hósdagur 4. februar 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
11
Temasíðurnar í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð varpa ljós á eydnusemi.
Vit spyrja, hvat vit sjálvi kunnu gera fyri at verða eydnusom, og vit
spyrja føroyingar, hvat ger teir eydnusamar.
Kitty May
Ellefsen
Nær er tú mest eydnusom?
– Eydnan kemur í smáum løtum. Sum
tá eg koyri bil í býnum og mitt í øllum
síggi eg Jens Eli ella Janu standa
har og tosað við vinfólk (sonur og
dóttur). So verið eg heit um hjartað
og kenni meg eydnusama, at júst
eg eigi fittastu børn í heiminum.
Sum eg segði, so kemur eydnan í
smáum løtum og tí er hon ongantíð
haldbar. Tað, sum hevur týdning er,
at trívast. At trívast í lívinum er eitt
»konstrukt«. Her krevst, at tú hevur
jaligar kenslur, jalig sambond, mein
ing við lívinum, tekur lut og presterar
(okkurt kemur burturúr). Annars eri
eg altíð eydnusom, tá eg renni úti.
Men eydnan kemur ongantíð fyrr enn
eg havi runnið eina løtu. Tá kemur
takksemi heilt av sær sjálvum. Takk
semi fyri góða heilsu og fyri, at eg
júst sum einki kann renna 10 km.
Er nakað ávíst sum
ger teg eydnusama?
– Tankin um at fara á skiferiu við
okkara góðu vinfólkum og teirra børn
um ger meg gleða. Vit fara at standa
á skí, spæla spøl og liggja í sauna
alt kvøldið. Tað dámar mær ordiliga
væl. Samvera við familju og goðum
vinum hevur alt at siga. Tá eg var ung
strembaði eg eftir »materiellum ting
um« Men nú hevur tað lítlan tíðning.
Samvera og tað at hava tað stuttligt
og gott hevur alt at siga.
Sigmundur
Ísfeld
Nær ert tú mest
eydnusamur?
– Kenslan er har bara onkuntíð, og
onkuntíð ikki. At vakna úthvíldur og
sólin sær uttanfyri – tað kann vera
nóg mikið. At síggja børnini glað.
Eitt nú tá eitt barn, ella mín abba
dóttir gleðist um at klára okkurt fyri
fyrstu ferð. At føla kærleika – tað er
tað størsta. Kærleiki til og frá børn
unum ella unnustuni.
Er nakað ávíst, sum altíð
ger tey eydnusaman?
– Tað er altíð ein djúp og takksom
eydnukensla at kenna roykin av
røstum fiski og garnatálg, og vita
sær at um líttla løtu sleppi eg
at smakka... Men annars? Tá eg
frætti okkurt gott um ein av mínum
næstu.
Carl Jóhan
Jensen
Skald
Hvussu vil tú lýsa
»tað góða lívið«?
– spurningurin líkasum rópar eftir
einum ósamansettum og streym
linjaðum svari svari, sum kantar til
tað alment viðtikna, breiða, fittliga
og treyðugt so, hent er tað – við
hvørt – at fáa torgreidd, ikki altíð
tespilig viðurskifti, orðað saman
í onkra av teimum meginreglum
um tað góða, sum tíðin ikki sparir
at egna við í samfelagsmiðlum, í
lýsingum, í endaleysum lívstíls-
sjaggi og alskyns andligari, sum
politiskari trúboðan íðan hvat? Tað
ger kanska einki heldur, tí inst í
okkara deyðiliga skili (t.e. hava vit
skil yvirhövur) ivast fáur í orðum
Prædikarans: at alt er fáfongd og
einki uttan fáfongd, kortini skal eg
ikki taka fyri, at slík mis-hittinorðað
smásannindi – í lagnustundum –
kunnu hava sama gangvirði á troyst-
brævamarknaðinum sum onnur
– og einki ótilvistarligari – ítrív, eitt
nú: at bíta negl ella sparka bólt....
saktans...men, hvat er so »tað
góða«, meðni...ja, hvat skal eg siga...
royndi at skriva eina heila bók um
»tað góða« í fjör, men endaði aftur
har, eg byrjaði, í teirri samansettu
sannroynd, at »tað góða« ikki vildi
skilgreinast uttan víðari...ikki í
mínum huga...men eg eri nú eingin
smásannindamiðlari heldur, eingin
lýsingastova, eitt neyðars skald...so
eg má bara melda pass her...
Hvat ger teg glaða/n?
– Ja, tú spyrt sum fyrr, eisini hatta er
samansett, tá ið samanum kemur,
mangt kann gleða, hvat tá, eisini
sovorðið, sum fáur leggur í at lata
onnur vita í berum orðum »gleðin er
góð«, sigur Regin Dahl onkustaðni...
serliga meingleðin hugsi eg.
Hvat er besta ráðið, tú
kann geva øðrum um
at liva eitt gott lív?
– Hugsa, so ert tú fyrr enn ikki til
kanska.
Hans Petur
í Brekkunum
Tónleikari og leiðari
í Føroyahúsinum í
Keypmannahavn
Hvussu vil tú lýsa
»tað góða lívið«?
– Lívið var fantastiskt tá ein var 20
ár. Lívið var eisini sera gott, tá ein
fylti 25 og 30 ár. Og nú, tá man er
farin um tey 40 árini, er lívið enn
betri, bara upp á ein annan máta. Eg
haldi, at eg eri komin í tann aldurin,
har »tað góða lívið« fyri meg mest
snýr seg um at hava eina fitta og
góða familju rundan um seg, at
hava eina góða heilsu og at verða
dugnaligur til mítt starv.
Hvat ger teg glaðan?
– Eg gerist glaður tá eg hoyri tón
leik á høgum støði, tá børnini klára
seg væl, tá eg eri saman við øðrum
fólkum, sum eru glað, og so sjálvandi
eisini tá konan er glað :)
Hvat er besta ráðið, tú
kann geva øðrum um
at liva eitt gott lív?
– Slepp øllum tí, tit ikki hava hug
til at takast við. Brúka tíðina upp á
tað, sum tit brenna fyri og duga. Her
kundi eg so hildið áfram at komið við
góðum ráðum, men eg haldi, at flest
fólk finna spakuliga út av at liva
»eitt gott lív«, sum er gott fyri tey.