hósdagur 4. februar 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
21
KLUMMAN
Barbara Holm
Verðin verðin
Á síðuni her sært tú eina kanning, sum
spyr.fo hevur gjørt fyri Vikuskiftis Sosialin.
Ein kanning, sum hóast vit eru vitandi um
tað, onkursvegna skelkar. Brúkar ein av
fimm veruliga skermar meira enn 8 tímar
um dagin?
Okey, kanska eru tað tey, sum arbeiða við
skermum, og vit eru ivaleyst mong, sum
gera tað. Eg geri tað, til dømis.
Og tá eg komi heim, ja so eru nakrir skíggjar
rundan um meg eisini. Nú eg hugsi um, so
hyggi eg kanska í skermar allan dagin –
uttan tá eg sovi.
Tá eg sovi er nærmasti skermurin mín
telefon, sum jú er vekjarin.
So í veruleikanum eri eg bundin at
skermum alt samdøgrið. Uttan kanska
nakrar smáløtur her og har.
Uha.. Verðin, verðin.
Men tað vísir seg, at eg eri ikki tann
einasta. Spyr.fo váttar tað vit mangan hava
staðfest áður – at øll eru vit bundin at
skermunum, at tøknini, at undirhaldinum í
fýrkantunum, sum vit umgirða okkum við.
At hugleiða um, hvussu lítla meining tað í
veruleikanum gevur, tími eg ikki, tí tað vita
vit øll. Tað er eitt sindur sum at siga við
roykjarar, at tað er skaðiligt at roykja. Ja,
tað vita vit.
Herfyri var tó enn ein kanning í umfar á
Facebook, sum segði, at tú mást ikki hava
tína snildfon í buksilummanum ella í
brósthaldaranum, tí tú fært krabbamein
av tí. Also kvinnur fáa telefonforma
bróstkrabba, um telefonin javnan býr í
brósthaldaranum.
Ein dagin hugdi eg aftur eftir MadMen –
sendirøð í 50’unum – har tey roykja inni.
Tey ikki bara roykja inni, tey pumpa eina
sigarett fyri og aðra eftir, alt meðan børn
sita í sama rúmi, ella makin svevur undir
liðini. Í dag er tað óhugsandi.
Kanska verða skermarnir óhugsandi
einaferð í framtíðini. Kanska fara vit at
hyggja aftur á 2016 og flenna, tí vit vóru so
býtt at hava skermar frammanfyri okkum
alt samdøgrið.
Tað hevði í hvussu so er verið gott fyri
bróstini, sigur skermurin, tá ið eg trýsti
á tiltikna bláa f’ið í mínum yndisbredda.
No more telefonformaðan bróstkrabba í
framtíðini, tá vit eru klókari enn í dag.
Verðin, verðin.
Niels og Eilin
tulka sálmar
hjá Mikkjali
á Ryggi
Klingran í Norðurlandahús
inum verður sunnudagin
karmur um eina konsert við
Niels Midjord og Eilin Hansen,
har tey bæði fara at tulka
sálmarøðina ”Faðir vár hjá
Mikkjali á Ryggi. Sálmarøðin
fevnir um sálmar nr. 394-404 í
sálmabókini. Konsertin verður
sunnudagin klokkan 16.
Síðstu sýningarnar av Van Der Graaff Síðstu sýningarnar av interaktiva opera sjónleikinum við Van
der Graff verða um vikuskiftið. Van der Graaff er ein operaleikbólkur við teimum fýra: Jensinu Olsen,
Herfinni Árnafjall, Kim Hansen og Jákupi Veyhe. Framførslan er ein blandingur av sangum, tónleiki,
komikki og improvisatión har operasangur leiðir okkum ígjøgnum søgugongdina. Leikurin verður
sýndur leygardagin klokkan 10 og 14 og sunnudagin klokkan 13 og 15. Sí meira á reinsariid.fo
Gávugóðs
verður latið
fríggjadagin
Á almennari samkomu á
Reinsarínum fríggjadagin 5.
februar kl. 17 verður gávugóðs
úr Grunni Thorvalds Poulsen
av Steinum latið. Tað er
Tórshavnar Musikkskúli,
ið ger tilmæli til Grunnin
um, hvussu gávugóðsið skal
býtast, og skúlin skipar eisini
fyri hátíðarhaldinum.
Ein partur av stuðlinum
verður latið einum nýskrivað
verki, ið vísir á ymiskleikan,
sum er í tónleikaundirvísing.
Síðani verður heiðursgáva
latin ungum tónleikara, sum
vísir heilt serligar gávur.