hósdagur 4. februar 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
19
KAFFI ÚR
MIÐLAHÚSINUM
BRELL
VS
Kaffi-kapping
BIRGITH LASSEN
Hetta kaffi er øgiliga ólíkt tí, ið
vanliga verður drukkið í Føroyum,
sigur hann. Men fólk kring allan
heimin stuðla nýggja kaffi
rákinum, ið snýr seg um at viðgera
kaffibønirnar milt og ikki brúka
mjólk, sukur og siropp við alskyns
smakkum.
Miðlahúsið hevur sett sær fyri
at kanna, hvussu føroyingar taka
í móti nýggja kaffirákinum. Vit
bjóða fólki á gøtuni tveir koppar
av kaffi – eini koppur er frá Brell,
meðan hin er úr kantinuni í Miðla
húsinum.
– Eg vænti, at kaffi hjá Miðla
húsinum vinnur, tí tað er meiri líkt
tí kaffinum, fólk á gøtuni vanliga
drekka, sigur Róaldur Jákupsson.
Nýggj kaffibarr í Havn
Aftaná at hava selt kaffi í tíggju ár,
tekur Róaldur Jákupsson nú stigið
víðari og opnar nýggja kaffibarr í
Havn.
Róaldur Jákupsson sum í
eitt áratíggju hevur havt handil
í miðbýnum í Havn, opnar nú
nýggja kaffibarr. Sambært Róaldi
verður henda kaffibarrin nakað
heilt annað, enn tað vit eru von
við her heima.
Les undir greinini her, hvat før
oyingum á gøtuni dámar betri:
Kaffi frá kaffistovuni í Miðlahús
inum ella kaffi frá Brell.
BIRGITH@SOSIALURIN.FO
Úrslit:
7 av 10 valdu Brell
– Eg veit, at eg eri 15 ár frammanfyri, men nú leypi
eg bara út í tað. Eg vil vera fremst. Og tað verði eg
eisini við hesum, sigur Róaldur Jákupsson
Róaldur Jákupsson ivast í, um føroyingum fara at dáma tað
kaffi, nýggja kaffibarrin hjá Brell fer at borðreiða við
Maibritt Johannesen
39 ár
»Lukturin er nógv
betri í hesum, so tí
velji eg tað«
Brell
Marianna Eysturoy
49 ár
»Uttan iva«
Brell
Christa Reynheim
28 ár
»Eingin ivi«
Brell
Durita Reynheim
39 ár
»Eg haldi, at hitt
er for súrligt, so
tí velji eg hetta«
Miðlahús
Andreas Dichmann
31 ár
»Hetta smakkar
og luktar betri«
Brell
Jógvan Thomsen
55 ár
»Eingin ivi. Tað
er meiri krút í
hesum koppinum«
Miðlahús
Sakaris Joensen
28 ár
»Tað er ein heil
verð av smakkum
aftanfyri hesum«
Brell
Anna Malan Jógvansdóttir
20 ár
»Eri eitt sindur í iva,
men velji hetta. Veit
ikki ordiliga hví«
Miðlahús
Torkil Zachariassen
54 ár
»Hitt smakkar av
gamlari kaffistovu«
Brell
Joan Brekku
51 ár
»Eg haldi, at hetta
smakkar nakað
betri«
Brell