Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 5. februar 2016 Annika Olsen hevur yvirgivið seg og leitai sær heimaftur í Fólkaflokkin Við at fara aftur í Fólkaflokkin roynir Ann­ika Olsen at tryggja sær sína politisku fram­tíð. Hósmorgunin hendi tað, sum vit hava rokn­a­ð við so leingi, at Annika Olsen aftur gjørd­ist part­ur av Fólkaflokkinum. Tað var við miklum roki, at hon níggju dag­ar eft­ir valið meld­aði seg úr Fólkaflokkinum. Næstu vik­una meldaði hon seg upp í Fram­sókn, sum straks valdi hana til forkvinnu í løg­ing­sins fíggj­ar­nevnd. 96 tímar seinni meld­aði hon seg úr aftur Framsókn og úr fíggj­ar­nevnd­ini. Síðani hevur Annika Olsen verið uttan­flokka­ting­kvinna. Tað var eisini beinanvegin greitt, at Annika Ol­sen ikki fór at støðast sum uttan­ flokka­ting­kvinna. Tí ein breyðpolitikari sum Annika Olsen má hava ein flokk at halda seg til, tí ann­ars kann hon ikki veljast aftur á ting. Tað er tað, sum hevur størstan týdning Annika Olsen og Jørgen Niclasen søgdu, at hetta var ein liður í at styrka Fólkaflokkin í Suð­ur­streymoy. Tað man so vera ein sannleiki við modi­fik­a­tiónum, tí júst Annika Olsen var høv­uðs­valevni floksins í Suroystreymoy til sein­asta løgtingsval, so støðan er í besta fall status quo. Tey nevndu eisini býráðsvalið í Havn í heyst – men Annika Olsen vildi ikki svara upp á ein­falda spurningin, um hon ætlar sær at stilla upp til býráðsvalið. Gitt verður, at Ann­ika Olsen afturfyri at vera komin heim­ aftu­r slepp­ur at verða borg­ar­stjóra­valevni Fólkafloksins í heyst. Tann møguleikan fær hon, um Fólka­flokk­ ur­in verð­ur størri enn Tjóðveldi og Sam­bandi, og um tað eydnast teimum at halda Javn­að­ ar­flokk­in og Heðin Mortensen uttanfyri. Formanssessin fær hon ikki frá Jørgen Niclasen – og sum tann vingliskøltur, hon hev­ur verið síðani valið, so hevur heldur ikki trú­virði at leiða ein flokk. Hon verður tískil held­ur ikki løg­mansevni hjá flokkinum. Hon tekur tí eftir øllum at dømi við av­bjóð­ing­ini at vera borgarstjóravalevni floksins. Men fyri at røkka hesum máli skal hon eisini leggja einasta sterka býráðspolitikararn hjá Fólka­flokkinum, Sjúrð Olsen, aftur um seg. Tað er ikki vist, at hon klárar tað. Annika hevur nú kapitulerað. Helst má hon taka til takk­ar við tí, hon fær. Ótrúskapur hennara forðar henni uttan iva at seta Fólka­flokk­i­num krøv. Fyri jól bað Annika Olsen aftur um limaskap í Framsókn – Eg veit ikki meira enn tað, at hon fráboðaði mær, at hon kom í Framsókn. Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn, nú Annika Olsen er farin upp aftur í Fólkaflokkin, aftaná at hon hevur verið utt­an­ flokka­tingfólk á tingi síðani hon meldaði seg úr Framsókn í september. Tá hevði hon verið limur í flokkinum í tríggjar dagar, aftaná at hon hevði meldað seg úr Fólkaflokkinum. Floksformaðurin forklárar, at Annika Olsen sjálv hevði spurt, um hon kundi sleppa upp aftur í Framsókn. – Annika var hjá mær áðrenn jól, og spurdi um hon kundi sleppa uppíaftur Framsókn. Eg lovaði at viðgera tað, og tað gjørdu vit eisini í flokkinum. Aftan á tann fundin fekk hon at vita, at tað hildu vit vera í lagi. Hon svaraði síðani, at hon kom upp í flokkin í januar, og tað er tað seinasta, ið eg fekk at vita. Tíðindini í morgun tóku tó ikki roynda politikaran á bóli, men hann er glaður fyri at málið við Anniku Olsen er liðugt. – Eg veit ikki um tað tekur meg á bóli, tí eg havi ikki hoyrt nakað aftur. Eg havi aldrin ringt til hana, men hon hevur ringt til mín. Eg føli meg eitt sindur misbrúktan av hesum. Men hetta er liðugt og Gud havi lov fyri tí. Eg havi annað at gera enn at sita og telva við slíkum, tað tími eg slett ikki. Tað er eingin loyna, at samstarvið millum Anniku Olsen og Poul Michelsen hevur mangan verið gott, og at tey bæði hava havt stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Tí undrast Poul Michelsen eitt sindur yvir framferðarháttinum hjá Anniku Olsen. – Annika og eg havi altíð arbeitt væl saman, men hetta er ein undarligur máti at vísa tí samstarvinum álit. Men her er eingin beiskleiki frá mær. Tað er fínt, at hon fer har, ið hon følir, at hon skal vera. Bæði Jørgen Niclasen og Annika Olsen løgdu í morgun stóran dent á, at nú Annika Olsen er aftur í flokkinum, so verður hol sett á eina dagføring av flokkinum og stevniskránni. Fáir politikarar kenna tó stevniskránna hjá Fólkaflokkinum og flokkin sjálvan betri enn Poul Michelsen, sum í fleiri ár var tingmaður fyri flokkin. Hann hevur lítið álit á, at Annika megnar at broyta nakað. – Annika klárar ikki at broyta flokkin. Tað trúgvi eg einki uppá. Men flokkurin er ein dugnaligur flokkur upp á nógvar mátar og hevur eina góða stevniskrá, ið eg á nógvar mátar taki undir við. Eg haldi bara, at flokkurin ikki altíð hevur virkað eftir henni. Onkuntíð skal boð­ skap­ur­in hoyrast á donskum fyrst Mánadagin hevði Sosi­ al­urin eina áhugaverda søgu á forsíðini um ein van­lukkuliga hending hjá eini familju í Havn, sum misti alt innbúgv sítt, tá ein bingja av mis­gáv­um varð send av landinum og fyribeind. Hendan søgan var so mikið áhugaverd, at danska sjónvarpsstøðin TV2 valdi at endurgeva søg­una. Ikki fyrr enn tá fekk søgan bein at ganga á sum sitatsøga í øðrum føroyskum miðl­um. Fyrst var Kringvarpið, síðani fylgdi Vága­port­al­ urin, ið sum hann plagar legði link til heima­síð­ una hjá TV2. Hóast søgan var tað, sum vit í fakinum kalla »ein góð søga«, so var hon ikki tað hjá hinum miðl­u­num í Føroyum, fyrr enn ein danskur fjøl­miðil eisini helt tal­an vera um »eina góða søgu«. Kapitulatiónin hjá Anniku Olsen bert lúsin útlendsk er Les eisini blaðið á telefonini Aftur til Evu og Evu Høgni Djurhuus Umafturafturum síða 40 12 Mortensen- systki á Argjum Siðsøga síða 34-35 Visti tú? At sølan av nýggjum bilum vaks 61% í januar í ár í mun til januar í fjør Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Poul Michelsen Kennir seg misnýttan Mánadagur 1. februar 2016 Nr. 13 90. árg. kr. 20,00 Gerhard: Fasta sam­ bandið er mítt lív s7 Sniálvur fer at royna aftur s8 Byggja nú havn í Havn s10 Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Maria Poulsen KOM OG SPAR SAMAN VIÐ OKKUM Dygdar ketilin frá Jäspi er orkusparandi og væl royndur á føroyska marknaðanum. Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Maria Poulsen KOM OG SPAR SAMAN VIÐ OKKUM Dygdar ketilin frá Jäspi er orkusparandi og væl royndur á føroyska marknaðanum. LEAF Familja í Havn misti alt sítt innbúgv, tí at bingja av óvart varð send til Reyða Kross í Danmark – og alt innihaldið brent s4-5 VIRÐI FYRI 800.000 KRLLL REYÐI KROSSUR BRENDI PRIVAT INNBÚGV Mánadagur 1. februar 2016 · Nr. 13 ÍTRÓTTUR Jóan Símun til OB Kaj Leo til Dinamo Bukarest – Hetta hevur alla tíð verið málið, sigur Jóan Símun Edmundsson – Hetta er ov stórt at siga nei til, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu í samrøðu við Sosialin FÓTBÓLTUR s16 FÓTBÓLTUR s17 HONDBÓLTUR s20-21 KLÁRT TIL HÁL V- FINALURNAR Nú er greitt hvørji átta lið skulu spæla hálvfinalur í steypakappingunum hjá ávíkavist monnum og kvinnum. Í blaðnum í dag verður greitt frá gongdunum hjá liðunum higartil, og mett verður um, hvør stendur við betru kortunum á hondunum undan hálvfinalunum Tá TV2 ger tað kunnu vit eisini