Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 15 10 TEMA Eydna Tað eru spurningarnir, sum vit seta í temasíðunum í dag. Eydnusemi er heitið á tema­num, og á síðuni her kanst tú lesa, hvat ymiskir før­oy­ingar halda eydnusemi vera. Og sum tú sært á síðuni, so er ógvuliga ymiskt, hvat fólk meta sum svarið uppá eydnu­semi. Fyri summi er tað góður matur. Fyri onnur at práta við makan um alt og einki. Fyri summi er tað at ferðast, og onnur at hoyra eina góða politiska røðu. Men er nakað ávíst, sum kann gera okkum øll eydnusom? Johanna Andreassen er terapeutur og í tí dagliga yrkinum hjálpir hon fólki, at finna fram til teirra innaru gleði. Vælvera er ein førleiki, vit øll kunnu læra, sigur hon millum annað á tema­síð­ unum hesaferð. Vit jagstra øll lívið og eydnuna og kunnu lættliga villast, heldur hon. Og hesum tekur prestur, Marjun í Kálvalíð, undir við. Hon er ikki í iva um, at fam­ ilju­bandið er tað sterkasta og týdningamesta í lívinum, tá ið umræður eydnu, men tað er mangan ikki fyrr enn deyðin nærkast, at vit duga at síggja hendan veruleika. Júst sambandið millum familjulimir, vinir og kenn­ ingar er tað, sum ger okk­ um eydnurík. Tað vísur í øllum førum ein 75 ára lang kann­ing, sum granskarar á Harvard University hava staðið á odda fyri. Yvir 600 unglingar meldaðu seg til hesa lívstíls­kanning fyri 75 árum síðani, og hvørt ár síðani hava skiftandi granskarar hugt nærri at hvat tað er, sum ger hesi menniskju og teirra familjur glað. Úrslitið er sólarklárt, nú leitanin eftir tí góða lívinum hevur verið undir luppinum á Harvard í trýkvarta øld. Tað eru menniskju, sum gera teg eydnusaman. Góð, góðskurík og kærleiksfull sambond við onnur menniskju avgerða, hvussu tú sært góðskuna í tínum egna lívið. Pengar, viðurkenning og materiell ting hava ikki eins stóran týdning fyri tín lívskvalitet, vísur tað seg. Kanningin er sjálvandi sera umfatandi við alskyns ymiskum niður­ støðum og spurningum. Vilt tú vita meira um heims­ins longstu kanning um eydnu­ semi, kanst tú leita á net­ inum eftir Robert Waldinger, What Makes A Good Life. Her hava vit roynt at fingið innlit í royndir hjá ymisk­um fakbólkum, og vit hava spurt vanligar føroyingar, hvat ger teir eydnu­samar. Ivaleyst kundu vit øll notið gott av, at sett okk­um hendan spurningin av og á. Góðan lesihug! Hvat ger teg glaðan, og nær eru vit veruliga glað? Kunnu vit velja at vera glað og kunnu vit gera nakað aktivt, fyri at uppnáa eydnusemi í lívinum? Barbara Holm Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum Vágspop Tað góða lívið Bergtóra Høgnadóttir Nær er tú mest eydnusom? – Tá eg kenni, at nógv fólk eru góð við meg, hóast tey kenna mínar skugga­síðir. At kunna vera eg, eisini tá eg ikki er tann besta útgávan av mær sjálvari, og kortini kenni kærleika, nær­leika og virðing. At hava persónar í lívi mínum sum tora at geva mær mótspæl, kjakast og tíma meg – tað ger meg glaða. Eg elski, at erliga systir mín, altíð sigur sína meining. Vin­konur mínar eru serstakliga ymiskar – eri líka góð við tær allar – og tær gera meg allar eydnusamar á hvør sín júnikka hátt. Maður mín, sum á nógvar hættir er alt tað, sum eg ikki eri, hann rúmar mær – fyri tað mesta – kortini. Alt hetta ger meg eydnu­sama. Tímarnir, har vit eru mest vakin, gagn­nýta flestu okkara á arbeiðs­ pláss­inum – so at kenna seg eydnu­ saman saman við starvs­feløgum og í upp­gáv­unum eg fáist við hevur eisini týdning. Og hetta upplivi eg í stóran mun í arbeiðslívi mínum. Er nakað ávíst, sum altíð ger teg eydnusama? – Tá eg hyggi at døtrum mínum og síggi teirra blíðu, vøkru eygu, tá kenni eg meg altíð eydnusama. Tá vit práta. Tá eg gangi túr í Rossagøtunum við vin­konuni og vit venda ØLLUM. Bindi­ klubburin sum viðgerð alt – humo­rist­ iskt og ósáldað. Vísa mamma mín. Tá fólk gera okkurt rørandi fitt fyri meg, hóast tey einki fáa burturúr. Til dømis nú eg fekk eina skrivliga umbering frá manni, sum helt seg vera lopnan framav við orðum. Leiðarin, sum eftir at eg havi gjørt okkurt býtt er førur at siga: Hetta hevur tú lært ein hóp av – heldur enn at duka meg í høvdið við orðum. Vakra náttúra okkara, ein góð bók – og ein mergja politisk røða er heldur ikki at kimsa at. Eitt gott klemm ger meg eisini altíð eydnu­ sama. Rókur Jákupsson Jakobsen Nær er tú mest eydnusamur? – Fyri meg er eydnan eitt úrslit av saman­renningini millum nøkur intern og ekstern viðurskifti. Stórur partur av mínum eydnusemi kemur innan úr mær sjálvum, og hesum part­inum havi eg sjálvur ábyrgd av. Men somuleiðis kemur stórur partur av eydnuni uttanifrá: frá mínum nærm­astu, mínum vinum, mínum starvs­taði, mínum felagsskapum o.s.fr. Altso er eydnan ein javnvág, um tú vilt. Eg gerist eydnusamur, tá tað gongst mínum nærmastu væl, tá eg fái gávur, tá eg upplivi okkurt gleðiligt, tá eg nái onkrum málið. Men eydnu­brøkurin verður niðurlagaður, um okkurt annað í tilveruni ikki matchar tað gleðiliga, eg gleðist um. Tá míni nærmastu og eg hava eina góða javnvág millum okkara internu og eksternu viðurskifti – tá eri eg mest eydnusamur.   Er nakað ávíst, sum altíð ger teg eydnusaman? – Eg trúgvi uppá, at sendir tú positiv­ itet út, so fært tú positivitet aftur. Og at hetta gevur eydnusemi. Tað er nógv, sum ger meg spontant eydnu­saman. Kvalitetstíð við konuni, eitt smíl frá børnunum, eitt klemm, ein samrøða við ein vin, góður tónleikur, sex, gott vín, ein góður filmur, at røkka á mál við onkrum, tá míni yndislið vinna, at ferðast ella at uppliva okkurt spennandi. Alt hetta eru ingrediensir í persónligum eydnusemi. So fyri at svara, hvat altíð ger meg eydnusaman, so er (óítøkiliga) svarið hetta: Eg verði altíð eydnusamur tá hurrá-ballónirnar hjá mær og mínum nærmastu sveima hægst uppi í himmal­inum. Laila av Reyni Er nakað ávíst, sum altíð ger teg eydnusama? – Eydnan kemur í smáum dropum. Og sum við føroyska veðurlagnum, dryppar ein rúgva á meg. Tað er ringt at velja úr rúgvuni, men eg havi skrivað niður tað, ið eg fyrst eri komin í tankar um. Onki er sum at liggja í songini saman við manni mínum og hava eitt gott og gevandi prát. Ikki um innkeyp og frítíðarítriv við børnunum, ikki um arbeiðstíðir og skúlating, ikki um allar uppgávurnar í vikuni og annað sum kann stressa, men um okkum, og ymiskt, ið gerandisdagurin ikki altíð rúmar. Hendan løtan og tryggleikin við hansara lið, ið loyva eygunum at gerast tyngri og tyngri, til eg at enda eri í dreymalandi, vildi eg ikki verið fyri uttan. Kenslan av at vakna úthvíld, draga gardinurnar frá og fáa sólina í eyguni, ger meg eydnusama. Sjónin og lukturin av húsinum, tá tað er reint og ruddiligt, og vikuskiftið er fyri framman, kann ikki keypast fyri alskyns gull. Snýðini í børnunum, tá tey síggja meg koma frá arbeiði og koma rennandi í móti mær við mussum og klemmum, gevur hita heilt niður í tærnar. Og síðst, men ikki minst, tá eg havi seym­að ein kjóla, sum eg síggi, at kundin kennir seg væl í. Og so tað allar seinasta, tá eg eri ajour.