Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 15 24 Bilur til sølu Um hóskandi boð fæst, selur IRF bilin Bjølluvísu: Talan er um ein Scania R124 8 x 2, við 20 tons veirheisi og 470 hk motori. Bilurin er frá mai 2002 og hevur koyrt uml. 590.000 km. Bilurin verður seldur, sum hann stendur, og um hóskandi boð fæst. Meira fæst at vita um bilin við at ringja til verkstaðið hjá IRF á tlf. 234254. Áhugaði kunnu senda tilboð til IRF@irf.fo. Tilboðini skulu vera okkum í hendi innan hósdagin 18. februar 2016. IRF Vikarvegur 107 520 Leirvík Starvsfólk til sjúkra flutnings­ tænastuna Søkt verður eftir assistenti til setan 01.04.2016, ella eftir nærri avtalu. Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at veita bráfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum, skaddum og rørslutarnaðum. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á sjúkrahúsinum og Norðoya Røktarheimi. Tætt samstarv er við sjúkraflutningstænastuna á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum. Starvsøkið hjá Sjúkraflutningstænastuni er Norðoyggjar. Her starvast í løtuni 8 fólk. Deildin hevur 5 bilar, íroknað 3 sjúkrabilar. Ábyrgdarøkið er Norðoyggjar og arbeitt verður í skiftandi vaktum. Tann, ið settur verður skal hava royndir innan sjúkraflutning. Vit væntað, at tú: • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi, hevur góð samstarvsevni og lætt við at umgangast fólk. • sært avbjóðingar fram um avmarkingar • hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga • tekur ábyrgd, dugir at umstilla teg og arbeiðir sjálvstøðugt Førleikakrøv: • hevur koyrikort (Bólk B og C) • hevur prógv í 1. hjálp ella líknadi skeið • fyrimunur er at hava arbeitt í sjúkraflutningstænastu • likamliga sterkur • telduførleika á brúkarastøðið Í samband við starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkraflutningstænastuni skal tann, ið settur verður, lúka øll krøv, ið tænastan krevur. Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, sjúkraflutningstænastuna. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til allan Joensen, leiðara fyri sjúkraflutningstænastuna teldupost allan@ ks.fo Umsókn við avrit av prógvum v.m., verður at senda til: Sjúkrahússtjórin Klaksvíkar Sjúkrahús FO-700 Klaksvík Umsóknarfreiðst 22.02.16 FRÁ TOFTA ARBEIÐARAFELAG Árligi aðalfundurin verður í hølum felagsins mikudagin 24.02 kl.18.00 Skrá sambært lógum felagins. Uppskot til fundin, skulu verða formanninum í hendi í seinasta lagi 17. februar. NEVNDIN Sosialurin 341800 Leiðari til Brennistøðina hjá IRF IRF søkir við hesum eftir leiðara til Brennistøðina á Hagaleiti at byrja 1. mars 2016, ella skjótast gjørligt. Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru: • at hava ábyrgdina av Brennistøðini og Spilloljuverkinum umframt teknisku ábyrgdina av Endurnýtsluhøllini. • at tryggja rætta skráseting av innkomnum tilfari • at skipa starvsfólkaviðurskiftini á Brennistøðini og Spilloljuverkinum • at vera við til at menna viðgerðina av burturkasti hjá IRF • at tryggja at umhvørviskrøvini á støðunum verða hildin • at halda bygningar og uttanumøkið í góðum standi Vit kunnu bjóða: • eitt starv við mennandi og fjølbroyttum uppgávum • eitt starv við spennandi avbjóðingum í komandi árum, har útbyggingar liggja fyri framman • eitt gott arbeiðsumhvørvi Vit leggja dent á, at tú: • ert maskinmeistari við víðkaðari útbúgving ella líknandi útbúgving • hevur leiðsluroyndir • hevur góðan kunnleika til PLC-stýringar v.m. • hevur góðan teldukunnleika • hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt • dugir væl at samstarva og vegleiða • ert fleksibul Leiðarin á Brennistøðini vísir til stjóran hjá IRF og hevur 12 starvsfólk undir sær. Setanarviðurskifti Starvið er eitt fulltíðarstarv. Lønin verður sett eftir avtalu við avvarandi fakfelag. Nærri fæst at vita við at tosa við Poul Andrias Joensen, tlf. 414243. Umsóknarfreist er mánadagin 22. februar 2016. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum verður at senda til: irf@irf.fo ella til IRF, Víkarvegur 107, 520 Leirvík IRF er eitt lutafelag, sum 29 kommunur eiga. Felagsskapurin bjóðar sær at taka ímóti øllum burturkasti frá húsarhaldum, virkjum og stovnum í limakommununum. Arbeiðið fevnir um innsavning og viðgerð av øllum burturkasti. Uml. 70 fólk eru í føstum starvi. Umframt Brennistøðina rekur IRF Skiljihøllinatil pappír á Hagaleiti, Spilloljuverkið á Hagaleiti, hølir til serliga dálkandi burturkast, trý tyrvingarpláss, umlastingarstøð, renovatiónsbilar, lastbila- og bingjuverkstað, slamsúgvarar og rottangatænastu. IRF Víkarvegur 107 520 Leirvík