Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 15 13 – Ver djørv, royn okkurt nýtt og brót rutinuna, og lær at gera okkurt stuttligt. Tað kann vera okkurt smáting, og tað nýtist heldur ikki at kosta nakað, sigur Jóhanna Andreasen týdning alla tíð, men kunnu skifta. Tá fólk koma til mín við trupul­leik­ um, so snýr tað seg um at finna út­ av, hvørji virði hava týdning fyri per­sónin júst nú og hvørji virði eru hótt, sigur Jóhanna Andreasen. Vandamikil jagstran Í dag seta vit menniskju sera høg krøv til okkum sjálvi, og hetta kann ofta eisini elva til trupulleikar, eitt nú til strongd ella depressión. Sam­ bært Jóhonnu Andreasen kann tað vera vandamikið at vera ein so­kall­ aður eydnuriddari, ið alla tíð­ina tráar eftir kensluni av eydnu. Og tað er ofta her, at vit missa sam­ band­ið við okkum sjálvi og gloyma at liva í løtuni. – Vit vilja so nógv. Vit jagstra lívið alla tíðina, og í hesari jagstran­ ini kunnu vit skjótt villast. Ofta enda vit við at púra sloyfa at dýpa tankarnar, nakað sum er ótrúliga týdningarmikið at geva sær tíð til. Men vit eru øll eydnu­ riddarar. Vit síggja idealir alla­ staðni og samanbera okkum í heil­um við hvussu onnur liva. Eg upp­livi at onkur kemur til mín og sigur, »okkurt er galið við mær, tí eg havi alt, eg havi mann, bil, hús og familju, men eg føli meg ikki eydnu­sama«. Men vit síggja ikki og gloyma ofta, at eingin – og tá meini eg veru­liga eingin – er eydnusamur kon­stant. Tað er ofta her, at vit enda í ein­ari eydnufellu, har vit stremba eftir eydnukenslum fyri ikki at kenna okkum óeydnusom. – Vit keypa dýr ting, renna, gera góð ting, ferðast, skapa meinings­ fult virksemi fyri børnini og so framvegis. Við tí úrsliti, at vit enda við at renna undan veruleikanum og gloyma at liva í løtuni, greiðir Jóhanna Andreasen frá. Gleði ger teg robusta Innanfyri økið positiva sálarfrøði verður víst á fýra treytir fyri ein­ um góðum sálarligum lívi, og sum eggja til trivnað. Ein av treytunum er positivar kenslur, so sum at sansa, smakka, lukta, føla, sex, hiti, tón­leikur, stuttleiki, gleði og vón. – Her er talan í roynd og veru um heilakemi, kenslan av gleði tá heilin útloysir endorfinir. Her er gleði sera týdningarmikil, tí hon ger okk­um før fyri betri at møta niður­lagi, tí positivar emotiónir ávirka heilan, so at vit gerast meiri kreativ, opin, djørv og megna at hava »metaperspektiv« vísir Jóhanna Andreasen á. Tvær aðrar treytir eru eisini, at vit føla engagement, eina kenslu av at vit kunnu nýta okkara styrk­ir og tað at vera í »flow«, sum er ein kensla av at tað, tú fæst við, gong­ur upp í eina hægri eind, og so tað at vit eisini merkja eina hægri mein­ ing við tí, vit fáast við. – Tá tú upplivir eina meining í til­ veruni og tí, tú ger, tá tolir tú eis­ini mótstøðu betri. Tað gevur út­haldni og robustheit til at standa ímóti. Síðsta treytin er kvalitativar sosialar relatiónir. Tað er at hava intimt sosialt samband við onnur, sum ger okkum mest glað, og tað kann vera bæði parlag ella vinalag. – Tað er týdningarmikið at hava gott og intimt sosialt samband við onnur. At hava eina kenslu av at kunna tosa um alt við onkran, og at kringseta seg við teimum, ið gera teg mest glaða, sigur Jóhanna Andreasen. Sambært Jóhannu Andreasen hevur tað stóran týdning at minn­ ast til, at eingin livir eitt heilt lív uttan mótgongd. Og jú nærri tú kemur at tí einstaka, meira sær tú at vit øll stríðast. – Men kenslan av gleði ger, at vit føla okkum robust og mótstøðufør til betri at tola mótgongd. Tað ger, at vit eru betri før fyri at útføra tað, sum fyri okkum er týdningarmikið, vísir hon á. Øll kunnu læra vælveru Eitt av góðu ráðunum, ið Jóhanna Andresen ofta letur víðari, tá hon heldur fyrilestrar ella hevur sam­ røður við fólk, er at vælvera, ella tað at hava tað gott er ein førleiki, ið vit øll kunnu læra. – Tað eru nøkur ting, vit sjálvi kunnu gera, fyri at finna meining í lív­inum og vera glað. Lær teg at vera takksamur og at vísa gávu­ mildni. Ger okkurt eydnuríkt fyri onn­ur. Lær at fyrigeva, vísa sam­ kenslu og bera yvir við øðrum. Halt fast við og víðka tíni sosialu sam­ bond. Ver djørv, royn okkurt nýtt og brót rutinuna, og lær at gera okk­urt stuttligt. Tað kann vera okk­ urt smáting, og tað nýtist held­ur ikki at kosta nakað. Vælvera er ein før­leiki, vit øll kunnu læra at røkka, stað­festir Jóhanna Andreasen. ROGVI@SOSIALURIN.FO ■ Jóhanna Andreasen er út­ búgvin sjúkrarøktarfrøðingur við serútbúgving innan kognitiva atferðarterapi MODELLMYND »Vit vilja so nógv. Vit jagstra lívið alla tíðina, og í hesari jagstranini kunnu vit skjótt villast«