hósdagur 4. februar 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
22
Matgerð
SVENSKAR
SEMLOAR
– Eg havi ongantíð etið so nógvan føroyskan
mat, sum tá ið eg búði uttanlands! Og
ongantíð etið so nógvan svenskan mat,
sum tá ið eg flutti aftur til Føroya…
TJÓÐHILD PATURSSON
E
g havi ongantíð etið
so nógvan føroyskan
mat, sum tá ið eg búði
uttanlands! Ja, hetta
kunnu nógvir føroyskir (fyrr
verandi) útisetar kenna seg aftur
í. Hvat er tað, sum ger, at vit so
innarliga ynskja, at gongirnar á
Oyrasundi lukta av røstum kjøti,
og at køksskápini anda út ein
gjøgnumborðandi lukt/anga av
turrum fiski? Er tað ein máti at
markera okkara øki – sum frensar,
ið spreiða ein ótolandi lukt á alt tað,
teir meta vera sítt – ella vilja gera
sítt. Ella er tað identitetsskapan?
Gera vit føroyingar tað sama
sum summir aðrir tilflytarar, og
hanga okkum so fast í mat, siðir
og hugsanir í móðurlandinum, at
vit gerast meira »føroysk« enn tey,
ið eru eftir har heima?
Ella møguliga er tað eitt slag av
nostalgiskum longsli? – Kanska ein
blanding av øllum trimum.
Í øllum førum haldi eg, at tað er
stuttligt; bæði tí at okkara matur
luktar serliga løgið, og tí at vit ofta
tosa so illa um aðrar tilflytarar,
sum taka sínar siðir við til nýggju
heimlondini.
Hvussu er og ikki, so fór eg
at hugsa um hetta, nú tað aftur
stundar ímóti føstulávint. Eg
minnist, tá ið eg í fjør fekk alt
felagið Lundensus Emeritus á
vitjan í Nólsoy – tað eru nøkur okk
ara, sum fyrr búðu í Lund í Svøríki,
men sum nú eru heimafturflutt
til Føroya. Aftaná at vit høvdu
etið okkum ígjøgnum eitt heilt
fjall av »semlum«, minnist eg at
eg segði: »Eg havi ongantíð etið
so nógvar semlur, sum eftir at eg
flutti heimaftur til Føroya«. Og tey
hildu øll við mær.
Síðani tosaðu vit um »fyrstu
ferð«, ja fyrstu ferð vit royndu
eina semlu – og um tað stóra skuff
ilsi tað hevði verið. Tí at dáma
semlor er nokk nakað, ið man
lærir. Vit í Føroyum eru von við
smágroteskar føstulávintsbollar,
við sjokolátaglasuri, kremi, møgu
liga róma, og helst eitt sindur av
súltutoyi í eisini, ella hinar við
rosinum, sum eita jólabollar á
jólum og føstulávintsbollar til
førstulávint. Nei, tað er einki undur
í, at vit fyrst høvdu torført við at
skilja svensku semlurnar – sum
føstulávintsbollin har eitur. Ein
lættur, luftigur kardamummubolli,
við marsipan og róma – ógvuliga
tamt, ógvuliga róligt og ógvuliga
»lagom« – sum svenskarar. Men
ÁH, so gott tá ið man fyrst fær
smakkin fyri tí! Lagom er eitt
svenskt orð, sum vit sum hava búð
í Svøríki, sakna líka illa sum semlur.
Tað merkir ‘tilpass’, men eisini so
nógv meira. Tað er sum um at øll
fólkasálin »Svøríki« livir í orðinum
»lagom«.
Fyri at mótviga øllum tí ræsta
luktinum á oyrasundi, haldi eg, at
eg fari at seta mær fyri at umboða
semluna í Føroyum, tað má vera
javnvág millum tað vit flyta inn,
og og tað vit flyta út.
Eg veit at eg seinast skrivaði, at
nú skuldi alt hetta føðingardags-
skrivaríið vera liðugt, men sam
stundis setti eg mær eisini sum
mál at finna fram til mína føstu
føðingardagskøku áðrenn eg varð
30 ár. Hetta kann hervið strikast av
mínum ‘at gera áðrenn eg verði 30
ár’-lista.
Semla, tú ert komin fyri at vera.
Ver vælkomin.
Lundensus Emeritus, eg fari at
sakna tykkum í ár, men eg sendi
tykkum øllum nakrar semlur við
postinum úr Lund – um rómin er
vorðin súrur tá ið tær koma fram,
ja so mugu tit bara baka nakrar
sjálvi, uppskriftin er viðheft.
Semlur
18 stk
Tað er svenska Leila Lindholm
sum eigur upprunan til hesa upp
skriftina, og hon er eisini á finna á
henna heimasíðu. Hendan útgávan
er tó broytt eitt lítið sindur –
flestu semlu-uppskriftir líkjast
nógv – tað er jú bara ein bleytur
kardamummubolli. Hevur tú
eina góða suppskrift uppá bollar,
sum tú plagar at brúka? Onkrar
luftigar og lættar? Ja, so kanst tú
saktans brúka tað uppskriftina
heldur enn hesa – minnst bara til
at koyra nógva kardamummu í!
Tað smakkar heilt víst best um tú
brúkar kardamummukjarnir og
knúsir tær, heldur enn at brúka
pulvur. Um tú brúkar pulvur, so
eru 2 tsk nokk.
Tilfar til bollarnar:
• 50 gram av ger
• 3 dl av mjólk (lunkað)
• 1 tsk av salti
• 150 gram av smøri
• 1 spsk av kardamummukjarnir
• 1 dl av sukuri
• 2 egg
• uml. 700 gram av hveitimjøli
Upploys gerið í lunkaðu mjólkini.
Knús kardamummurnar í einum
MYNDIR: TJÓÐHILD PA