hósdagur 4. februar 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
14
TEMA Eydna
RÓGVI NYBO
K
irkjan ella samkoman
er karmur um lívið og
deyða hjá flestu okkara,
og nógvar av stóru
stundunum í lívinum henda eisini
innan kirkjugátt. Prestar hava tískil
eitt sera gott innlit í kenslulívið hjá
okkum menniskjum, bæði í teim
um stóru og góðu løtunum, og í
teimum sváru og døpru løtunum.
Tað er eisini í hesum løtunum, vit
sum menniskju av álvara grunda
um teir heilt stóru spurningarnar,
og hvat veruliga hevur týdning í
lívinum. Og tað er kanska serliga
tá ið deyðin stendur fyri durum,
at fólk av álvara síggja, hvat hevur
størsta týdningin og hvat tað góða
lívið í roynd og veru er.
Marjun í Kálvalíð er sóknar
prestur í Vestmanna. Í hennara
starvi sum prestur kemur hon
javnan í samband við fólk, ið liggja
fyri deyðanum ella eru í aðrari
kreppu, og tá standa við teimum
stóru spurningunum ella bara
síggja lívið úr einum heilt øðrvísi
sjónarhorni, enn vit vanliga gera.
Tryggleikin úr barnaárum
– Tá ið man liggur at doyggja, og eg
sum prestur komi út til fólk, tá eru
tað ofta stórir spurningar, ið fólk
liggja inni við. Hvat gongur man
inn til. Hvat bíðar mær hinumegin.
Er himmalin til. Tað eru nakrir heilt
stórir og grundleggjandi spurn
ingar. Ein partur av mínum starvi
er tá at práta við viðkomandi um
hesar spurningar, greiðir Marjun í
Kálvalíð frá.
Tað er eisini vanligt, at fólk, tá
tey biðja um at sleppa at tosa við
prest, hava okkurt serligt ynski. Og
tá vísir tað seg, at nógv venda aftur
til tað, tey hevur fingið sum barn.
– Tey ynskja kanska at eg skal
lesa okkurt fyri teimum, sum er
lisið fyri teimum sum barn, ella
tey vilja hoyra ein sálm, tey hava
hoyrt sum barn. Nógv vilja eisini
gjarna signast, tað er nakað, tey
ofta ynskja.
Hví venda nógv sær aftur til
okkurt, tey hava fingið sum barn?
– Tað gera tey ofta, tí at tað gev
ur tryggleika upp á ein máta. Tú ert
sorgleysur, og tú livir lívið tá tú
ert barn, sigur Marjun í Kálvalíð,
prestur.
Tú ert sorgleysur,
og tú livir lívið tá
tú ert barn«
Marjun í Kálvalíð
Á EGGINI
SÍGGJA
VIT LÍVIÐ
Familjubandið er tað sterkasta og týdningarmesta í lív
inum. – Men tað er ofta ikki fyrr enn vit standa á eggini til
deyðan, at vit veruliga síggja virðini í tí góða lívinum
Marjun í Kálvalíð, sóknarprestur
Tað góða lívið
Marjun í Kálvalíð, sóknarprestur í Vestmanna