hósdagur 4. februar 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
17
Mia Helmsdal Clothier
Næmingur á Eysturskúlanum
kanska eitt sindur ótrygg og harvið
gjørdist orðaskiftið ikki so drúgt.
Men so kom fartur yvir feltið.
Millum annað, tá okkara uppskot
um at broyta rúsdrekkalógina so
leiðis, at loyvt skuldi verða at selja
rúsdrekka í vanligum matvøru
handlum, varð lagt fram, byrjaði
eitt øðiligt orðaskifti. Báðir partar
høvdu góð argument: ja-síðan vildi
helt ikki tað var rætt, at frælsi hjá
teimum, ið dugdu at drekka, skuldi
skerjast, tí ein lítil minniluti ikki
dugdi. Hinvegin argumenteraði
nei-síðan ímóti og segði, at tað var
skeivt at gera tilveruna hjá teim
um við drykkjutrupulleikum enn
truplari, við at seta rúsdrekka inn í
vanligar handlar, saman við breyði,
mjólk og líknandi.
Eftir eina tíð, mátti løgtings
formaðurin skerja viðmerkingar
nar, tí alt ov lítil tíð var sett av til
tess at viðmerkja. Og so, klokkan
umleið eitt, høvdu øll málini, alt
frá fríari fosturtøku til nýggja
høll til frælsan ítrótt, verið til
viðgerðar. Móð fóru vit inn aftur í
kantinuna at løða battaríini. Heit
lasagna var á skránni og har var
dúgliga etið. Øll fyrireikaðu seg
til at fara í nevnd.
Ein tíma eftir fóru vit í
gongd aftur við góðum treysti.
Tinglimirnir vórðu deildir í
tríggjar nevndir: Mentunar
nevndina, Rættarnevndina og
Vinnunevndina. Eg sjálv varð
beind í Rættarnevndina. Har
skuldu vit viðgera fýra tingmál og
skriva álit um tey. Til eina málið
kom eitt umboð frá Amnesty
International at greiða frá hug
sjónum sínum. Síðani skuldu vit
greiða frá okkara hugsanum um
málið, atkvøða og skipa nevndina,
so hon antin var ein samd nevnd
ella ein meiriluta- og minniluta
nevnd. Vit upplivdu allar tríggjar.
Síðani var dagurin meiri ella
minni endaður, tó umleið ein
tíma seinkaður. Seinast á skránni
vóru vitjanir frá trimum politisk
um ungmannafelagnum, ið
greiddu frá, hvat tey standa fyri.
Ikki so nógvir spurningar vórðu
spurdir, tí øll vildu allarhelst
sleppa heim eftir ein langan ar
beiðsdag. Men helst gleddu øll seg
eisini til í morgin.
Lívstíð fyri at gera
seg inn á djór
Dagin eftir skuldu vit møta eitt
sindur seinni. Eisini var morgun
matur aftur at byrja við og so til
verka. Øll álitini, sum vórðu skriv
að, summi við broytingarupp
skotum, skuldu leggjast fram og
viðgreast fyri aðru ferð. Manna
gongdin var hin sama og argu
mentini somuleiðis. Og aftur mátti
løgtingsformaðurin avmarkað við
merkingarnar.
Eitt, ið eg haldi tók øll eitt sind
ur á bóli, var, tá uppskotið, um at
herða revsingina av misrøkt av
djórum, serliga neyðtøku, varð
lagt fram. Hetta varð eitt tað
longsta orðaskiftað í hesum deg
num og nógv heldur ógvuslig og
óvæntað argument komu fram í
dagsins ljós: ein av tinglimunum
vildi tað so, at revsingin fyri at
gera seg kynsliga inn á djór skuldi
vera lívstíð. Men hesum tóku øll
ikki undir við. Kjakað varð aftur
og fram leingi, inntil tey flestu
vórðu troytt av at hoyra somu
argument umaftur og lótu vera
at trýsta á knappin at biðja um
orðið.
Aftaná hvørt mál var liðugt
viðgjørt, skuldi atkvøðast um tað:
ja, nei ella blankt. Eitt av mál
unum, ið fekk fulla undirtøku,
var uppskotið um at fáa eina
psykiatriska deild til børn og ung
setta á stovn. Hetta skuldi í øllum
førum takast sum ein vinarlig
áminning, helt onkur fyri. Tað var
nokkso stuttligt at hoyra, helt eg.
Tað kendist so gott at fáa ávirkan
á samfelagið, vit liva í.
At enda vóru øll málini við
gjørd og atkvøtt varð um tey.
Sorgblítt at fara
Tá løgtingsformaðurin hevði
niðurlagt fundin, skuldu vit
niðan aftur í fundarhølið at fyri
reika okkum til teir ófráboðaðu
spurningarnar til landstýrisfólk
ini. Vit skuldu læra at tiltala tey
ordiligani og takka fyri svarið.eg
skuldi sjálv spyrja løgmann ein
spurning, men var tíbetur ikki
fyrst. Tó var eg ikki minni spent.
Vit fóru síðani oman í tingalin
aftur og fundurin var uppaftur
tikin. Á fremstu røð sótu tey so,
landsstýrisfólkini. Spyrjararnir
fóru so ein og ein niðan á tingsins
røðarapall at seta spurningin,
sum síðani varð svaraður av
landstýrisfólkunum. Ein og ein
fóru teir framvið til allir 21 vóru
settir, svaraðir og takkað var fyri
svar.
Nú leið móti enda. Eg var
eitt sindur syrgin, ti mær hevði
dámað hesar dagarnar sera væl
og hevði ikki lagt í at verið har
longri. Men alt hevur ein enda
her lívinum. Skipað var fyri mót
tøku í kantinuni, har leskiligir
føstubollar vóru borðreiddir
og høvi varð at tosa við øll hini.
Eisini tosaðu summi okkara við
føroysku miðlarnar.
Hesin kapittulin hevur fingið
ein enda, men politiska ævintýrið
er ikki heilt liðugt skrivað, so
hvør veit? Kanska vera hesi somu
ungu aftur at síggja á tingsins
røðarapalli í framtíðini. Hetta
vóni eg í øllum førum inniliga, tí
fleiri hava stórt potentiali til tess.
Ungdómurin er hóast alt fram
tíðin í øllum samfeløgum í heim
inum, so at kunna tey um hetta,
er ikki so býtt. Ein kann kalla tað
eina investering í framtíðina. Og
tað er væl gjørt.
MYND: ÁLVUR HARALDSEN