Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 158 - 21. august 2004 9 8 Sosialurin Nr. 158 - 21. august 2004 2. PARTUR Reykjavík Tá vit komu til Reykjavíkar, fóru vit at sleppa okkum av við vogn- in við ljóðførunum í. Vit sluppu at seta hann í bilhúsið hjá Nannu, eini konu, vit høvdu møtt í Seyðisfirði. Síðani fóru vit at finna eitt tjaldingarstað. Vit funnu eitt beinanvegin í Laugar- dali, sum er eitt stórt ítróttaøki í Reykjavík. Tá vit høvdu sett tjøldini upp fingu vit okkum ein bita, tí allir vóru svangir. Tá allir vóru mettir og væl settir, settu nakrir av okkum seg at jamma og eta keks, og fólk klappaðu aftaná hvønn sang, meðan onnur vóru eitt sindur irriteraði, tí tey vildu sova. Vit spældu bert allíkavæl. Totally mega Rock ‘n’ Roll! Vit høvdu tvær konsertir í Reykjavík. Eina í "Hitt Húsið" og hina í einum av størsta spæli- staðnum í Íslandi, "Grand Rokk", har allir rokkarnir hanga út. Hitt Húsið Tað fyrsta spælistaðið var "Hitt Húsið". Vit skuldu spæla saman við BoB og Lada Sport. Tá vit komu til "Hitt Húsið" til ljóð- royndina og skuldu bera ljóðfør- ini inn, fór at regna. Tað minti einamest um eina endascenu í einum action- ella ræðufilmi, so nógv regnaði tað. Allir vóru bangnir fyri sínum ljóðførum og tí sum har hoyrir til, men mest av øllum Bjartur, tí hann hevði einki lok á sínum pedalborði. BoB spældu fyrst. Teir spældu merkiligan tónleik við nógvum effektum, og tann eini gittarleik- arin hevði meira pedalir enn Frans, og tað er ikki lítið, for- telur Frans. Lada Sport vóru næst í røðini, og teir vóru feitir. Teir spældu straight-out punk- rokk blandað við teirra egna stíli, sum vit vildu kalla Ajungilaqué. Nú skuldu 48 Pages á pallin. Vit hildu, at vit spældu fínt, men tað gjørdu áskoðararnir tíverri ikki. Fá fólk klappaðu fyri okkum, so vit klappaðu bert sjálvir. Síðstir á pallin vóru Speaker. Teir rokkaðu mega. Janus, sangari og gittar- leikari, smíltist til allar gentur- nar, og tær smeltaðu. Á, um ikki onkur gjørdist forlipt/ur í honum. Sjálvt um áskoðarunum ikki dámdu so væl 48 Pages, so dámdu gentunum væl Bartal. Hann var nemliga tann einasti at skriva autograf til gentur ella nakran tað kvøldið. Grand Rokk Vit skuldu spæla í Grand Rokk sunnukvøld, 25/7. Vit vistu ikki, hvar Grand Rokk var, so vit fóru til Nannu og bóðu hana hjálpa okkum, og tað gjørdi hon. Vit skuldu spæla saman við Dýrðin og Heiða og Heiðingjarnir. Fyrst spældu Dýrðin, og tey spældu midi-pop. Tað var mega kul. So spældu Speaker, og teir grand- rokkaðu húsið. Serliga ein, ið nevndist Gunnar, kendi seg sum eina lítla gentu til eina Back- street Boys konsert, tá Speaker spældi. Hann dansaði tann feit- asta fullamanna dansin, vit nakr- antíð hava sæð. Síðani komu 48 Pages á pallin. Vit grandrokkaðu eisini totalt. Tað eru ikki orð, ið kunna siga frá, hvussu tað kend- ist á pallinum hesa løtu. Men vit royna hóast alt. Tað var "Tha beeeeest, maaaan" og "super". Síðani kom høvuðsnavnið hetta kvøldið, Heiða og Heiðingjarnir. Hetta var TANN feitasti bólkur- in, sum vit sóu í Íslandi. Hetta var ein sera væleydnað konsert hjá báðum bólkunum. Eyðun og "daman" í íslendskum útvarpi Tann síðsta dagin í Reykjavík, fóru vit at møta Heiða og Nannu fyri at siga takk fyri alla hjálp- ina, sum tær høvdu veitt okkum gjøgnum allan túrin. Heiða vildi fegin hjálpa okkum at sleppa í útvarpið. Tá vóru vit allir uttan Eyðun so svangir, at vit valdu at fara at eta hotdog ístaðin. Hetta var eitt upplivilsi fyri seg. Hot- dog-maðurin gjørdi ein hotdog uppá 6 sekundir. Ímeðan vit ótu hotdogs, vóru Eyðun, Heiða og Karl Anton og promotaðu fløg- una "Ampaljóð", sum enn fæst í flest øllum fløguhandlum í Før- oyum fyri bert 100,- kr. Tað gekk stak væl, og tey vóru væl móttikin allastaðni, har tey komu á gátt. Ólavsøka í Íslandi Vit longdust allir heim til ólav- søkuna, so vit gjørdu av at halda okkara egnu ólavsøkukonsert. Vit framførdu lagið "Ikki kukka", Frans spældi gittar og sang, Bjartur rappaði, og hinir sungu kór. Ein sera væleydnað konsert. Vit hildu eisini hvør sína talu. Karl Anton tosaði longst, so tá hann varð liðugur, vóru vit allir so troyttir, at vit fóru í song. Vit hildu eisini ólavsøku umborð á Norrønu, har 48 Pages spældu til dans, meðan dansibólkurin hevði ein lítlan steðg. Bartal spældi á ein 6-streingjaðan bass, og Frans spældi heavy-metal á kassagittar, og hann mundi brotið hann, tí hann spældi so heavy. Tá vit traðkaðu á land aftur í Føroyum kl. 6.00, tá ólavsøkan júst var enda, stóðu vit bara. Sjálvt um nógv vinfólk vóru og tóku ímoti okkum, stóðu vit bara... og vit standa enn. Maðurin aftanfyri alt Karl Anton Klein, størsti rokkar- in í Føroyum. Uttan hann hevði túrurin ikki verði veruleiki. Vit takka honum fyri alt, hann hevur gjørt fyri at gera henda túr til veruleika. Tó, so vilja vit eisini takka foreldrum og vinum fyri allan tann moralska og í onkrum førum peningaliga stuðulin, tey hava givið okkum. Stuðlar Vit vilja sjálvandi eisini takka øllum stuðlunum fyri teirra hjálp. Uttan hesar hevði túrurin ikki blivið til nakað. Tøkk til: Smyril Line - Sosialur- in - Mentamálaráðið - FITUR - Margarinfabrikkin - Tórshavnar Skipasmiðja - Barnabati - Tórs- havn Nuuk Reykjavík - Storno - Restorff’s - Oda Andreassen - Bacalao - Eimskip - Kongshavn- ar Útgerðarfelag - P/f Opel - MC Sølan. Speaker & 48 Pages: Fingu Ísland at skelva Framhald av grein frá leygardegnum 14. august 2004. Skrivað av Bjartur Dal-Christiansen, Frans J. A. Galán og Bartal Læarsson C M Y K 29 28