Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14 ÍTRÓTTUR hugsa møguleikan. Heldur er tað nøvn sum Ahmed Musa, Omar Elabdellaoui, Renato Sanches, Mathieu Debuchy og Ricardo van Rhijn, ið blivu nevnd. Flestu av hesum eru bakkar, sum skulu avloysa aðrar skaddar spælarar. Nærm­astur at skifta var norski høgri bakkurin, Omar Elabdellaoui, men heldur ikki tað bleiv til nakað. Liverpool royndi upp til tvær ferðir at keypa 26 ára gamla Alex Teixeira frá Shakhtar Donetsk. Seinna royndin ljóðaði upp á 380 milliónir krónur, men ukreinska felagið vildi hava út­við eina hálva milliard krón­ur. Viðhaldsfólkini hjá felag­num vilja bara hava onkran, sum kann skjóta mál, men tað bleiv so ikki á hes­um sinni. Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, var so djarvur at siga, at hann metur Daniel Sturridge og Philippe Coutinho sum nýggj keyp, tí teir verða tøkir aftur skjótt. Ja, tú læs rætt. Hann vænt­ar, at Daniel Sturridge verð­ur tøkur skjótt, hóast hann hevur verið skaddur í 614 dagar, síðani hann bleiv keyptur í januar 2013. Hvørki Jurgen Klopp, ella venjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal, styrktu um hópin í januar, hóast teir eru í stórum vanda fyri ikki at røkka Champions League fótbólti. Hesi brúka pengar Newcastle, Watford, Nor­ wich, Stoke, Sunderland, Bourne­mouth og Everton, eru fel­øgini, ið hava brúkt flestar pengar í januar. Felags fyri hesi feløgini eru, at tey ikki eru at rokna sum tey stóru. Newcastle kann helst roknast sum eitt stórt felag, men tað er langt­síð­ani stríp­ uta felagið í norður­ong­landi hevur gjørt um seg. Saman við Everton talan um eitt miðal stórt felag við stoltari søgu, sum hevur keypt fyri at bjarga einum kappingarárið. Uppflytararnir úr Bourne­mouth hava verið óhepnir við skaðum, og hava styrkt sær um álopið, ið eini roynd at yvirliva. Stoke fór djúpt í lumm­ an, fyri at tryggja sær verju­ kenda miðvallaran Giannelli Imbula frá Porto. 180 millión­ ir krónur er nýtt met fyri Stoke. Føroyskir spælarar upp á pláss Hóast flytingarvindeygað fyri føroyskar spælarar ikki letur aftur enn, so sæst longu nú, at flestu feløgini hava hópin hjá sær upp á pláss. Tað er kanska pláss fyri einum afturat, men øll feløg­ini hava gjørt flestu broyt­ingar­nar, sum tú kanst rokna við. HB roynir onkrar út­lend­ ingar, sum skulu stuðla undir óroynda liðnum, NSÍ hygg­ur upp á ein spælara, AB skal hava ein miðvallara, men annað enn tað, so stóru flyt­ ingarnar framdar. Sostatt er líkt til, at rokið og spenningurin, sum vit fyrr hava kent frá seinasta degnum av flytingar­vind­eyg­ anum, er ein farin tíð. Bæði í altjóða fótbólti og í før­oysk­ um fótbólti- fyribils. trondur@sosialurin.fo 1. Newcastle 284 milliónir krónur 2. Norwich 199 milliónir krónur 3. Stoke 180 milliónir krónur 4. Watford 179 milliónir krónur 5. Bournemouth 169 milliónir krónur 6. Everton 162 milliónir krónur 7. Sunderland 145 milliónir krónur 8. Leicester 88 milliónir krónur 9. Swansea 79 milliónir krónur 10. Liverpool 50 milliónir krónur 11. Arsenal 49 milliónir krónur 12. Southampton 39 milliónir krónur 13. West Ham 37 milliónir krónur 14. Chelsea 34 milliónir krónur 15. Man City 1,4 milliónir krónur 16. Crystal Palace 0 milliónir krónur 17. West Brom 0 milliónir krónur 18. Aston Villa 0 milliónir krónur 19. Man Utd 0 milliónir krónur 20. Tottenham 0 milliónir krónur (Kelda: SkySports) Premier League Yvirlit yvir hvør brúkti flestar pengar í januar 2016 flytingarvindeyganum: Arsenal keypti Mesut Ozil á seinasta flytingar­ degnum í 2013 Polfoto