hósdagur 4. februar 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
18
BIRGITH LASSEN
F
yri nøkrum árum síðani
reis eitt satt kaffirák upp,
og áhugin fyri kaffibønum
og ymsum bryggihættum
vaks. Kaffi er ikki longur nakað,
tú bara drekkur. Kaffi er blivið ein
mentan og ein indikator sum sigur
nakað um, hvør tú ert.
Hóast rákið er ókent millum
flestu føroyingar, hevur Róaldur
Jákupsson valt at kasta seg beint
út í trendina. Í eitt áratíggju hevur
hann brent og selt sítt egna kaffi í
handlinum Brell í Havn. Í næstum
opnar hann kaffibarr á Vaglinum.
Vónin er at raka breitt, men
Róaldur Jákupsson er greiður yvir,
at tað verður ikki uttan forðingar.
– Eg veit, at eg eri 15 ár framman
fyri, men nú leypi eg bara út í tað.
Eg vil vera fremst. Og tað verði eg
eisini við hesum. Hetta er tað, sum
trendar alla aðra staðni í verðini,
sigur Róaldur Jákupsson, sum
leggur afturat, at hann vil syrgja
fyri, at føroyingar fáa tað besta.
Ikki fyri at tjena pengar
Tað er eingin loyna, at svart kaffi
oftast er tað, sum verður borðreitt
við í føroysku heimunum. Og café
latté kanska tað, sum oftast verður
svingað yvirum diskin í kaffibarr
unum. Tað kaffi, sum Brell fer at
borðreiða við í nýggju kaffibarrini,
verður viðgjørd á ein heilt ørðvísi
hátt, enn vit kenna í dag.
Rákið snýr seg nevniliga um at
drekka kaffi, á sama
hátt sum ein vínkennari drekka
vín. Ristingin av kaffibønuni
verður mildari og bryggingin
krevur serliga útgerð. Men eru
tað ikki vansar við at kasta seg út
í eitt rák, sum enn ikki er byrjað í
Føroyum?
– Um tú vilt tjena pengar uppá
kaffi, skalt tú framleiða kaffi av
eini vánaligari bønu og oysa eina
rúgvu av mjólk og siropp útyvir, so
kundin í veruleikanum ikki smakk
ar, at tað er kaffi. Men eg geri ikki
hetta fyri at tjena pengar, svarar
eigarin av Brell, sum annars er út
búgvin grannskoðari.
Eitt uppger við
ringu góðskuna
Róaldur Jákupsson greiður frá, at
føroyingar lættliga ræðast burtur,
men sigur at nýggja kaffbarrin ikki
bara er fyri kræsnar gómar.
– Um ein kundi ynskir at keypa
ein cappuccino, geri eg sjálvandi
ein cappuccino. Og um onkur
hevur hug at koyra siropp í, havi
eg sjálvandi eisini siropp. Men eg
syrgi fyri at gera kaffikoppin væl,
sigur hann.
Róaldur Jákupsson er uppruna
liga útbúgvin grannskoðari, og
hann traðkaði inn í kaffibransjuna
av reinum áhuga. Men nýggja kaffi
barrin er ein uppger við góðskuna
í Føroyum, sum sambært Róaldi
Jákupssyni er alt ov svingandi.
– Eg orki ikki at fáast við ringa
góðsku, og soleiðis havi eg tað eis
ini við kaffi. Eg eri blivin for gamal
til at finna meg í tí, sigur hann at
enda.
Kaffibarrin opnar væntandi
um 2-3 vikur, og umframt kaffi,
fer Brell eisini at borðreiða við osti,
nýbakaðum breyði, dessertum og
spesialvørum.
BIRGITH@SOSIALURIN.FO
MANGT OG HVAT
VIL VERA
FREMST Í
FØROYUM
Aftaná at hava selt kaffibønir í tíggju ár, tekur
Róaldur Jákupsson nú stigið víðari og opnar
nýggja kaffibarr í Havn. Málið er at bróta frá
vandu kaffimentanina í Føroyum, sigur hann
Nýggj kaffibarr
Um tú vilt tjena
pengar uppá
kaffi, skalt tú
framleiða kaffi
av eini vánaligari
bønu og oysa
eina rúgvu av
mjólk og siropp
útyvir, so kundin
í veruleikanum
ikki smakkar, at
tað er kaffi«
Róaldur Jákupsson
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
MODELLMYND