hósdagur 4. februar 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
16
POLITIKKUR
Mín nerva-
pirrandi og
spennandi ferð
á ungdómstingið
T
á skúlaárið 2015/2016
júst varð byrjað í
august, fingu vit í 9.a
í Eysturskúlanum eitt
sindur av kunning um árið, ið
lá fyri framman. Stílar, royndir
og aðrar uppgávur fyltu mest,
men okkurt ljóspunkt var eisini.
Millum annað var hetta sokallaða
»ungdómstingið« nevnt. Av tí,
at mær altíð hevur dámað væl
at fylgt við í samfelagnum og
politiskum kjakum, vakti hetta
beinanvegin áhuga hjá mær.
Men enn var eitt fitt tíðarbil
til, at nøkur heldig ung skuldu í
politiska eldin.
Sum skúlaárið leið, fingu vit so
við og við meiri upplýsingar um
ungdómstingið. Vit vórðu koyrd
í tveir bólkar, ið gjørdu hvør sítt
uppskot at leggja fram, annað
um at fáa samfelgsfrøði á tíma
talvuna sum eina lærugrein fyri
seg og hitt um rúsdrekkalógina.
Lærari okkara hjálpti við at seta
tey upp og leggja síðstu hond á,
áðrenn tað skuldi sendast inn til
Løgtingið.
Skjótt kom eisini dagurin, tá
fimm næmingar úr mínum flokki
skuldu veljast at fara sum umboð
í Løgtingið. Tvey, harímillum eg,
rættu beinanvegi hondina upp,
meðan hinir tríggir limirnir komu
eina løtu aftaná. Hetta var ein
spurningur, ið varð avgreiddur
skjótt og væl.
Spenningurin var øgiligur
So uppran gylti dagurin: 1. februar
2016. Tey fimm tingfólkini skuldu
møta kl 8.30 í Løgtinginum til
morgunmat og kunning. Jú jú, eg
pyntaði meg eitt sindur og hugsaði
tingini í gjøgnum. Veðrið uttanfyri
var heldur sjaskut og keðiligt, men
tað megnaði ikki at køva viljan og
ágrýtni, ið bylgdist í mær. Eg gekk
so oman til hjartað í býnum, til
glæsiliga bygningin við tí serliga
hátíðarliga dáminum um seg. Í
gongini vóru nøkur ung, men enn
vantaðu tey flestu í. Eg rokni við,
at tey flestu vóru rættiliga spent
at taka sæti har, ið sera umfatandi
avgerðir verða tiknar.
Í kantinuni varð borðreitt
við einum løttum morgunmati:
bollum, bæði ljósum og myrkum,
súltutoyi, smøri og osti. Har
afturat var djús og vatn afturvið
at drekka og starvsfólkini vóru
bæði blíð og týð.
Brátt var morgunmaturin
liðugur og farast skuldi til verka.
Øll fóru upp á aðru hædd inn
í fundarhøli 1, har tann fyrsta
kunningin skuldi vera. Løgfrøð
ingarnir, ið arbeiða har dagligani,
stóðu fyri kunningini, ið skuldi
verða tað, vit høvdu at peila eftir
inntil víðari. Ein kona steig fram
og tendraði uppvørpuna. Við
powerpoint-framløgu greiddi hon
síðani okkum frá, øllum ting
unum, vit fóru at hava brúk fyri í
tingsalinum: hvussu vit bóðu um
orðið, hvussu vit søgdu við løg
tingsformannin og so framvegis.
Eitt sindur áðrenn klokkan
tíggju fóru vit oman móti ting
salinum. Vit høvdu fingið føst
pláss áðrenn, so vit fóru til
teirra. Skipað var soleiðis fyri, at
flokkarnir sótu saman so nógv
sum møguligt á fýra teimum
aftastu røðunum, meðan fyrsta
røð var reserverað til landstýris
fólkini, ið skuldu koma næsta
dagin. Síðani fór tingfundurin í
gongd. Løgtingsformaðurin legði
fyri við eini vakrari røðu og setti
fundin.
Rúsdrekkalógin
elvdi til kjak
Í byrjanini, tá uppskotini skuldu
leggjast fram, vóru tey flestu
Hugleiðing
Hvussu eitt land riggar og um tað er skil í, er bundið av tess
stýrisskipan. Nógv stór ríki eru fallin, tí ósemjur eru vorðnar
loystar á skeivan hátt. Men eisini hava nógv ríki verið til
leingi og riggað væl. Hetta tí, at landsleiðararnir hava lurtað
eftir fólkinum og viðgjørt fólksins vilja á sømiligan hátt.
Men hvussu hevur so verið við fólkinum? Hava tey
altíð havt innlit og skilt, hvat alt gongur út uppá? Vit
fingu eitt høvi at skilja løgtingið og tess skipanir betur,
tá vit vóru á ungdómstingið 1. og 2. februar 2016