Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 30 Nr. 158 - 21. august 2004 KRONIKKIN Jóanes Nielsen Tá USA, Bretland, og teirra sam- eindu á vári í 2003 lupu á Irak, hendi tað gleðiliga, at Javnaðar- flokkurin og Tjóðveldisflokkurin, tóku stig til ein mótmælisfund í miðbýnum í Havn. Um tað mundið var samstarvið í full- veldissamgonguni av tí vánalig- asta, og skuldi tað hent, sum fleiri væntaðu, at samgongan skrædnaði, so var tað ikki óhugs- andi at omanfyri nevndu flokkar kundu byrja at tosa meiri álvars- liga saman um parlamentariskt samstarv. Tað var í øllum førum mín hugsan tann dagin mótmæl- isfundurin varð hildin. Í sosialum spurningum eru flokkarnir rætti- liga samdir, og nú Javnaðar- flokkurin var ímóti krígnum og gjørdi sítt til at verja irakiskan suverænitet, kundi tað týtt uppá, at flokkurin eisini var farin at hugsa meiri álvarsliga um okkara egna suverænitet. Stórur partur av teimum al- mennu Føroyum, vóru ímóti at okkara land var drigið uppí kríggið. Og júst tað at verið utt- anveltaður, hevur uppá nógvar mátar verið okkara serstøða, ella so frægt sum tað nú ber til hjá einum hjálandi at markera seg sjálvstøðugt. Fólkaflokkurin hevur langtsiðani brotið ta utt- anveltaðu støðuna, men at Mið- flokkurin skuldi gera tað sama í spurninginum um kríggj, tað fekk fleiri at undrast. Tí meiri enn nakar annar flokkur, er tað júst Miðflokkurin, sum hevur roynt at slúsa tey tíggju boðini uppí sína stevnuskrá, og fimta boð sigur týðiliga og klárt, at tú mást ikki sláa í hel. Boðið er heilagt, tað var tað í hvussu so er til ein ávísur persónur byrjaði at tulka tekstin. Men flestu reglar hava síni fylgiskjøl, hví ikki eis- ini tey tíggju boðini? Er tað hugsandi at onkur sum stendur Javhe nær, hevur sent formannin- um í Miðflokkinum tey fylgi- skjølini sum ikki rúmdust á boð- talvunum sum Moses knuggaði oman av Sinai fjalli? Irak fevnir jú um meginpartin av tí gamla Babylonska ríkinum, og tað var tann tíð tá kelivættini hjá Jahve liðu skamm og pínu undir harð- ræði Nebukadnesars. Og tá stór- ur partur av heiminum hatar Irak, hví skuldi Jahve ikki eisini kunna hata eftirkomaranar hjá Nebukadnesar? Føroyski blaðheimurin royndi at halda høvdið kalt hesar álvars- ligu dagar. Um tað var av hum- aniterum, ella kanska av opport- unistiskum ávum, ber til at tjak- ast um. Men kortini vóru nøkur undantøk. Á Fregnum meinti Brynhild Thomsen at kríggi var uppá sítt pláss, og hon brúkti fleiri teigar at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum. Eg veit ikki um hon framvegis hoyrir til tann káta kríggjskarðan. Men Kim Simonsen sum eisini var tals- maður fyri krígnum, hevur mær vitandi ikki broytt støðu. Tvørt- urímóti hevur hann tikið uppá seg leiklutin sum eitt slag av mentunarligum ambassadøri fyri nettup USA. Eg minnist ikki, nær Kim Simonsen av álvara byrjaði at skriva sínar greinar, men sum frá er liðið, munnu tað vera eini 6-7 ár síðani. Á sama hátt sum heið- inskapur og ólevnaður skapti ein Victor Danielsen, so haldi eg, at mann kann siga, at fullveldistil- gongdin gjørdi sítt til, at Kim Simonsen fekk luft undir veing- irnar. Og onki objekt er honum ov lítisvert at viðgera. Hann hug- leiðir um kotið hjá Høgna Hoy- dal, hvat flagtekjurnar á nýggju føroysku húsunum signalera, og um væntandi patos í okkara skaldskapi. Stundum hevur man kortini hug at geispa, og spyrja seg sjálvan, havi eg ikki lisið hetta fyrr, ella er maðurin ikki farin at minna eitt sindur um eina føroyska útgávu av pizza Åge? Í Dimmalætting 4. august, hevði hann eitt ummæli av film- inum Fahrenheit 9/11 hjá Micha- el Moore. Serliga endin á um- mælinum fall mær fyri brósti: "... Eftir er bert at siga, harra- gud Michael Moore kann vera ófólkaligur, grovur, ónærisligur og smakleysur. Hetta er ein hin vánaligati filmurin, ið eg havi sæð millum tíggju túsundavís av filmum. Hetta er ikki list, men minnir um eina svínska sjón- varpssending um ein mann, ið hatar Bush. At Frankaríki og Tarantino hava givið hesa propag- andasendingini heimsins størstu filmvirðisløn, vísir hvussu nógv fransmenn hata USA og Bush, at tey vilja ofra umdømi hjá film- festivalinum í Cannes, við at geva dólginum Moore hesa virðisløn. Shame on you mr. Moore!" Eg haldi, at man kann skýra hatta brotið fyri konspirasjóns- teori í hægsta potens. Kim Simonsen generaliserar seg sjálvan niður í reint hugsjónarlig rot, tá hann í fullum álvara vil vera við, at Moore fekk virðis- lønina tí fransmenn hata USA og Bush. Minnir hatta ikki ófrætta- kent nógv um pástandin, at sig- oynarar eru tjóvar, ella at jødar- nir krossfestu Jesus? Akkurat hvør setti seg í samband við virðislønarnevndina? Jacques Chriac, Jean-Luc Godard ella Michel Houellebecq? Hvussu gongur tað fyri seg reint tekniskt, tá man ofrar umdømi hjá film- festivalinunm í Cannes? Møguliga er Moore bæði grov- ur og dólgakendur, men hvat so? Jean Genet kundi eisini vera grovur, maðurin hevði enntá eitt dráp á samvitskuni. Ella tak William Burroughs. Ella okkara egna superpsyko J.H.O. Djurhuus. Tann dagin tað verður brúkt sum eitt listarligt kriteriði, at listarfólk ikki skulu vera ófólkaligt, grov, ónærislig ella smakleys, tá er tað Kristilig Lurtarafelag ella onkur líknandi stovnur, sum hevur yvirtikið leiklutin sum dómari í listaheiminum. Og uttan at blúgv- ast endar Kim Simonsen ummælið við orðunum: Shame on you mr. Moore! Skamma teg, verður ofta glepsað eftir børnum. Men eg havi ongantíð hildið, at tey orð- ini lýstu børn nakað serligt. Heldur sigur glepsið ein heilan hóp um okkara protestantistisku uppaling. Í hvussu so er, kann ein, ið rópar seg eina modernaða sekulariseraða menniskju ikki loyva sær enda eitt ummælið við sovorðnum tvætli sum "shame on you". Ella man tað vera soleiðis, at maðurin hvørki hevur kenslu ella skil fyri filmslist, men brúk- ar ummælið sum eitt kærkomið høvið til at rakka niður andstøð- ingarnar ímóti Irak krígnum? Í so fall, er Kim Simonsen eitt grelt úttrykk fyri tí polarisering, sum finst í Føroyum, so væl sum úti í heimi. Tað er at skerja seg sjálvan frívilliga, at gerast ein pseudopatriotiskur yankee. Sum so nógv onnur, ið royna at kanna pulsin hjá síni tíð, so hevur Kim Simonsen eitt sera ambivalent tilknýti til sítt heim- land. Eg vildi skotið uppá, at helmingurin av hansara skriving snýr seg um henda ambivalens. Hví tað so plágar mannin, at Michael Moore líður av einum líknandi ambivalensi mótvegis sínum heimlandi, er ikki sørt av eini gátu. Bæði í vavi og dýbd er USA øgiligt, og í amerikanskum bókmentum lærir ein at kenna tað tankagóðs og tær kenslur og tey ymisku rákini, sum landið rúmar. Og ein niðurstøða sum tað rætti- liga skjótt ber til at draga, er, at ambivalensurin hjá Moore, hvørki er eitt nýtt amerikanskt fyribrigdi, og enn minni nakað undantak. Tvørturímóti. Síðani á Mark Twa- ins døgum hevur ambivalensurin verið partur av sjálvari rótskipan- ini í amerikanskum bókmentum. Ikki ólíkur Richard Nixon í sjeytiárunum, hevur Georg Bush nú vit skriva 2004, megna at gjørt heimlandið hjá Moore til eitt altjóða hatursobjekt. Og hvat ger eitt listarfólk í tí førinum? Nógv lata sjálvandi standa til. Men tey, ið kenna ábyrgd fyri síni samtíð, fara á barrikadurnar. Ein teirra er Michael Moore. Føroyingur í dixieland Nr. 158 • leygardagur • 21. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Video skal nýtast næsta ár Hetta tykist vera niðurstøðan, eftir at kappingar- nevndin avvísti kæruna hjá B36 KÆRUMÁL Jákup Mørk B36 hevði biðið kapp- ingarnevndina um at strikað leikbannið, sum Magnus E. Poulsen stóð til, eftir at hann hevði fingið reytt kort í dyst- inum móti GÍ seinasta vikuskifti. Eitt reytt kort, sum sjónbanda- upptøkur prógvaðu, ikki skuldi verið givið. Kappingarnevndin av- vísti tó kæruna við teirri grundgeving, at nevndin ikki hevur heimild at nýta videoupptøkur í próvførslu síni, men samstundis verður dentu lagdur á, at hesar skulu fáast í fasta legu sum skjótast. Miðjaða verður nú eft- ir, at sjónbandaupptøkur skulu liggja til grundar- lag undir slíkum avgerð- um frá komandi kapp- ingarári at rokna, eins og ein discipliner-kom- ite ætlandi skal setast á stovn. Ein slík nevnd er vanlig í londunum kring okkum, og hevur hon heimild til at taka støðu til hendingar, sum dóm- arin ikki hevur givið gætur, men sum kortini verða prógvaðar á sjón- bandi. Ein slík broyting krev- ur tó eina samtykt frá aðalfundinum, og tí er væntandi, at eitt fyribils uppskot fer at verða lagt fyri feløgini á fundinum í heyst, og at eitt enda- ligt uppskot síðani verð- ur lagt fyri aðalfundin. GÍ-KÍ: Býráðið traðkar til KÍ-leikararnir vórðu hóskvøldið bondir til døgurða á Hotel Norð í eini roynd at endur- reisa stoltleikan hjá býnum UPPTAKT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er einki at ivast í, at tað tekur fast hjá øllum norð- oyingum, at gongdin hjá KÍ hevur verið somikið nógv tann skeiva vegin seinastu tíðina. Nú verða so eisini polit- isk stig tikin, til tess at betra um lagið, tí hós- kvøldið hevði býráðið boð- ið øllum hópinum til døg- urða á Hotel Norð, har borgarstjórin sjálvur royndi at pota nakað av spæligleði inn í leikararnar. Jákup møguliga við Tá vit høvdu samband til Klaksvíkar seinast, var einasta ivamálið, hvørt tað skuldi eydnast Jákupi Mikkelsen at gerast klárur til dystin. Landsliðsmál- verjin fekk skaða fyri tveimum vikum síðani, men hesa vikuna hevur hann so smátt tikið lut aftur í venjingini. Tað verður tó ikki fyrr enn beint undan dystarbyrj- an, at støða verður tikin til, hvørt Jákup verður í KÍ- málinum ella ikki. Hartil hevur liðið nú bæði Atla Danielsen og Ova Nysted tøkar, eftir at teir høvdu leikbann seinast. Í Gøtu siga tey seg als ikki hugsa um skaðar ella leikbann í hesum døgum. Krzystof Popczynski hevur allar mans tøkar, og kann tí seta liðið júst soleiðis, sum hann ynskir. Málið er uttan iva enn einaferð trý stig, og megnar liðið framvegis at halda kósina, so er tað so avgjørt ikki av leið at rokna við, at Gøturnar aftur skulu eiga umboð í Europa, eftir at hetta fyri fyrstu ferð kiksaði hjá teimum í fjør. Søguliga siga tølini frá hampuliga jøvnum upp- gerðum til dystirnar sunnu- dagin. Tó at HB, VB, B36 og B68 hava yvirtak í sigr- um seinastu árini, so hevur tað bert hjá HB verið talan um serliga sannførandi sigrar, meðan tað í hinum førunum aloftast hevur verið talan um tættar upp- gerðir. Tað tykjast tølini eisini benda á í Gøtu, har KÍ og GÍ eiga fýra sigrar í part seinastu tíggju árini. Eitt er tó, hvat hagtølini siga. Annað er, at tað eftir verandi stigatalvuni eru fleiri dystir, har favoritt- leikluturin er stórur. Men hvussu er og ikki, so skulu dystirnir fyrst spælast, áðr- enn stigini kunnu setast á bók. Talvan niðanfyri vísir, hvussu tað hevur gingist, tá mótstøðuliðini sunnudagin hava tørnað saman í tilsvar- andi uppgerðunum seinastu tíggju árini. -jm Fáir favorittar Fótbóltskreppan í Klaksvík hevur nú fingið politiskar undirtónar, og í eini roynd at betra um lagið, beyð Býráðið øllum KÍ- hópinum út at eta hóskvøldið Dystir um vikuskiftið 1. deild menn 22.08 GÍ-KÍ 22.08 HB-ÍF 22.08 VB-EB/S 22.08 NSÍ-B36 22.08 Skála-B68 2. deild menn 21.08 B36-Sumba 21.08 Royn-AB 21.08 VB-LÍF 21.08 B71-FSV 21.08 KÍ-TB 3. deild menn 22.08 GÍ-SÍ 22.08 Skála-B68 22.08 TB-EB/S 22.08 HB-ÍF 22.08 NSÍ-Fram C M Y K 30