Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 15 26 MENTAN ÁRNI GREGERSEN H ann var ímyndin av før­oyskum tón­leiki, vísu­sangi og skemti­ vís­um í sjeyti- og áttati- árunum. Lív hansara var tónleikur av øll­ um handa slag. Jógvan Telling Joensen – nú bert Jógvan Telling- stendur klárt í minn­inum á okkum, sum minast hesi árini, men mong eru tey yngru, sum eisini hava sungið hansara løg og sangir. 68-ára gamli tónleika­snidling­ urin fær nú sína »tribute-konsert«. Hóast hann síðani 22.mai 1993 ikki hevur luttikið aktivt í tónleika­ lív­inum vegna sjúku, so standa hansara avrik á tónleikapallinum enn klokkuklár og tí skal hann heiðrast. Hetta verður gjørt við stórari konsert í Norðurlandahúsinum leygar­dagin 27.februar, tá føroyskir tónleikarar og sangarar fara at tulka hansara løg og tekstir, frá tíðar­skeiðinum, tá ið Jógvan Telling var ein av høvuðsleikarunum í før­ oyska tónleikalívinum. 68-ára gamli tónleikarin, lagasmiðurin og tekstskrivarin gleðir seg til heiðurskonsertina í enda­num av hesum mánað- inum. – Eg eri ómetaliga spentur at hoyra, hvat onnur fara at fáa burtur­úr tí, sum eg havi verið við at gera gjøgnum árini, sigur Jógvan Telling. Hart raktur Jógvan Telling var til í mai 1993 ein tann mest produktivi tónleikarin í Føroyum, men hetta fekk ein bráðan enda. Knappliga var hann raktur av einari ógvusligari heilbløðing, sum tók førleikarnar at fáast við og spæla tónleik frá honum. – Eg føldi at okkurt var heilt galið, men tað eydnaðist mær at koma til telefonina. Eg mintist bert eitt telefonnummar og tað var heim til mammu og tey. Tað fekk eg ringt til og tað bjargaði helst lívinum, sigur hann í dag. Í tríggjar dagar lá hann á Lands­ sjúkrahúsinum uttan at vita til sín, men so vaknaði hann spakuliga. Møðin var ógvuslig, men tað vísti seg skjótt, at heilin virkaði á flestu økjum, men talusentrið var hart rakt eins og hann var lammaður í aðrari liðini. – Fyri at siga tað akkurát sum tað var, so var eg nógv meira deyður enn livandi, sigur Jógvan Telling í dag við einum smíli. Í dag býr tónleikapedagogurin í sama stað á Frælsinum í Havn. Allar útgávurnar hevur hann hjá sær og tónleikainstrumentini standa runt í húsinum. Tað sum tó fyllir mest eru máln­ ingar­nir, sum hann hevur gjørt hesi seinastu góðu 20 árini. – Eg havi ivaleysa nógv at gera. Tað er ikki altíð at tíðin røkkur til, men tað ber mær ikki til at spæla tón­leik longur, sigur hann við ein­ um sorgblíðum smíli. Eg hevði ómeta­ liga nógv at gera hesi árini og tá ið eg hyggi aftur­ eftir, so var tað kanska ein av orsøkunum til, at eg var raktur av heila­bløðingini« Jógvan Telling VAR MEIRA DEYÐUR ENN LIVANDI – Eg føldi at okkurt var heilt galið, men tað eydnaðist mær at koma til telefonina. Eg mintist bert eitt telefonnummar og tað var heim til mammu og tey. Tað fekk eg ringt til og tað bjargaði helst lívinum, sigur Jógvan Telling um hendingina í 1993, sum steðgaði hansara áður so produktivu tónlistarligu lívsleið. Maðurin handan løgini til »Skiparin lítli« og »Meg minnist eina mynd« verður nú heiðraður av føroyskum tónleikarum Framhald á næstu síðu Jógvan Telling Heiðraður