Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 21. august 2004 33 Bæði fingu nøs Kappingarnevndin hjá FSF hevði mikukvøldið fund um málið viðvíkj- andi dystinum millum aðru deildar liðini hjá AB og KÍ. Tann dysturin varð ongantíð leiktur, tí KÍ segði seg undir givnu fortreytunum ikki fáa mannað lið til dystin, sum feløgini uppruna- liga samdust um skuldi leikast sunnudagin. Hetta vildi AB tó ikki standa við, og tá flyting- in til sunnudag ongantíð varð fráboðað FSF, hildu argjamenn fast um, at dysturin skuldi spælast leygardag. Nú hevur kappingar- nevndin so gjørt av, at AB er dømt at vinna dystin 0-0, og at KÍ fær bót áljóðandi 3.500 kr. fyri ikki at møta upp. Samstundis fáa nevnd- irnar í báðum feløgum eina átalu frá kapping- arnevndini fyri hand- faringina av málinum. -jm Sogndal hugdi at Millum áskoðararnar til landsdystin Trond Fylling, sum er ítróttar- stjóri. hjá norska Sogndal. Til dystin stóð hann saman við før- oyska leikaraumboðs- manninum, Jákup í Stórustovu. Jákup vil tó á ongan hátt siga, at norski ítróttarstjórin var her fyri at sýna nakran serstakan av føroysku landsliðsleikarunum. – Hetta er ein maður, sum fleiri ferðir áður hevur verið í Føroyum, og í Sogndal hevur hann eisini havt góðar royndir av føroyskum leikarum. So eg haldi ikki, at tað er annað enn náttúrligt, at hann framhaldandi vil halda seg kunnugan um teir leikarar, sum gera um seg í føroyskum fót- bólti, sigur Jákup í Stórustovu. -jm Verkfallið hóttir landsliðið Vandi er fyri, at fleiri av føroysku landsliðs- leikarunum onga dystarvenjing fáa undan landsdystinum móti Sveis VERKFALL Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vanliga hevur tað verið at fegnast um hjá landsliðs- venjarunum, tá føroyskir leikarar hava leitað utt- anlands í fótbóltsørindum. Hetta hevur ofta borið við sær venjing og dystir á hægri støði, soleiðis at leikararnir eru enn betri fyri, tá landsdystir standa á skránni. Tað er einki at ivast í, at landsliðsvenjararnir fegnir vilja hava, at enn fleiri leik- arar skulu vinna seg út um landoddarnar, men júst nú kundu teir tó helst hugsað sær støðuna nakað øðrvísi. Verkfallið hjá danska leik- arafelagnum hevur nevn- liga við sær, at fleiri av før- oysku leikarunum, sum vanliga gera um seg í Dan- mark, nú als onga venjing fáa. Todi Jónsson er tann før- oyingurin, sum hevur verið longst í donskum fótbólti, og hann er limur í danska leikarafelagnum. Tað vil siga, at hann er í verkfalli, og tí ikki fær aðra venjing enn tað, sum hann sjálvur leggur upp til. Og hóast Todi verður roknaður sum ein sera seriøsur ítróttar- maður, so verður tað ong- antíð meira enn næstbest, tá venjingin er avmarkað til rennitúrar. Verkbann Eitt er, at danska leikarafel- agið er farið í verkfall. Sum tiltak mótvegis hesum hev- ur DBU gjørt av, at seta verkbann í gildi, soleiðis at hóast tað ivaleyst hevði borið til hjá flestu feløgum at sent lið við eykaleikar- um, útlendingunum og unglingum á vøllin, so ber hetta ikki til. Hetta tí allir dystir eru tiknir av skránni, so leingi verkfallið stendur við. Ivaleyst hevur DBU gjørt hetta, soleiðis at trýst kann leggjast á leikararnar. Bæði tí áskoðararnir sjálvandi vilja síggja fótbólt á vallun- um, men ikki minst tí hetta kemur illa við hjá londum, sum hava landsliðsleikarar í bestu donsku deildin. Millum hesi lond teljast eisini Føroyar, har vit um- framt Toda Jónsson hava fýra aðrar landsliðsleikarar í donskum fótbólti. Jón Rói Jacobsen er ikki limur í danska leikarafel- agnum, men tá hann fór til Danmark hósdagin, visti hann ikki, hvussu fór at verða við venjingini. – Vit eru nokk bara tríggir leikarar, sum ikki eru í leikarafelagnum. Sjálvandi er tað okkara arbeiði at venja, men við trimum monnum gevur tað lítla meining, so eg má fara at spyrja Ebbe Skovdahl, hvussu vit gera. Heldur ikki føroysku leikararnir í Fremad Amag- er eru í danska leikarafel- agnum. Her er talan eisini um fleiri leikarar, sum ikki eru í verkfalli, og tí ber til at hava hampuliga skipaðar venjingar. Hinvegin er talan framvegis ikki um dystar- venjing, og tað er í øllum førum eitt bakkast fyri okk- ara vónir undan dystinum í Sveis. Stendur í botni Og tað røkist einki fyri, at tað gongur nakran veg at loysa knútin í samráðing- unum. Seinasta samráðing- arumfarið flutti hvørgan av pørtunum tað allar minsta, og í løtuni verður tosað um, at Mads Øland, sum um- boðar leikararnar í málin- um, fer at trekkja seg úr samráðingarbólkinum, so- leiðis at aðrar kreftir kunnu koma til. Enn er tó eingin nýggjur fundur ásettur, og tað eru fleiri, sum bera ótta fyri, at talan verður um drúgt verkfall, sum fer at leggja alt kappingarárið í sor. Fuglfirðingarnir hava nú loyvini til teir báð- ar nýggju leikararnar, men fyrsta uppgávan hjá teimum kann neyvan vera truplari UPPTAKT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Síðani seinasta vikuskifti hevur tað mest sum verið ein staðfesting í flestu fel- øgum, at HB fer avstað við meistaraheitinum. Í havnarfelagnum sjálvum vilja tey tó ikki hoyra slíkt tos enn. Tað resta framvegis seks dystir, og teir skulu eisini geva stig, um triðja gullið á rað skal gerast veruleiki, eru boðini úr HB, har teir sum vant fyrireika seg til dystin móti ÍF. Hesaferð er Rógvi Jacob- sen tó ikki við. Topp- skjúttin fekk triðja gula kortið í Vági seinast og er tí leikbannaður. So er spurn- ingurin, hvønn Heine Fern- andez setir afturat sær sjálvum í HB álopi. Møgu- leikarnir eru í øllum førum nógvir, og hartil kann eisini hugsast, at talan verður um eina 4-3-3 uppstilling, har Heðin á Lakjuni og Jákup á Borg verða fluttir longur niðan á vøllin. Fílabeinsbúgvi og arg- entini Í ÍF ásanna tey sum vera man, at talan er um trupla uppgávu, men tað er einki at ivast í, at talan eisini verður um spennandi upp- gávu. Ikki minst tí tað loks- ins eydnaðist at fáa leik- loyvi til teir báðar útlend- ingarnar, sum felagið hevur leigað. Talan er um nakað so eksotiskt sum ein álops- leikara av Fílabeinsstrond- ini, sum eitur Sylla Amed Davy og argentinumannin, Gunnar G. Nielsen. Sylla verður sagdur at vera sterk- ur álopsleikari, meðan Gunnar er ein framrættaður miðvallari við góðum tekn- iskum dygdum. Sum navn- ið bendir á, so hevur hesin Gunnar eisini danska røtur, men Guillermo-millum- navnið prógvar, at talan eis- ini er um argentinskt íslett. Hartil hava fuglfirðingar nú Bartal Eliasen tøkan, eftir at hann sat leikbann av sær seinast, og einasti miss- urin verður sostatt Jan Guttesen, sum nú aftur er farin til Danmarkar. HB-ÍF: Fílabeinsbúgvi skal hvessa ÍF Er tað nakað, sum Jón Rói Jacobsen hevur tørv á nú, so er tað dystarvenjing, men orsakað av verkfallinum verður tað av ongum 33 32 Nr. 158 - 21. august 2004 C M Y K 32 NSÍ-B36: Silvurið at stríðast fyri Runavíkingar vilja spæla í Europa, og í B36 verður hugsað um silvurið, nú gullið tykist vera farið UPPTAKT Jákup Mørk Tað eydnaðist loksins runa- víkingum at fáa fult, tá teir vunnu stórsigur á Toftum, og nú meta tey í Runavík, at vespurnar aftur kunnu fara nakað á flog. Tað er eisini í tøkum tíma, tí fæst einki til høldar móti B36, mugu runavík- ingar eftir øllum at døma veittra farvæl til europeiska selskapið, har teir helst vilja vera. Og alt bendir á, at runa- víkingar kunnu stilla við sterkastu manning. Einastu ivamálini hava verið teir báðir miðvallararnir, Alex- andar Jovevic og Ian Høj- gaard, sum báðir hava havt smærri snuddir at dragast við, men tá vit frættu sein- ast, bendi alt á, at teir skuldu verða tøkir til dystin. Hjá B36 er einasta broyt- ingin í mun til seinast, at Magnus Poulsen ikki fær vart málið. Kærumálið til FSF var nyttuleyst, og tí verður tað helst Tróndur Vatnhamar, sum aftur fær møguleikan í B36-málin- um. Arnbjørn Danielsen hevur drigist við skaða seinastu tíðina, og tað verður ikki roknað við, at hann verður tøkur til dystin. Og heldur ikki í B36 ivast tey í, at farið verður eftir øllum sunnudagin. Framvegis hava tey í árs- talsfelagnum silvurmerkini at stríðast fyri, og skulu tey endurvinnast, er einki at ivast í, at stig skulu á borðið. Talan var um dramatiskan dyst, tá B36 og NSÍ leiktu javnleik í Havn. Tað hevur hvørgin parturin ráð til hesaferð Ikki færri enn fýra av vanliga føstu monn- unum resta, tá Skála tekur móti B68 UPPTAKT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er av sonnum viðvent í holuni, tá B68 vitjar á Skála. Fyrr hevur hendan uppgerðin bent tann vegin, at talan hevur verið um vónleysa uppgávu hjá Skála, sum hevur stríðst móti niðurflytingini, meðan toftamenn hava hugsað um heiðursmerki. Hesaferð eru tað teir í B68, sum enn hava fyrsta sigurin til góðar, og hóast tað enn eru 18 stig eftir at spæla um, so skal okkurt henda heilt skjótt á Toftum, um talan ikki skal gerast um leygardagsfótbólt næsta kappingarár. Tung frávera Og kanska eru møguleikar- nir betri, enn stigatalvan sigur. Í øllum førum rakar tað meint hjá Skála, nú fýra leikarar ikki eru við til dystin sunnudagin . Bárður Danielsen og Arnhold Berg hava báðir leikbann eftir gul kort í Fuglafirði sein- ast, og Hanus Thorleifsson er saman við miðvallarmot- orinum, Paula G. Hansen, skaddur. Hjá B68 er Oleif Joensen einasti leikarin, sum við vissu ikki verður við. Hann fekk reytt kort í dystinum móti NSÍ. Hinvegin er Mikkjal Thomassen nú aftur farin undir at venja, men tað verður tó mett sum sera ivasamt, um hann longu hesaferð verður at finna millum teir fyrstu ellivu á vøllinum, verður sagt. Skála-B68: Skerdir skálamenn Fólk fóru av álvara at rokna við Skála, tá teir í vár smurdu B68 av á Svangaskarði 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 12 9 - 2 - 1 31 10 21 29 2 Skála 12 7 - 2 - 3 26 15 11 23 3 B36 12 6 - 3 - 3 22 14 8 21 4 GÍ 12 6 - 2 - 4 22 22 0 20 5 NSÍ 12 5 - 3 - 4 21 16 5 18 6 EB/Streymur 12 5 - 2 - 5 21 18 3 17 7 VB 12 4 - 4 - 4 16 14 2 16 8 KÍ 12 2 - 7 - 3 16 17 -1 13 9 ÍF 12 2 - 1 - 9 17 39 -22 7 10 B68 12 0 - 2 -10 9 36 -27 2 2. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 TB 11 8 - 0 - 3 33 15 18 24 2 AB 11 7 - 2 - 2 18 13 5 23 3 B71 11 7 - 1 - 3 33 24 9 22 4 Royn 11 6 - 0 - 5 26 25 1 18 5 FSV 11 5 - 2 - 4 39 22 17 17 6 Sumba 11 4 - 3 - 4 17 20 -3 15 7 LÍF 11 3 - 3 - 5 18 24 -6 12 8 B36 11 3 - 2 - 6 15 32 -17 11 9 KÍ 11 2 - 3 - 6 21 26 -5 9 10 VB 11 0 - 4 - 7 9 28 -19 4 VB-EB/Streymur: Spæla fyri heiðursmerkjum Bæði í EBS/treymi og í Vági halda tey seg enn hava møgu- leikan at spæla fyri heiðursmerkjum UPPTAKT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast tað kann tykjast so, at tað er dekan ov langt upp til fremstu liðini, nú VB tapti fyri bæði Skála og HB, so eru vágbingar framvegis við gott mót til seinasta triðingin av landskappingini. – Gullið er kanska farið, men upp til næstu liðini er ikki so langt, og á pappírinum hava vit so eisini leikt teir báðar truplastu dystirnar, halda tey í Vági. Tí er einki at ivast í, at farið verður eftir øllum stigunum sunnudagin, og til tess hevur VB at kalla alt fólkið tókt. Einasta fráveran er Mortan í Hørg, sum fekk tvey gul kort móti HB. Dýrur fagnaður Heldur ikki í EB/Streymi hava tey slept vónini um at vinna seg longur upp á talvuna, men ásannað verður samstundis, at talan er um trupla upp- gávu. Ikki minst mnnu tey í EB/Streymi iðra seg um gula kortið, sum Hans Pauli Samuelsen í ovfarakæti fekk móti KÍ. Eitt gult kort, sum bar leikbann við sær, soleiðis at hann ikki er tøkur til dystin. Hinvegin hevur saman- setta liðið nú aftur Sorin Anghel tøkan eftir leik- bann, og tað er einki at ivast í, at hann kann gerast ein týðandi liður, nú dúvast skal upp á kotraspælið í Vági. Bæði VB og EB/Streymur vilja vegin sleppa sær longur upp á stigatalvuna sunnudagin