hósdagur 4. februar 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
23
mortara, ella hakka tær. Rør karda
mummu, salt, sukur, smør og egg
útí mjólkina. Tá ið alt sukurið er
upployst, eltir tú eittsindur av mjøli
í ísenn. Deiggið skal at enda vera
elastiskt og mjúkt, og bara akkurát
loysna frá bollanum. Lat deiggið
ganga til tað verður dupult so stórt
– umleið 1 tíma. Rulla síðani út til
18 bollar. Lat aftur ganga í umleið 1
tíma. Set ovnin á 200 hitastig. Baka
bollarnar í umleið 8 minuttir. Men
fylg við, tað gongur skjótt.
Lat bollarnar kólna.
Tilfar til fylluna:
• 300 gram av marcipan
• eitt sindur av mjólk
• 750 ml av róma
• Mittan í bollunum
Sker topparnar av køldu bollunum.
Pilka innanúr. Blanda hetta við
marcipan (tað er lættast um tú
rívur marcipanið á einum rívi
jarni) og eitt lítið sindur av mjólk
– skal ikki vera vátt, men bleytt.
Fyll marcipan/bolla/mjólka-bland
ingina í innanholaðu bollarnar.
Píska róman og koyr eina stóra
skeið av róma í hvønn bolla (eg
koyri so nógvan róma sum tað ber
til í hvønn bolla).
Drússa flormelis útyvir – tað
sær so vakurt út.
MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON
Semla
Semlur (ella Semlor, sum
tey siga á svenskum)
er svenska útgávan av
føstulávintsbollanum.
Semlur koma vanliga
í bakaríini um
hálvan január – tá ið
jólabaksturin hvørvur.
Stóri semludagurin er
føstulávints-týsdagur.
Í Svøríki verður hesin
dagurin nevndur
fettisdagen (feiti
týsdagurin), tí at tá
er týdningarmikið at
fáa nóg nógv niðurum
áðrenn føstuna. Í Svøríki
vera etnar á leið 40
milliónur semlur árliga
- so tað er bara at koma
í gongd tit har heima!