 ára
gamla dótturin Elin fyribils hev-
ur gjørt av taka fyrru helvt av 9.
flokki á skúlanum á Ziskatrøð í
Klaksvík. Og um alt gongur eftir
ætlan, vónar hon at gera seg
lidnan við fólkaskúlan í Føroy-
um. Hetta kemst als ikki av, at
Elin ikki trívist í Paamiut, men
nú hon gongur í framhaldsdeild,
kundi hon hugsað sær at havt
fleiri lærugreinir at velja ímillum
enn tær, skúlin har kann bjóða.
– Læraratørvurin í Grønlandi
er stórur, og tað byrjar av álvara
at merkjast, tá tú kemur í teir
hægru flokkarnar. Til dømis eru
øll tey kreativu og kunningarfak-
ini tikin av tímatalvuni, tí ongir
lærarar eru til tey fakini, sigur
Elin, sum sjálvandi eisini tosar
flótandi grønlendskt. Hon hevur
ikki enn tikið støðu til, hvørja
útbúgving hon ætlar at taka
seinni, men tað er í hvussu er al-
tíð stórur eftirspurningur eftir
útbúnum fólki, ið tosa grøn-
lendskt og danskt.
– Vit hava nógvar góðar
danskar lærarar, men trupulleikin
er, at nógvir av teimum ikki
skilja grønlendskt, og at nógv
grønlendsk børn ikki skilja
danskt, sigur Elin, sum javnan
hevur virkað sum tulkur millum
lærarar og næmingar í sínum
flokki.
Upp til Elina at velja
Elin heldur tað vera sera spenn-
andi at byrja í einum føroyskum
skúlaflokki. Fleiri av næmingun-
um kennir hon frammanundan
frá sínum mongu summarferium,
har hon eisini hevur fingið
nógvar vinir millum tey ungu í
brøðrasamkomuni í Klaksvík. Og
har fer hon uttan iva at brúka ein
stóran part av síni frítíð.
– Og so hopi eg eisini at finna
eitt borðtennisfelag í Føroyum,
sum eg kann gerast limur í. Eg
havi spælt nógv borðtennis í
Paamiut, men tað letur ikki til at
tað er møguligt at finna eitt felag
her í Klaksvík. Men hvør veit,
kanska eg kann vera við til at
seta okurt í gongd, smílist Elin,
sum tó væntar, at hon fer at
sakna familjuna nógv, nú hon
skal búgva í Føroyum næsta
hálva árið.
– Tað hendir kanska ikki altíð
so nógv í Paamiut, og tí kemur
familjulívið at fylla nógv í ger-
andisdegnum, so tað verður eitt
sindur løgi ikki at hava foreldrini
og beiggjarnar rundan um meg,
sigur Elin og hyggur uppá
mammuna.
Lena nikkar, og ivast heldur
ikki í, at tey fara at leingast illa.
Hinvegin heldur hon eisini, at
hetta er ein frálíkur møguleiki
hjá Elini at koma at kenna land-
ið, har hon hevur sínar røtur, so
hon sjálv betri verður før fyri at
velja, hvar hon ætlar at búgva í
framtíðini.
– Á ein hátt valdu vit jú fyri
Elina og synirnir hjá okkum, tá
vit búsettu okkum í Grønlandi.
Nú er Elin nóg stór til sjálv at
velja, og tann møguleikan vil eg
fegin geva henni, sigur Lena,
sum sjálv fer aftur til Grønland í
næsta mánað.
Lena valdi Grønland:
Nú sleppur dótturin at velja
•
Paamiut - danska navnið er Frederikshåb
•
Ein av elstu búsetingunum í Grønlandi (1742)
•
Liggur umgyrdur av fjøllum uml. 200 fjórðingar sunnanfyri
høvuðsstaðin Nuuk, beint við munnan á fjørðinum
Kuannersooq. Navnið Paamiut merkir "Tey, sum búgva við
munnan"
•
1800 íbúgvar, umframt 200 í bygdini Arsuk, sum eisini hoyrir
til kommununa.
•
Skúlar: Fólkaskúli, og sjómanns/fiskivinnuskúli og grundskúli
til ymsar yrkisútbúgvingar
•
Annað: Sjúkrahús, býráðshús, kirkja, lokal útvarps- og sjón-
varpsstøð, bústovnur fyri brekað, barnagarður, forngripasavn,
handlar, gistingarhús,
•
Høvuðsvinnan er fiskivinna og krabbaveiða.
•
Havið runt um er fiskaríkt, og flestu hvalasløg eru at síggja,
so sum sildrekar, finnhvalir, mastrarhvalir og kúlubøkur
FAKTA
Lena vil fegin geva dóttrini Elin møguleika at koma at kenna landið, har hon hevur sínar røtur, so hon betri sjálv
kann velja, hvar hon helst vil vera
Hvørt summar eru Lena og familjan á barnalegu í Ameralikfjørðinum
nærhendis Nuuk. Á leguni verður grønlendska flaggið vundið á stong hvønn
morgun, meðan fyrsta ørindi av tjóðsanginum verður sungið
Lena saman við manninum Trúgva og børnunum Otto Eivind, Elin og Karstin
15 ára gamla Elin er júst byrjað í 9.
flokki í Skúlanum á Ziskatrøð í
Klaksvík. Hon vónar at gera
fólkaskúlan lidnan í Føroyum
C
M
Y
K
25
24