hósdagur 4. februar 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
12
TEMA Eydna
RÓGVI NYBO
M
enniskjan
hevur
altíð grunað um
hvat eitt gott lív er.
Tað eru teir veruliga
stóru spurningarnir og teir djúpu
tankarnir, ið stinga seg upp, tá vit
gruna yvir lívið og eydnuna. Tað
kann vera torført at definera, hvat
eitt eydnuríkt lív er. Men tey flestu
eru kortini samd um nøkur av
høvuðspunktunum, millum annað
at eitt lív, ið er gott at liva, eisini
er eitt meiningsfult lív. Eydnan
er, tíbetur, eisini ein persónlig
og subjektiv kensla av vælveru,
vit øll kunnu fyrihalda okkum
til. Men jagstranin eftir eydnuni
kann eisini vera vandamikil, um
vit tráa eftir kensluni og enda við
at gloyma at spyrja okkum sjálvi,
hvat hevur týdning fyri meg.
Meiningsfulla lívið
Eitt eydnuríkt lív kann sigast at
vera er eitt meiningsfult lív. Men
tað er ymiskt og persónligt, hvat
vit sjálvi sum menniskju uppliva
sum eitt meiningsfult lív. Tað sigur
Jóhanna Andreasen, sum er tera
peutur innan kognitiva atferðar
terapi.
Tað finnast fleiri rætningar
innan hetta økið, og tað kann
vera trupult at seta orð á, hvat eitt
meiningsfult lív er. Í mínum virki
nýti eg definitiónina hjá Steven
Hayes, sum sigur at eitt meinings
fult lív, tað er at definera hvat er
týdningarmikið fyri teg, og síðani
aktivt at taka stig mótvegis tí, sum
hevur týdning fyri júst teg, greiðir
Jóhanna Andreasen frá.
Virðisástøði nevnir 10 virðir, sum
eru kjarnan í, hvat er týdningar
mikið fyri okkum menniskju. Tey
eru parlag, foreldraleiklutur, fam
ilja, vinir og sosialar relatiónir,
størv, útbúgving og persónlig
menning, frítíð, tað andaliga,
borgaraskapur og politikkur, og
góð heilsa.
– Fólk eru ofta ikki tilvitað um
hesi virðini. Tí spyrji eg tey, hvat
hevur týdning fyri teg júst nú, fyri
at fáa tey at reflektera yvir hesi
virðini. Øll virðini hava heldur ikki
Tað er týdningar
mikið at hava
gott og intimt
sosialt samband
við onnur. At
hava eina kenslu
av at kunna
tosa um alt við
onkran, og at
kringseta seg við
teimum, ið gera
teg mest glaða«
Jóhanna Andreasen
VÆLVERA ER
EIN FØRLEIKI ØLL
KUNNU LÆRA
Vit eru øll eydnuriddarar meira og minni. Vit jagstra lívið,
og í jagstranini kunnu vit skjótt villast. – Men jú nærri tú
kemur tí einstaka, meira sær tú at vit øll stríðast. Men gleði
er eisini ein førleiki, vit øll kunnu læra, og sum ger okkum
før fyri at taka móti lívsins avbjóðingum, sigur Jóhanna
Andreasen, terapeutur innan kognitiva atferðarterapi
Jóhanna Andreasen, terapeutur
Tað góða lívið
Jóhanna Andreasen, terapeutur innan kognitiva atferðarterapi