Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2016síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 15 3 www.tfholding.fo Í ár skulu 18 limir veljast til Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Allir tryggingar takarar í Tryggingar­ felagnum Føroyum P/F eru limir í felagnum. Limir, ið ynskja at verða upp stillaðir til val sum umboðsfólk, skulu boða frá hesum í seinasta lagi 31. januar 2016. Um Ognarfelag Tryggingartakaranna Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur TF Holding samtakið. Endamál felagsins er m.a. gjøgnum TF Holding at eiga partapening í Tryggingarfelagnum Føroyum og øðrum feløgum og annað íløguvirksemi. Herundir eigur felagið gjøgnum TF Holding partapening í Betri pensjón, Eik Banka, Inni, TF Íløgum, TF Ognum o.ø. Stilla upp Um tú ert ein av teimum, sum ætlar at stilla upp til Umboðsráðið, skalt tú hava 25 tryggingartakarar at stilla teg upp. Fráboðanin um, at tú ynskir at stilla upp, skal vera undirskrivað av í minsta lagi 25 stillarum, sum eru tryggingartakarar í P/F Tryggingarfelagnum Føroyum. Ein tryggingar takari kann bert vera stillari hjá einum valevni. Skjalið, ið uppstillaði og stillarar skulu skriva undir, kann takast niður á tfholding.fo ella heintast á deildunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum kring landið. Valbæri Viðtøkurnar fyri felagið lýsa nærri, hvør er valbærur, hvussu valið fer fram og virki felagsins. Viðtøkurnar eru at fáa á tfholding.fo og á deildunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum kring landið. Meira kunning Um tú hevur spurningar um umboðráðsvalið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, antin umvegis teldupost til umbodsradsval@trygging.fo ella við at ringja á tel. 345 600. Meira kunning er eisini at finna á tfholding.fo Freistin at stilla upp til umboðsráðsvalið er 31. januar 2016. Stilla upp til Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna Ert tú okkara umboð? NÚ ER UMBOÐSRÁÐSVAL Í HONDUM