Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 15 15 – Faktum er, at tú sært ikki virðini, fyrr enn tú stendur á kantinum, sigur Marjun í Kálvalíð Ein serligur vísdómur Tá ið fólk liggja at doyggja, eru tað nógv, ið ynskja at fáa eitt prát við prest. Marjun í Kálvalíð greiðir frá, at ofta kemur prátið eisini inn á lívið, har hugt verður aftur á hvussu lívið hevur verið. Tá er tað ofta, at tað kemur ein serligur vís­ dóm­ur á fólk, har tey síggja hvat veru­liga hevur havt týdning fyri tey. – Tey siga sum oftast »eg havi havt eitt gott lív«. Eg minnist ein, sum vit vildu sagt hevði havt tað trupult ígjøgnum lívið, og hann segði við meg »tvætl, eg havi havt eitt gott lív«. Og tað kemur ofta fyri, at nógv av teimum keðiligu ting­unum, so sum arbeiðsloysi, krepp­ur og annað, slett ikki hava tann týdningin, sum vit ganga og halda. Tá samanum kemur siga nógv »tvætl, vit høvdu tað gott. Vit høvdu eitt gott lív«, sigur Marjun í Kálvalíð, prestur. Familjan fyllir nógv Tá ið samanum kemur, er tað ser­ liga ofta familjan, ið hevur stóran týdn­ing og fyllir nógv hjá teimum, ið liggja at doyggja. Men eisini hjá teim­um avvarðandi kann tað verða strævið, eitt nú tá álvarslig sjúka so sum krabbamein, ið nógv tíverri doyggja av, rakar. – Tað kann vera strævið hjá teim­um og hjá teimum avvarðandi. Ofta stúra tey fyri teimum, ið sita eftir. Tey kunnu hava ringa sam­ vitsku um at fara frá teimum, utt­an at kunna tryggja tey. Ofta sætt­ast tey við, at lívið hjá teimum sjálv­ um er komið at enda, men hava tað trupult við at fara frá teimum av­ varð­andi, greiðir Marjun í Kálvalíð, prestur, frá. Sterka familjubandið sæst eisini aftur, eitt nú tá børnini ella ommu- ella abbabørnini eru á vitjan. Tá kunnu tey, sjálvt um tey ikki orka nógv, ressast við eina løtu og veru­ liga manna seg upp eina stutta stund. Ella um tey hava fingið eina tekning ella onkran lut, so vilja tey gjarna hava hetta so tætt hjá sær sum gjørligt, soleiðis at tey áhald­ andi kunnu minnast á hesi deiligu børnini. Serliga eyðsýnt er familjubandið tó ofta, tá tann seinasta løtan er við at vera komin. Tá er tað ofta týdn­ingar­mikið hjá tí, ið liggur at doyggja, at børnini, sum eru langt vekk, koma heim. – Tað kemur heilt ofta fyri, at tann, ið liggur at doyggja, ikki vil sleppa lívinum fyrr enn børnini, ið eru langt vekk, eru komin heim og hava fingið sagt farvæl. Tað síggja vit javnan, sigur Marjun í Kálvalíð, prestur. Iðran og fyrigeving Tað kemur eisini fyri, at fólk hava brúk fyri at tosa um okkurt, sum tey hava verið kedd um, og sum kanska kann tykjast býtt, tá nú lívið lækkar móti endanum. – Ofta kann tað vera klandur, sum tey eru kedd um, og sum tey nú móti endanum standa spyrjandi og hugsa »hvat skal eg brúka tað til«. Onkur hevur eisini brúk fyri fyri­geving, antin at geva ella fáa fyri­geving fyri eitthvørt, sum tey angra. Og tað kann eisini vera ting, sum tey ikki hava fingið gjørt. Ting, sum tey hava hugsað, at tey áttu at havt gjørt, men sum umstøðurnar ikki loyvdu ella vóru til, greiðir Marjun í Kálvalíð, prestur, frá. Á eggini síggja vit virðini Tað er tó ikki bara tey, ið ganga síðstu stundini í møti, ið fáa henda ser­liga lívsvísdómin. Marjun í Kálvalíð greiðir frá, at tað sæst eis­ini hjá sjúklingum, sum koma fyri seg aftur. – Faktum er, at tú sært ikki virð­ini, fyrr enn tú stendur á kant­ inum. Sjúklingar, sum koma fyri seg aftur eftir álvarsliga sjúku, læra ofta at virðismeta hvønn tann ein­ asta dag. Hjá teimum eru ting, tey kanska óttaðust ella stúrdu fyri áðr­enn, heilt vekk. Í dag siga tey, at ting sum arbeiðsloysi, materiellur stand­ur og sovorið er bagatellir, tað hevur einki at siga, tá saman um kemur. Men hetta síggja vit onn­ur ofta ikki. Vit kunnu tosa um virðir, men geva okkum ikki stund­ir at veruliga gruna yvir tingini. Tað er tíverri ofta ikki fyrr enn vit standa á kantinum og stara deyðan í eyg­ uni, at vit veruliga síggja virðini, sig­ur Marjun í Kálvalíð at enda. ROGVI@SOSIALURIN.FO MODELLMYND »Tá ið man liggur at doyggja, eru tað ofta stórir spurningar, ið fólk liggja inni við. Hvat gongur man inn til. Hvat bíðar mær hinumegin. Er himmalin til« Vestmanna kirkja SAVNSMYND