leygardagur 21. august 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 158 - 21. august 2004
Sosialurin Nr. 158 - 21. august 2004
7
Hóast málið hevur verið -
soleiðis sum olympiska
flaggið boðar frá - at savna
og styrkja heimssamfelag-
ið, so hava olympisku
leikirnir altíð verið høvi,
har stríð, kegl og spenning-
ar og tvídráttir millum
heimsins tjóðir og onnur
við styrki og myndugleika
at seta seg ígjøgnum hava
átt stóran lut í dagsskránni
OL OG
HEIMSPOLITIKKURIN
Jóannes Hansen
Í olympisku leikunum eru alt
kegl og allir spenningar beindir
av vegnum. Tá ræður tað um at
luttaka og í sunnari kapping at
telvast um, hvør er skjótastur,
drúgvastur, sterkastur og snild-
astur. Hetta er dreymurin, og
hann ber olympiska flaggið, sum
fyrstu ferð veittraði yvir leikun-
um í Belgia í 1920, boð um.
Ímyndin er altarið í Delfi, og teir
fimm samantvinnaðu ringarnir
siga frá samvinnu og samanhaldi
millum tey fimm kontinentini -
Amerika, Asia, Afrika, Australia
ella Oceania og Europa. Men eitt
er dreymur, og nakað annað er
veruleikin. Síðani leikirnir í
nýggjari tíð vórðu veruleiki í
1896, hevur tað hvørja ferð verið
soleiðis, at politiskar rembingar
og spenningar hava havt árin á,
hvussu leikur er farin.
Leikirnir í Athen eru einki und-
antak. Hetta eru fyrstu leikirnir
síðani 11. september í 2001. Áður
hava tað verið tjóðir og felags-
skapir, sum hava verið orsøk til
spenningar og boykott. Hesa ferð
er øðrvísi. Eingin hevur sett seg
aftur orsaka av stikni ella ófriði.
Men samstundis ivast eingin í, at
fíggindin er har, og at tað alla
tíðina er møguleiki fyri, at hann
skal gera um seg. Trupulleikin er,
at eingin veit, hvør hann er, hvar
hann er, og hvussu hann møgu-
liga fer at gera um seg.
Margretha drotning er í Athen
í hesum døgum. Av politiskum
ávum hevur hon ikki verið har,
síðani hon var í brúdleypi hjá
yngstu systrini, sum giftist
grikska konginum í 1964 ella
stutt eftir, at hon hevði verið í
Føroyum, og føroyingar í juli í
1963 høvdu eygleitt hana og
systrarnar báðar, tá ið tær í før-
oyskum klæðum saman við páp-
anum vóru við til vígsluna av
Christianskirkjuni í Klaksvík.
Í 1967 vóru griksku kongs-
hjúnini noydd at flýggja. Inntil
fyri heilt fáum árum síðani vóru
tey illa sædd av politisku mynd-
ugleikunum í Grikkalandi. Tí
vitjaðu tey ikki har, og danska
drotningin var solidarisk við
systrina. Tá ið hon ikki var
vælkomin í sínum heimlandi, so
vildi Margretha heldur ikki vitja
har. Nú hevur Anna Maria aftur
verið fleiri ferðir í Grikkalandi,
og so nýtir danska drotningin
olympiska høvið at vitja Athen.
Men tað er ikki bara soleiðis at
siga tað. Vandin fyri terrorist-
álopum lúrir, og Thetis fylgist
við Dannebrog til Athen fyri at
ansa eftir, at eingin ger drotning-
ini nakað. Higartil hevur tað ver-
ið friðarligt í Athen, og omaná
tykist alt at ganga friðarliga og
róliga fyri seg. Men ókendi fígg-
indin, sum tað ber so illa til at
verja seg ímóti, kann so skjótt
gera um seg, og vaktarhald og
eftirlit sigast vera meiri og størri
enn nakrantíð áður. Eitt nú hava
fleiri av luttakandi londunum sítt
egna vaktarhald við sær.
At heimspolitikkurin og
heimsskipanin hava havt árin á
olympisku leikirnar eru tað so
mong dømi um. Tað er eisini
komið fyri, at kuril er komin á í
danska ríkinum í sambandi við
olympisku leikirnar.
Góða tíðarskeiðið
Hesa ferð hevur lítið og einki
verið at hoyrt um boykott orsaka
av altjóða ósemjum. Síðani bip-
olara heimsskipanin hvarv fyri
fimtan árum síðani, hava polit-
iskar fintir, tá ið avgerðir hava
verið tiknar um, hvør skuldi eiga
heiðurin at skipa fyri leikunum,
fleiri ferðir verið at sæð. Sera
væl eydnaðu leikirnir í Sidney
fyri fýra árum síðani eru gott
dømi um hetta. Kina tóktist
skulu vinna rættin, tá ið tað varð
atkvøtt í 1994. Í trimum teimum
fyrstu atkvøðugreiðslunum fingu
teir flest atkvøður, men í enda-
ligu atkvøðugreiðsluni lá Austra-
lia á teimum. Í Sidney lá væl fyri
at skipa fyri, og mest ítøkiliga
úrslitið í danska kongaríkinum
var nýggja krúnprinsessan. Og so
sleppa vit tí kongaliga!
Eisini tá ið avgerðin skuldi
takast um, hvør skuldi eiga leik-
irnar í 1996 varð stórpolitikkurin
uppií, um enn hann var eitt sind-
ur fjaldur ella rættari í øðrvísi
hami. Tað varð roknað við, at
Athen skuldi vera vertur, nú tað
vóru hundrað ár síðani fyrstu
leikirnar í nýggjari tíð. Men
Athen tapti stríðið. Samferðslu-
kervið í Grikkalandi og grikska
høvuðsstaðnum segðist ikki vera
nóg gott. Tað var tað ikki. Men
tað hevði ivaleyst tá, sum tað
hevur verið tað fram ímóti hes-
um leikunum, verið møguleiki
fyri tí íløguni.
Í staðin fyri stórveldini, sum
inntil fyri fimtan árum síðani
vórðu roknað at hava hugsjónar-
ligu hendurnar á stýripinninum,
so hava tað síðani verið altjóða
fyritøkur, sum hava havt uppaftur
meiri at siga, enn tær høvdu
frammanundan. Í 1996 vóru leik-
irnir í Atlanta. Tað var óvæntað,
tí leikirnir í 1984 høvdu verið í
USA og Los Angeles. Men Coca
Cola hevur høvuðssæti í Atlanta,
har tað gekk sum eftir ánni -
næstan. Carl Lewis, sum longu í
1984 hevði vunnið somu fýra
gullkrónurnar, sum Jesse Owens
hevði vunnið í paraduni hjá
Hitler í 1936, vann longdarlop
fyri fjórðu ferð á rað. Eftir
níggju gullkrónur boðaði hann
frá, at nú fór hann at gevast.
Hann verður mettur at vera fyrsta
heilt stóra lýsingaidolið í olymp-
iska søguni. Altjóða fyritøkur
nýttu svartlødda mannin at sann-
føra serliga ung um, at tað nú var
best at keypa hesar skógvarnar
og hinar buksurnar.
Myrki bletturin á leikunum var
bumbuspreinging í sambandi við
stóra konsert. Tvey ungfólk
doyðu, og tað er framvegis óloyst
gáta, hvør tað var, sum hevði lagt
bumbuna.
Leikirnir í Barcelona í 1992
vóru heimspolitiskt eyðkendir av,
at ein rúgva av nýggjum tjóðum
luttóku fyri fyrstu ferð. Gamla
Sovjetsamveldið og gamla Jugo-
slavia vóru sundurlimað, eftir at
Berlin múrurin, sum mest var
hugsjónarlig ítøkiligger av kalda
krígnum og jarntjaldinum, var
tikin niður stutt frammanundan.
Kapitalismunnar sigur hevði við
sær, at nú var liðugt við sosialist-
iskum statsamatørum, og nú var
fyri fyrstu ferð loyvt topptrimm-
aðum yrkisíðkarum at taka lut í
olympisku leikunum. Lýðveldini
í gamla Sovjetsamveldinum lut-
tóku undir SNG navninum. Tey
vunnu 112 málmkrónur. Tað var
framúr, og tað var samstundis
punktum fyri eystureuropeiska
dominansinum, sum hevði verið
so ógvusligur í næstan fjøruti ár.
Eystureuropa og leikirnir
Tað gongur skjótt, og - so segði
Storm P, sáli - tað er torført at
spáa - serliga um framtíðina. Í
hesum døgum er púra óhugsandi,
at olympisku leikirnir skulu fara
fyri bakka. Teir hava staðfest seg,
og Peking verður vertur fyri leik-
irnar í 2008. Men í seksti, sjeyti
og áttati árunum vóru ábending-
arnar nógvar og stórar um, at
leikirnir kanska ikki í framtíðini
fóru at vera tann altjóða friðar-
pallurin, sum tað hevði verið lagt
upp til, at teir skuldu vera.
Frá tí at Lenin og hansara bol-
sjevikkar tóku valdið í Russlandi
og tóku lívið av sarinum og
hansara næstu og settu Sovjet-
samveldið á stovn og søgdu seg
við kommunistaflokkinum ætla
sær at skipa eitt nýtt samfelag,
sum skuldi broyta heimin, luttók
Sovjet ikki í olympisku leikun-
um. Teir vórðu roknaðir sum
kapitalistiskt glansibílæt og
óhóskandi fyri samfelag at taka
lut í, sum segði seg fyrst og
fremst hava stættarstríðið og um-
støðurnar hjá fæloysingum fyri
eyga.
Eftir at leikirnir vóru fluttir úr
Tokyo í 1940, tí Japan nakað
frammanundan var farið í kríggj
við Kina, var ætlanin, at leikirnir
ístaðin skuldu vera í Finnlandi
og Helsingfors. Men her kom
Sovjetsamveldið fyrstu ferð í
olympiskum høpi óbeinleiðis
uppí leikin. Teir vóru farnir í
kríggj við Finnland, sum teir
høvdu lagt undir seg, og tí vóru
leikirnir av ongum.
Tá ið leikirnir vóru í London í
1948, vóru Týskland og Japan
ikki boðin at vera við. Tey høvdu
tapt kríggið, men Italia, sum
hevði verið á tapandi liðnum,
varð boðið at vera við. Tað
dugdu tey flestu ikki at skilja,
men italiumenn høvdu dugað at
snúgva sær, so teir vóru endaðir
røttu megin.
Tá ið leikirnir í 1952 vóru í
Helsingfors, høvdu Sovjetsam-
veldið og Eystureuropa broytt
støðu. Nú sóu teir leikirnar sum
gylt høvi at vísa kapitalistiska
heiminum, at framburðurin og
menningin í kommunistiska
heiminum eitt nú bar framúr
ítróttarfólk og avrik við sær. Fyri
fyrstu ferð síðani í 1912 vóru
russarar við, og tað var ikki við
mýkindum. Næst eftir USA
vunnu teir flest heiðursmerkir.
Altjóða olympiska nevndin legði
vertin á kalda kríggið. Sjálvandi
hevur hugburðurin hjá henni tá,
sum hann eisini hevur verið tað
bæði fyri og síðani, avspeglað
valdsstøðuna og valdsbýtið í
heiminum. Í 1952 í Helsingfors
vildi nevndin ikki góðkenna
DDR ella Eysturrýskland sum
sjálvstøðugan luttakara. Týsk-
land varð býtt sundur í vestur og
eystur í 1947, og í 1952 segði
DDR kortanei at luttaka saman
við Vesturtýsklandi. Men olymp-
iska nevndin stóð við sítt, og í
leikunum í 1956, 1960 og í 1964
vóru londini, sum í kalda krígn-
um vóru ímyndin av og víðvøllur
í kalda krígnum, á sama OL liði!
Olympiska kappingin millum
hugsjónarligu oddvitarnar, USA
og USSR, var knallhørð. Í 1956,
1960, 1972, 1976, 1980 og í
1988 var USSR best. Hinar ferð-
irnar vóru amerikumenn bestir á
heiðursmerkjalistanum. Í 1992
var SNG ovast. Tvær tær sein-
astu ferðirnar hevur USA verið
best. Tað fara teir kanska eisini
at vera hesa ferð. Men um ol-
ympisk heiðursmerki skulu nýt-
ast sum metingargrundarlag fyri,
hvør er á veg upp á altjóða stór-
politiska tindin, so liggur Kina
væl á kósini, sum teir leingi hava
verið roknaðir at stýrt.
Nú er DDR vorðið DD var,
sum Eddie Skoller plagdi at
skemta. Landið er burtur, og tað
sæst aftur í olympisku avrikunum,
at Týskland hevur havt tað strevið
búskaparliga síðani samanlegg-
ingina. DDR var ongantíð besta
landið í olympisku leikunum.
Men tað var fleiri ferðir fram
ímóti at gerast veruleiki. Ikki
minst í Seoul í 1988, tá ið svimj-
arin Kirstin Ottos, sum seinni er
vorðin kend sum sjónvarps-
kvinna, vann seks gullkrónur í
svimjing. Harvið var um reppið,
at hon tók metið frá Mark Spitz,
ið, sum tað varð nevnt fyri viku
síðani, vann sjey gullkrónur í
1972. Eisini í Athen hava royndir
verið gjørdar at taka metið frá
Mark Spitz, men royndin er longu
miseydnað. Mark Spitz vann for-
restin eisini medaljur í Meksiko
City í 1968. Ta ferðina svam hann
tvær gull, eina silvur og eina
bronsu krónu til stóru USA rúgv-
una av heiðursmerkjum.
Tað varð ofta skotið eystur-
europearunum í skógvarnar, at
tað var við doping, at teirra
ítróttarfólk gjørdust vinnarar og
stjørnur. Á leikunum í Seoul í
1988 gjørdist doping fyribrigdið
rættuliga veruleiki. Ikki tí tað
frammanundan ikki hevði verið
nógv av øllum hesum, men tí
tøknfrøðin og vísindin og tilvit-
anin vóru vorðin størri. Fyrsta
stóra skandalan, sum varð avdúk-
að, var kortini ikki eystureurope-
isk. Kanadiumaðurin Ben John-
son vann spennandi 100 metra
finaluna á Carl Lewis, men hann
varð seinni kolldømdur fyri
doping, og so fekk Lewis gull-
krónuna í Seoul.
Boykottini
Viðhvørt hava politisku boykott-
ini verið so mong og víðfevnd, at
tað hevur verið ivast í, um leikir-
nir av røttum kundu bera sítt
navn og síni eyðkenni.
Meinastu boykottini vóru í
1980 og í 1984, tá ið kalda
kríggið framvegis tóktist vera í
hæddini. Felags fyri bæði boy-
kottini var kortini, at tey vístu, at
áralagið var ikki so gott í bipol-
aru skipanini, sum tað hevði ver-
ið og var roknað við, at tað
skuldi vera.
Undan leikunum í 1980 strídd-
ist USA forsetin Jimmy Carter
nógv fyri at fáa USSR úr aftur
Afghanistan, sum Sovjetsam-
veldið hevði hersett í 1979. Cart-
er hótti við, at USA og vestur-
heimurin ikki fóru at luttaka í
olympisku leikunum í Moskva í
1980, um Sovjet og Bresznew
ikki gjørdu, sum hann segði. Tað
gjørdi Sovjetsamveldið ikki, og
so hildu USA og teirra sameindu
seg burtur. Men ikki øll somul.
Japan, Kanada, Týskland og
Noreg tóku undir við USA, með-
an Kina og Kenya hildu seg burt-
ur av øðrum ávum.
Amerikumenn vóru vónbrotnir
av øllum sínum vinum í Europa,
olympisku leikirnir haltaðu, og
USSR og DDR sólaðu sær í
øllum sigrunum.
Í 1984 segði Eystureuropa
takk fyri seinast. Hóast fleiri
teirra høvdu hug at rykkja í sov-
jetiska tjóðrið, so vóru tað bara
so at siga leysgangararnir, Rum-
enia og Jugoslavia, sum luttóku.
Í 1988 helt Kuba seg burtur
saman við Etiopia, Nicaraugua
og Albania. Norðurkorea vísti
seg heldur ikki. Teir vildu sleppa
at standa sum fyrireikarar saman
við Suðurkorea. Altjóða olymp-
iska nevndin gav teimum loyvi at
skipa fyri nøkrum kappingum,
men tá ið teir spentu bogan og
vildu hava, at ein triðingur av
kappingunum skuldi ganga fyri
seg norðanfyri 38. breiddarstig
norður, segði olympiska nevndin
nei, og so takkaðu teir í Norður-
korea fyri seg.
Hóast tey ikki eru eins kend
sum boykottini orsaka av kalda
krígnum, so vórðu fleiri onnur
boykott frammanundan, og tey
høvdu í flestu førum við trup-
ulleikar og óloystar spurningar á
altjóða politiska pallinum at gera.
Í kjalarvørrinum av terrorálop-
unum í Týsklandi í 1972, sum
føroyskur sjónarváttur greiðir frá
í aðrari grein í dag, var vaktar-
haldið í Montreal í Kanada
ógvusligt. 22 afrikanskar og
arabiskar tjóðir, sum vóru komn-
ar upp á pláss í Montreal, fóru til
hús aftur, áðrenn leikirnir vóru
settir. Tað góvu stjórnirnar teim-
um boð um. Orsøkin var tann, at
New Zealand luttók. Afrikansku
og arabisku londini hóttu olymp-
isku nevndina. New Zealandska
rugby landsliðið hevði verið og
vitjað annars avstongda Suður-
afrika, har hvíta minniluta
aparteidstýrið sat við valdið. Um
olympiska nevndin ikki sendi
New Zealand til hús, so vildu
vinmenninir hjá ANC og Nelson
Mandela ikki spæla við.
Fýra ár frammanundan hevði
olympiska nevndin verið hótt, og
tá høvdu teir boygt seg og sent
Rhodesia, har Ian Smith sat við
róðrið hjá hvíta minnilutastýrin-
um, til hús. Hesa ferð vildi
nevndin ikki boyggja seg, New
Zealand luttók og 22 tjóðir fóru
til hús.
Taiwan ella Formosa Kina fór
eisini til hús. Tað var av øðrum
orsøkum. Teir vildu sleppa at
luttaka undir Kina navninum.
Tað vildi Kanada, sum hevði
fólkalýðveldið Kina sum týdn-
ingarmiklan útflutningarmarknað
fyri hveiti, ikki, og so fór Taiw-
an, sum hevði og hevur næsta
grannan hjá Kanada, USA, sum
sína bestu verju, til hús. Tað neit
og sleit á so mangan hátt.
Ójavni heimurin
Japan fekk UG fyri fyrireikingar-
nar av leikunum í 1964. Síðani
hava hesir leikirnir verið roknað-
ir sum ímyndin av búskaparliga
frambrotinum hjá Japan, sum
skjótt lyfti seg millum tey
fremstu og ríkastu, og har hava
teir verið síðani. Av politiskum
ávum vóru Indonesia og Norður-
korea ikki við, og Suðurafrika
var, sum so mangan síðani, ikki
bjóðað at luttaka.
Í 1960 vóru leikirnir í Róm,
sum longu í 1908 var ætlað at
eiga leikirnar. Ta ferðina skikkaði
Vesuv sær so mikið illa, at tað var
neyðugt at flyta leikirnar til
London. Hóast rasuófriðurin var
nógvur í USA um hesa tíðina, so
vóru amerikumenn sum heild
stoltir av unga Cassius Clay, sum
trein fram á altjóða boksipallin.
Leikirnir í Róm verða minstir
sum teir, tá ið sjónvarpið fyri
fyrstu ferð av álvara var við og
harvið bar møguleikar við sær hjá
fólki kring heimin - ríkara partin
av honum - at fylgja við.
Í 1956 var heimurin rættuliga
ljótur. Olympisku leikirnir vóru í
tveimum. Orsaka av strongu vet-
irineru krøvununum í Australia
vóru flestu ríðikappingarnar í
Svøríki í juni. Fimm mánaðir
seinni var størsti parturin av
leikunum í Melbourne.
Frammanundan hevði Sovjet
saman við feløgum sínum í War-
zawa samgoguni verið í Ungarn
og sett politiska myndugleikan
upp á pláss og kúgað fólkaviljan.
Harafturat hevði kríggj verið í
Miðeystri. Ísrael hevði tikið
egyptiska partin av Sinai hálv-
oynni, og Nasser ognartók Suez
veitina. Holland, Spania, Sveis,
Egyptaland, Libanon og Irak
hildu seg burtur, og finalan í
vatnpolo gjørdist tjóðskaparligt
og hugsjónarligt kríggj. Ungarn
og Sovjetsamveldið spældu, og
tað smakkaði væl alla staðni enn
í Moskva, at Ungarn vann 4-0!
Leikirnir í Meksiko City í 1968
vórðu ikki nevndir omanfyri.
Ongantíð í nýggjari tíð hava so
mong latið lív í sambandi við
olympiskar leikir sum ta ferðina.
Tað varð nógv tosað og skrivað
um tað høpisleysa í, at eitt land,
har stórur partur av fólkinum
livdi undir hungursmarkinum og
hevði ógvuliga ússaligar lívsum-
støður, skuldi átaka sær leiklutin
at vera vertur og harvið gera risa
íløgur, sum kundu havt verið
betri gjørdar. Tíggju dagar undan
leikunum var nógvur studenta-
ófriður, sum tað varð nevnt. Løg-
reglan fekk hjálp frá tjóðarhirð-
ini, og ikki færri enn umleið eitt
túsund mótmælisfólk lótu lív.
Bæði fyri og síðani hava ol-
ympisku leikirnir verið nýttir
sum vápn og amboð í stórpolit-
ikkinum og ikki minst í fátæka
partinum av heiminum. Ítróttur
og serliga olympisku leikirnir
hava ofta verið sagdir at vera
límið, sum hevur verið nýtt at
halda eitt nú afrikansk lond, sum
hava ligið í stríði við seg sjálvi,
saman. Og viðhvørt hava fátøk
lond nýtt olympisku leikirnar
sum amboð at arga tey stóru við.
Besta dømið um hetta er
Kuba, ið er tað menningarlandið,
sum síðani 1972 hevur vunnið
nógv mest í olympiskum leikum.
Hóast kalda kríggið er liðugt, so
hevur hugsjónarligi bardagin við
USA framvegis stóran týdning á
Kuba. Tjóðskaparhetjurnar Fidel
Castro og Che Guevara vóru væl
greiðir yvir týdningin, ið teir
høvdu sum idol, og teir nýttu
ítróttarliga møguleikan fyri hes-
um. Ofta hevur fyrrverandi bask-
etballstjørnan og gurilla krígs-
maðurin Fidel Castro verið av-
myndaður nakin yvir beltinum,
tá ið hann hevur latið sum um, at
hann púra "spontant" foldaði seg
út sum ítróttarmaður. Saman-
tvinningin av Castro sum krígs-
manni og ítróttarmanni sigst
hava givið honum sama status,
sum gomlu grikkarnir, ið upp-
funnu olympisku leikirnar, góvu
teirra ítróttarmonnum og krígs-
monnum.
Serliga framúr dugnaligu kub-
ansku boksararnir hava verið
amerikumonnunum forargiligir.
Teófilo Stevenson, Javier Soto-
mayor, Felix Savon og aðrir hava
verið hent amboð í royndini hjá
Castro at styrkja tjóðskaparliga
samleikan og harvið at seta eyð-
sýnd mørk til stóra grannan fyri
vestan. Nú hevur Kuba søkt um at
verða vertur fyri olympisku leik-
unum í 2012. Castro gamli hevur
framvegis eyga fyri propagandu,
og hann veit framvegis hvørjar
knøttar hann skal trýsta á.
Tá danir trumfaðu
Og so venda við aftur til danska
kongaríkið og enda olympisku og
politisku hugleiðingarnar við tí
ferðini, tá ið Danmark í olymp-
iskum høpi spældi harri og var
orsøk til kreppu. Kanska ikki so
stóra í altjóða høpi, men áhuga-
verda í ríkisrættarligum høpi.
Tá ið leikirnir í 1912 vóru í
Stokholm, vóru tveir íslendingar
úttiknir at vera við á danska liðn-
um. Ísland hevði tá heimastýri í
danska kongaríkinum. Svensku
vertirnir góvu íslendingunum
teirra egna navnaskelti at bera í
sambandi við setanina av leikun-
um. Ætlanin var so, at teir báðir
íslendingarnir skuldu gangast
aftastir í donsku gonguni. Rímu-
ligt vóru íslendingarnir orduliga
við upp á hetta.
Tá ið danski olympiski for-
maðurin frætti tíðindini, spann
øði í hann. Frederik VIII var
deyður 14. mai í Hamburg.
Christian X, sum var abbi
Margrethu drotning, sett seg á
trúnuna dagin eftir, og stjórnin
hjá honum við konselipresident-
inum Klaus Berntsen á odda var
upptikin av at leggja størri skatt
á danir, tí statskassin tá, sum tað
so ofta hevur verið síðani - eisini
í Danmark - var tómur. Í skundi
fekk danski olympiski formaður-
in donsku stjórnina at snikka eitt
telegramm til, sum noktaði ís-
lendingunum at trína fram við
sínum egna skelti. Politikararnir
tveittu skattalógir og alt annað í
hesum høpinum fyri teir týdning-
arleysa frá sær. Tá ið íðkarnir
stóðu klárir at ganga inn, kom
telegrammið frá stjórnini. Íslend-
ingarnir tveittu skeltið í veitina
og søgdu bums nei at luttaka í
donsku gonguni!
Ítrótturin megnar hvørki at
ganga ella renna undan politikk-
inum.
Ítrótturin megnar ikki at renna undan politikkinum
Fegnir svimjarar úr Suðurafrika eftir at hava vunnið gull í 4 x 100 metrar fríari liðsvimjing. Aftanfyri sæst Michael Phelps, ið er boðið hjá amerikumonnum at gera Mark
Spitz bragdið eftir, tá hann í 1972 vann sjey gullmedaljur. Olympiskur Leikirnir hava mangan verið kastibløka í stórpolitikki. Carter og Bresnjev vóru orsøk til boykottini í
1980 og 1984. Hóast Nelson Mandela var fongslaður, so áttu hann og ANC nógvar góðar vinir, ið ikki vildu samstarva við Suðurafrika - heldur ikki til OL. Josef Bros Tito í
Joguslavia legði vertin á sovjetiska boykottið
C
M
Y
K
27
26