týsdagur 2. februar 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Tróndur Arge
Manchester
City,
Man
chester United, Liverpool,
Chelsea, Arsenal, Tottenham,
Real Madrid, Juventus og
FC Barcelona høvdu eitt til
felags í gjár. Onki av teimum
stóru
feløgunum
kring
Evropa rørdi upp á seg.
Tíðin, tá tú sat við spenn
ingi og av røttum kundi
vænta eina sjokkflyting, er
at síggja til farin. Tað er ein
farin tíð fyri toppfeløgini
í Evropa, tað er partvís ein
farin fyri feløgini longur
niðri á altjóða stiganum, um
framt at tað er ein farin tíð í
føroyskum fótbólti.
Staðfestingin av vant
andi
spenninginum
hesa
ferð var, tá TV3 Sport í stað
in fyri at kunngera, at flyt
ingarvindeygað
var
latið
aftur, tosaði við ein danskan
hjálparvenjara í Kina. Spenn
ingurin var bara ikki til stað
ar hesaferð.
Robinho tíðin farin?
Tey flestu, sum fylgja væl við
í enskum fótbólti minnast
helst, tá Manchester City á
seinasta flytingardegnum á
sumri í 2008 keypti brasilska
Robinho. Sheikh Mansour
hevði keypt felagið sama dag,
og nærmast stjól Robinho frá
Chelsea. Løtu seinni kunn
gjørdi Manchester United,
at felagið hevði keypt bul
garska
Dimitar
Berbatov
fyri 300 milliónir krónur frá
Tottenham.
31. januar 2011 stendur
eisini fastur í minninum
hjá teimum flestu fótbólts
áhugaðu. Tað var dagurin,
tá Cheslea keypti Fernando
Torres frá Liverpool fyri
eina hálva milliard krónur
frá Liverpool. Til at fylla
holið, keypti Liverpool ein
heldur ókendan Luis Suarez
fyri 200 milliónir krónur,
meðan tað kom púra óvart
á, at Liverpool langaði áleið
350 milliónir krónur á borðið
fyri Andy Carroll.
Tað
henda
framvegis
óvæntaði skifti á seinasta
flytingardegnum.
Tey
mundu ikki vera nógv, sum
vistu um Anthony Martial, tá
Manchester United brádliga
keypti hann fyri yvir 350
milliónir krónur í útbetaling.
Tó tykist tað, sum feløgini
í størri mun hava tamarhald á
hópinum, tá seinasti dagurin
á
flytingarvindeyganum
nærkast. Flestu skiftini eru
longu væl ávegis, hóast tað
í fleiri førum verður kunn
gjørt á so kallaða »transfer
deadline day«, sum dagurin
verður rópur í Onglandi.
Vil ongin vinna
Premier League?
Tað er at kalla opið kríggj í
Premier League, har kapp
ingin kanska aldrin hevur
verið so ring at meta um,
sum hesaferð. Manchester
City og Arsenal eru eitt stórt
keyp frá, at kunnu kalla seg
favorittar, men hvørki av
feløgunum rørdi nakað ser
ligt upp á seg í januar.
Stóru
tíðindini
mána
dagin vóru, at Pep Guardiola
varð kungjørdur sum kom
andi venjari hjá felagnum,
eftir hetta kappingarárið.
Arsenal keypti eina ífyllu
á
miðjuna
í
Mohamed
Elneny, sum kostaði áleið
50 milliónir krónur. Hann
broytir ikki nakað í mun til
stríðið um at vinna Premier
League hetta kappingarárið.
Tað verður heldur upp til
menn sum Alexis Sanchez
og Mesut Özil.
Leicester er púra óvænt
að oddalið, men heldur ikki
Claudio Raineri tveitti peng
ar eftir styrki. Miðverjin
Daniel Amatrey kom til frá
FCK, meðan 19 ára gamli
Demarai Gray bleiv keypt
ur frá Birmingham. Saman
lagt kostaðu teir áleið 100
milliónir krónur, men skift
ini vóru upp á pláss í góðari
tíð, og viga lítið aftur ímóti
øðrum skiftum, ið eru gjørd á
seinasta degnum í flytingar
vindeyganum.
Tottenham er á fjórða
plássi í løtuni, sum gevur
atgongd
til
Champions
League og nógvar milliónir
krónur. Felagið hevur ein
gyltan møguleika at vinna
sær
atgongumekið,
sum
millum annað Manchester
United og Liverpool tráa
eftir, men felagið hevur bara
ein áleypara. Blívur Harry
Kane skaddur, er ilt at síggja
hvør skal avloysa hann.
Tottenham hevur enn ein
lítlan møgulika at gera tað
ótrúliga, og vinna Premier
League. Hóast hetta, so valdi
Tottenham einki at gera.
Tú kundi spurt teg sjálv
an, um ongin vil vinna
Premier League? Svarið er
helst, at feløgini ikki hava
funnið spælarar, sum eru
verdir pengarnar, ið skulu
til at keypa teir. Og í øðrum
lagi, at feløgini arbeiða við
eini langtíðarætlan, sum tey
ikki eru sinnaði at víkja frá.
Klopp og Gaal í ørviti?
Manchester United og Liver
pool eru tvey feløg, sum
skríggja eftir nýggjum spæl
arum. Manchester United
spælir so illa, at viðhalds
fólkini heldur vilja síggja
máling torna, meðan Liver
pool rakar so illa málið, at tú
ivast um áleypararnir høvdu
rakt vatnið, um teir dottu úr
Titanic.
Stóru
trupulleikarnar
hava eisini fingið fjølmiðlar
nar, at seta feløgini í sam
band við fleiri spælarar.
Manchester United er sett
í samband við spælarar
sum Edinson Cavani, sum
er í svørtu bólk hjá Laurent
Blanc, eftir at venjarin hjá
PSG var úti og segði, at spæl
arin ikki er glaður í franska
høvðusstaðnum.
Tó bendir einki á, at Man
chester United hevur um
ØRI FLYTINGAR
DAGURIN ER EIN
FARIN TÍÐ
Tað var lagt upp til enn ein stóran og spennandi dag, tá flytingarvindeygað lat aftur kring
Evropa mánadagin. Úrslitið varð tó langt frá tí stemninginum, sum miðlarnir geilaðu upp
Fótbóltur