hósdagur 4. februar 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
4
Nógv tíðindi hava verið frammi í vikuni
um nýggjar matstovur kring landið. Í Havn
letur í næstum upp ein serstøk kaffibar,
sum tú kanst lesa meira um í blaðnum
í dag. Á Strondum letur ein thailendsk
matstova upp, og tá Koks kemur aftur til
Føroya, verður Kirkjubøur karmur um
sermerkta matin í heimsflokki.
Hósdagin byrjaði eitt nýtt
tíðarskeið í útbúgvingarsøguni í
Vági, í Suðuroynni og í Føroyum,
tá 21 pedagoglesandi byrjaðu sína
skúlagongd á Fjarlestrardeplinum
í Vági.
Tað sermerkta við hesari útbúgvingini er,
at tey lesandi kunnu búgva í heimbygdini
í Suðuroynni og í Føroyum sum heild og
samstundis nema sær hægri miðal langa
útbúgving. Hetta merkir eisini, at familjur
kunnu verða búgvandi í heimbygdini alt
útbúgvingartíðarskeiðið.
– Fyri framhaldandi menning av
økjunum kring landið, er lítið at ivast í, at
tað hevur stóran týdning, at atgongd
er til fjøltáttað útbúgvingartilboð,
har útbúgvingarnar kunnu takast
í nærumhvørinum, sigur Dennis
Holm, borgarstjóri, sum fegnast
um, at pedagog-útbúgvingin á
Fjarlestrardeplinum nú byrjar.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
13-18 m/s
8-15 m/s
5-10 m/s
10-15 m/s
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein
strúk, í støðum upp í hvassan vind av suðri
og útsynningi, 8 til 15 m/s. Fyrst regn,
seinni klárar í, tó verður enn okkurt ælið og
hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina makar
hann vindin og tað verður andøvsgul
upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8
til 13 m/s. Samdrigið og okkurt regn-,
vátaslettings- ella kavaælið og hitin
millum frostmarkið og 5 stig.
Sunnudagin verður stívt andøvsgul
upp í hvassan vind av eystri og
landnyrðingi, 10 til 15 m/s, um
náttina strúkur í vindi upp í skrið
av landnyrðingi, 13 til 18 m/s. Alt
døgnið verður samdrigið og okkurt
ælið og hitin millum 2 og 6 stig.
Leygardagin verður stívt andøvsgul
upp í hvassan vind av útsynningi,
sum snarar í ein landsynning, 5
til 10 m/s og um náttina verður
andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13
m/s. Alt døgnið verður samdrigið
og okkurt ælið og hitin millum 2
og 5 stig.
8-13 m/s
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Eitt skal hon eiga, hon dugur at
tosa uttan at siga nakað. Og tað er
nokk tað sum fólkaflokksveljarin
tendrar uppá
Sæð á Facebook:
Eg havi fingið ein nýggjan
vana. Hvønn morgun eg vakni
kanni eg á Facebook hvørjum
flokki Annika Olsen er í
Um orðið “lokka” sigur Sprotin:
-aði s30
1 tøla, lumpa, hon vildi ~ hann til synd;
Klæmint lokkaði festibrævið frá henni
2 billa (e-m e-t) inn, siga ósatt, pella, tú
lokkar fyri mær; ~ apríl, sí apríl
Í vikuni ávaraði ein kvinna um ein sokallaðan
barnalokkara í Eysturoynni. Hon greiddi frá,
at barn hennara hevði verið í støðu, har ein
vaksin maður royndi at fáa hana í bilin. Hon
visti ikki hvør maðurin var, og tí varð ávarað
á Facebook. Í skrivandi stund er hennara skriv
deilt fleiri hundrað ferðir, og fleiri túsund hava
lisið um ávaringina á in.fo.
Føroyska
fótbóltslandsliðið
er framvegis millum
tey á ovaru hálvu á
FIFA styrkislistanum.
Føroyar eru á 94.
plássi ella tvey pláss
hægri enn fyri einum
mánað síðani.
Grannauppgerð var
á høllini á Hálsi
mikukvøldið, har
kvinnuliðini hjá
Neistanum og Kyndli
brustu saman. Neistin
vann dystin 17-14.
Annika Olsen telist aftur
millum tinglimirnar
hjá Fólkaflokkinum
Landsstýrið fer nú
at leggja uppskot
fyri Løgtingið um at
broyta lógina fyri
kommunuval soleiðis,
at allar kommunur
skulu hava minst
eitt valstað. Men ein
kommununa kann
hava fleiri valstøð,
men treytin er,
at tað skulu vera
minst 100 veljarar
til hvørt valstaðið.
Sostatt vera fleiri
valstøð afturlatin.
»Barnalokkari«
Kaffibar, thaimatur og gourmet
24 pedagoglesandi á skúlabonk í Vági
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
nýggj akfør vórðu seld í
Føroyum í januar, sum er ein
vøkstur upp á 61 prosent
189
MANGT OG HVAT
Visti tú?
At Vágur í ár verður
vertur fyri norðurlendsku
strandamentanarstevnuna
Nordisk Kystkultur
Festival 2016 í døgunum
7. til 10. Juli
Vit bjóða ljósari tíðum
vælkomnum
Aftur í ár verður skipað fyri tiltakinum Vetrarljós í
miðbýnum í Havn. Í stuttum er tað dagurin vit bjóða
ljósari tíðum vælkomnum við livandi tónleiki, sjónleiki,
filmsbrotum og list, sum prýða býin hendan dagin.