Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-04, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 15 28 Havnadrongur Jógvan Telling Joensen er havna­ drongur. Pápin var úr Vági, men mamman var úr Havn. Han vaks upp saman við Birgari Johannesen, Torkil og Per Thomsen og øðrum í einum spennandi og friðar­ligum umhvørvi í Havn eftir seinna heimsbardaga. Jógvan Telling er føddur 7. juli í 1947. – Tað var ein ómetliga góð og spennandi tíð. Tað var í tíðini eg bleiv tannáringur, at ferð av álvara kom á í Føroyum. Línuskipini komu fyrst í seksti-árununm og Før­oy­ar fingu av álvara aftur sam­band við umheimin, fortelur Jógvan Telling. Tað var í hesum árum at film­ur­ in »Tro, Håb og Troldom« var tikin upp í Føroyum. Sjónleikararnir í filminum, mill­um annað Poul Reichardt, búðu har í umhvørvinum, eins og instruk­tør­urin Erik Balling. Ein ómetaliga spennandi tíð fyri ein ungan drong, fortelur Jógvan Telling. Tað var eisini tíðliga í tann­ár­ un­um, at Jógvan Telling saman við hinum fekk áhuga fyri nýggja rútm­iska tónleikinum. Jógvan Telling og Birgar Johanne­sen gjørdust vinmenn longu sum smádreingir. Heima hjá Birgar og teimum var tónleikur altíð í húsinum. Leivur, beiggi Birgar, syngur »Eitt sunnukvøld í plantasjuni« og Floytu-Karl helt eisini til har. Jógvan Telling dugdi ikki at spæla, men fekk ein guittar, sum Birgar Johannesen lærdi hann at spæla á. Tað gekk skjótt hjá musi­ kalska dreinginum at læra og teir báðir byrjaðu skjótt at framføra, sum ein duo. Seinni vóru teir í »Cream Crackers« saman til Jógvan Telling var liðugur í Hoydølum og fór til Dan­markar at lesa. – Sjálvt um hann kom úr einum heimi uttan tónleik, so lærdi hann skjótt. Og lagasmíð bleiv hansara høvuðs­handverk, sigur Birgar Johannesen. 19 ár í Danmark Jógvan Telling tók studentsprógv í Hoydølum í 1966 og fór stutt eftir niður at lesa. Lestrarhugurin var ikki av tí besta, men við síðuna av lestrinum arbeiddi hann hjá danska postverkinum. Hann skifti fleiri ferðir millum ymisk studiofak, men mesta tíðin fór við at arbeiða og so annars fáast við tónleik. Saman við Kára Mourtisen, Jógvan Dahl og øðrum spældu teir til nógvar veitslur og annað í danska høvuðsstaðnum. Føroysku hølini í býnum vóru meira ella minni útgangsstøði fyri hesum virksemi. Í endanum av seksti-árunum gjørdu hesir tríggir saman við Anniku Hoydal og Jaspur Petersen vísu- og satiru-bólkin Harkaliðið. Bólkurin var eitt nýbrot í før­ oysk­um tónleiki, millum annað tí tey valdu at geva vísur, sum van­ liga vóru brúktar í føroyskum dansi, út við tónleiki og við kvikum rútm­um. Tey høvdu eisini nógvar spei­ samar vísur á skránni, bæði tá ið tey spældu á palli, men eisini á teim­um plátum, sum tey góvu út, Frá fyrstu plátuni kenna tey flestu Sektus og Sekterius, 15 ár, Tulipanærina og Ritukvæði. Hetta eru vísur, sum eru vorðn­ ar fólkaogn. Hóast Harkaliðið er føroyskt, so er ein stórur partur av tí, sum er komið út, gjørt í tíðini, meðan lut­tak­ararnir í bólkinum hava búð í Keyp­mannahavn. Jógvan Telling sjálvur livdi meira ella minni, sum yrkis­tón­ leik­ar í fleiri av árunum í Danmark. Hann spældi umborð á stóru ferða­mannaskipunum, sum sigla á Donau-ánni, eins og hann eisini skpældi umborð á cruiseskipum í Miðal­hav­inum. Eisini hevur hann tikið síni tørn umborð á Norrønu, tí gomlu. Musiikkpedagogur Hóast lestrarhugurin ikki var ser­liga góður, so vildi Telling ikki koma til Føroya aftur uttan út­ búgv­ing. Hann søkti um at sleppa inn á Musikkonservatoriet í Danmark og tað eydnaðist. Har tók hann sína út­búgving, sum musikpedagogur. Ein útbúgving, sum tók fýra ár, men sum gav honum atgongd til skúla­verkið í Føroyum, tá ið hann kom heimaftur í 1986. Beinanvegin hann kom heim til Føroyar fór hann at undirvísa. Hann undirvísti á læraraskúlanum, á studentaskúlanum í Hoydølum, á musikskúlanum, á háskúlanum, um­framt at hann hevði fleiri kór. Jógvan Telling stjórnaði Glymur fyrstu fimm árini kórið var til. Umframt tað, so spældi hann til dans og annað í vikuskiftunum, so tað var full ferð á hesi árini eftir at hann var komin heimaftur til Føroyar. – Ja, eg hevði ómetaliga nógv at gera hesi árini og tá ið eg hyggi aftur­eftir, so var tað kanska ein av orsøk­unum til, at eg var raktur av heil­bløðingini í 1993, sigur hann. Hann sigur, at hóast hann hevði nógv at gera, so kendi hann ikki strongd á sær. Afturlítandi sær tað tó eitt sindur øðrvísi út. – Eg arbeiddi nógv og stutt­ leik­aði mær um vikuskiftið við at spæla og annað, so tað var ikki óvanligt, at lítið varð sovið, sigur hann í dag. Skemtari Hóast Jógvan Telling er kendur sum tónleikari og lagasmiðjur, so hevur hann ongantíð krógvað, at hann er stórskemtari og at hann trívist væl við speisku vísunum, sum serliga Harkaliðið gav út. Tá ið løgtingsval var í 1990 skipaðu útvarp og sjónvarp fyri fyrstu ferð saman fyri stórum valkvøldi í Norðurlandahúsinum. Tá gekk ikki so skjótt at savna úrslitini inn, so neyðugt var at hava okkurt til undirhalds inn ímillum turru tølini. Jógvan Telling var saman við Kára Mouritsen og Jógvan Dahl biðin um at skipa fyri undir­hald­ inum hetta kvøld – og tað gjørdu teir í besta Harkalið-stíli. Í gallaklæðum – við hvítum smokingjakka, svørtum buksum og butterflyt undirhildu teir Føroya fólk hetta valkvøldið og fáa munnu tey vera, sum ikki minnast sangin um »Skúmbananir til Føroya fólk«. Ein táttur, sum Gunnar Hoydal gjørdi. – Ja, tann tátturin hevur fylgt mær síðani. Eg haldi sjálvur at hetta var eitt sera stuttligt kvøld, sig­ur Jógvan Telling. Støðan í dag Jógvan Telling býr í dag framvegis á Frælsinum í Havn. Síðani hann fyri skjótt 23 árum síðani var raktur av heilbløðingini hevur hann vant hart og er komin væl fyri seg. Hann brúkar nógva tíð at mála og hann kann tosa væl fyri seg í dag. Viðhvørt stendur á at minnast nøvn og árstøl, men annars er hann rímu­liga væl fyri. Í fleiri ár hevur hann fingið undir­vísing frá talupedagogum og krops­liga venjingin hevur eisini ver­ið hørð – kanska serliga tey fyrstu árini. Tað hevur eisini eydnast Jógvani Telling at taka koyrikort, so hann sleppur runt sjálvur við egn­um bili. – Nú gleði eg meg ómeta­liga nógv til konsertina í Norður­landa­ húsinum seinast í hesum mánað­ inum, sigur ein spentur tónleikari, lagasmiður og tekstskrivari. ARNIG@SOSIALURIN.FO ■ Heiðurskonsertin fyri Jógvan Telling verður í Norður­landa­hús­ inum leygardagin 27. februar. MENTAN »Eg føldi at okkurt var heilt galið, men tað eydnaðist mær at koma til telefonina. Eg mintist bert eitt telefonnummar og tað var heim til mammu« Hann hevur hetta væl uppiborið Nýtulking av løg­ unum hjá Jógvan Telling er løgd í hend­ur­nar á ung­um tón­leik­arum, sum fyri tað mesta ganga í Hoy­dølum og hava lut­tikið í sangleikum og øðrum har uppi. Hans Olivur Joensen, tón­leika­ lærari, hevur tikið stig til heiðurs­konsertina. Hann sigur, at kon­sertin í veru­leikanum er býtt í tveir partar. – Í fyrra part­inum fara ungu tón­leik­arar­ nir at nýtulka løgini hjá Jógvan Telling, meðan seinni partur verð­ur meira traditio­nell­ur. Har fara meira eta­ bler­aðar sang­røddir at syngja hansara sangir, sigur fyrireikarin Hans Olivur Joensen. Eitt húsorkestur við tónleik­ arum fer at bakka upp um sang­ ar­arnar. Josva Debess fer at spæla trumm­ur, Jens Marni Hansen, guitar, Pauli Magnussen, bass, og Ragnar Finson fer eisini at spæla. – Tað er ikki nøkur selrig orsøk til at hettra verður gjørt nú. Vit høvdu ætlanir um at gera tað tá ið hann fylti runt, men tá bleiv tað ikki til nakað. Nú skal tað vera, sigur Hans Olivur Joensen, stig­takari. Konsertin verður í Norður­ landahúsinum 27. februar. ARNIG@SOSIALURIN.FO Stigtakarin til heiðurskonsertina heldur, at Jógvan Telling hevur hana væl uppiborna MYNDIR: FOTOSTUDIO/FINNUR JUSTINUSSEN