Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-04, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 15 27 »Sjálvt um hann kom úr einum heimi uttan tónleik, so lærdi hann skjótt. Og lagasmíð bleiv hansara høvuðshandverk« Birgar Johannesen »Skúmbananir« Orð: Gunnar Hoydal Lag: Jógvan Telling Joensen Á nei, á nei; á nei, á nei, tað bleiv so tungt at lova meir, á nei, á nei; á nei, á nei, hvat er at lova til næsta skeið? Eitt berghol, nei. Ein flogvøll, nei. Tvær nýggjar ferjur, ein bygdaleið? Eitt veðhald, nei. Ein grasvøll, nei. Men nú ein dagin eg fekk eitt prei: :/: Deo, deo, deeoooo skúmbananir, ja, skúmbananir til Føroya Fólk. :/: Á ja, á ja; á ja, á ja, nú lýsir aftur, nú vaknar tað, á ja, á ja; á ja, á ja, vit síggja aftur ein nýggjan dag. Vit røra glað og lova tað at skúma róman úr bløðrubað, væl ballað inn í fagurt skinn, sum sól og gull er hetta slag: :/: Deo, deo, deeoooo skúmbananir, ja, skúmbananir til Føroya fólk. :/: Á ja, á nei; á ja, á nei, við biðja aftur um annað skeið, á nei, á ja; á nei, á ja, vit skulu skúma, vit lova tað. Vit halda fram við sama lag, so sum vit gjørdu til denna dag, tað lyfti helt og heldur enn, vit skúma allir sum rættir menn. :/: Deo, deo, deeoooo skúmbananir, ja, skúmbananir til Føroya Fólk. :/: »Skiparin lítli« Orð: Oskar Hermansson Lag: Jógvan Telling Joensen 1. Í ánni siglir skipið mítt við segl og mastrartræi, flaggið, reytt og blátt og hvítt :/:hátt í hún eg dragi.:/: 2. Laði í tað áarsand, eyr og smáar steinar, sigli út í annað land, :/:leggi leiðir beinar.:/: 3. Har sum sólin kínir klett, kátir fuglar syngja, baldursbráin prýðir blett, :/:bláar klokkur ringja.:/: 4. Fara vit so langan veg at hinum áarbakka, siglingin hon møðir meg, :/:tá sólin fer at lækka.:/: 5. Á heimleið gleða allir seg, eingin maður kúrir, skipari tað eri eg, :/:lítli fitti Sjúrður.:/: 6. Leggi inn á kenda vág, skipið fyri teymi, heima halli høvur á – :/:berist burt í dreymi.:/: Eftir at Jógvan Telling kom aftur til Føroya arbeiddi hann saman við nógvum tón­leik­ar­ um her, serliga tá ið hann gav egnar plátur út. Og summar av plátunum gjørdist rættulig fólkaogn. Størsta »hittið« hjá Jógvan Telling er uttan iva »Skiparin lítli«, sum gjøgnum mong ár var at hoyra í hvørjari tí ein­ astu kvøðu­ljómasending – bæði sunnudag og mikudag. Sangurin er um piltin, sum spælir við skip í einum hyli og droymir seg burtur í fremm­ and lond. Oskar Hermans­son gjørdi orðini og Jógvan Telling lagið. Eitt annað av løgum hans­ ara, sum er vorðið fólkaogn, er lagið til sangin hjá Hans Andrias Djurhuus frá 1914 »Meg minnist eina mynd«. ARNIG@SOSIALURIN.FO Fá munnu tey vera, sum ikki minnast sangin um »Skúmbananir til Føroya fólk«. Ein táttur, sum Gunnar Hoydal gjørdi. – Ja, tann tátturin hevur fylgt mær síðani, sigur Jógvan Telling – Eg eri ómetaliga spentur at hoyra, hvat onnur fara at fáa burturúr tí, sum eg havi verið við at gera gjøgnum árini, sigur Jógvan Telling Størsta hittið MYNDIR: FOTOSTUDIO/FINNUR JUSTINUSSEN