Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 15 30 – Vit vita ikki hví hon fór úr Fólkaflokkinum, og nú vita vit heldur ikki, hví hon fer inn aftur. Hetta er fúlt skuggaspæl fyri almenninginum, og hon hevur víst seg sum ein politiskan vingliskølt av teimum heilt stóru, siga Eirikur Lindenskov og Árni Gregersen, viðmerkjarar POLITIKKUR Politiskir viðmerkjarar: ÓTRÚGVA KVINNAN FÓR HEIM BARBARA HOLM A nnika Olsen hevur í dag boðað frá, at hon nú meldar seg í Fólkaflokkin aftur. Flokkurin, sum hon vendi bakið eftir løgtingsvalið í fjørheyst, er nú styrktur við einum tinglimi aftrat – einasta tinglimi, sum varð valdur fyri flokkin í Suður­ streymoy seinasta val. Men Annika Olsen smekkaði við hurðunum, tá ið hon sá endaliga úrslitið av løgtingsvalinum. »Flokkurin dege­ nererar«, staðfesti Annika og vendi honum bakið. Mangar eyðleiðingar vóru um orsøkirnar til, at tað var júst nú, at Annika ikki longur kendi seg væl í Fólkaflokkinum. – Nú kann man siga, at Annika Olsen ongantíð skuldi verið far­ in úr Fólkaflokkinum, sigur Árni Gregersen, journalistur og polit­ iskur viðmerkjari. Eisini Eirikur Lindenskov, ábyrgd­arblaðstjóri hjá Sosialinum og politiskur viðmerkjari heldur, at enda­liga úrslitið av hesum langa polit­iska talvi er ein viknað Annika Olsen. Og spurningurin er, hvat liggur aftanfyri hesa avgerð. – Tíðindafundurin í dag var púra óneyðugur, tí hvørki Annika Olsen ella Jørgen Niclasen søgdu nakað ítøkiligt. Og vit fingu ikki svar uppá nakrar spurningar, sum almenningurin ivaleyst situr við, sigur Eirikur Lindenskov. Breyðpolitikari Aftanfyri hesa avgerð hjá Ann­iku Olsen er ivaleyst onkur undir­ honds avtala millum hana og Fólka­flokkin, men hvørki Annika Olsen ella Jørgen Niclasen vildu siga nakað um, hvør avtala ella hvørj­ar grundgevingar liggja handan nýggja støðutakanina hjá ting­kvinnuni. Sagt var, at stevnu­ skráin hjá flokkinum skuldi endur­ skoðast, og at brýr skulu byggjast millum Havnina og útjaðaran. – Hvat merkir tað ítøkiliga? Tosa tey um tveir flokkar – eina havnaflokk og ein útjaðarflokk – ella hvat er hugsanin handan hasa útsagnina, spyr Árni Gregersen. Eftir hansara tykki var einki nýtt undir sólini, og tískil hevur trúvirðið hjá tingkvinnuni fingið enn eitt álvarsamt slag fyri bógvin. – Hon hevur víst seg sum ein politiskan vingliskølt, staðfestir Árni Gregesen og Eirikur Linden­ skov leggur aftrat. – Fyri mær at síggja er hon ein breyðpolitikari, og óttin fyri at ikki verða endurvald liggur handan hesa avgerð, sigur Eirikur Lindenskov. Hann heldur, at tað at vera breyðpolitikari ikki neyðturviliga er av tí ónda. – Men tá sessurin gerst so altavgerandi, so fyllur tað meira enn alt annað. Og tað tykist sum, at óttin yvirskuggar tað, sum hon ætlaði at gera, tá ið hon fór úr Fólkaflokkinum eftir valið. Vit vita tó ikki nakað um, hvat tað í veruleikanum var hon ætlaði, sigur Eirikur Lindenskov. Teir báðir eru á einum máli um, at tíðindafundurin hósmorgunin var einkisigandi og uttan politiskt innihald. – Tað sá mest út sum søgan um tað ótrúgvu kvinnuna, sum kom heim aftur til mannin og varð sett uppá pláss, siga Árni Gregersen og Eirikur Lindenskov, viðmerkjarar. Borgarstjóri í Havn Tað hevur leingi ljóðað, at Annika Olsen ætlar sær at stilla upp til býráðsvalið og ambitiónin er at gerast borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu. Tað sigst, at Fólka­ flokk­urin hevur lovað Anniku Olsen hendan møguleika, men tað vildu hvørki floksformaðurin ella ting­kvinnan siga nakað um. – Tey nevndu bæði býráðs­val­ ið, men vildu ikki svara spurn­ ing­unum. Tey nevndu eisini tey etisku málini, men vildu heldur ikki svara spurningum um tað, siga viðmerkjararnir. Fólkaflokkurin hevur mang­an boðað frá, at flokkurin ikki tekur undir við at broyta hjúna­bands­ lógina, til eisini at umfata rættindi til tey samkyndu. Framsókn hevur í stevnuskránni, at allir limir flok­ sins skulu taka undir við júst hesi somu broyting. So hvar er Annika Olsen nú? – Tað er relevant at spyrja, tí tað er eingin ivi um, at Annika hevur tikið støðu til, hvat hon fer at atkvøða í málinum um borgar­ liga vígslu. Men heldur ikki tað vildu tey siga okkum, sigur Árni Gregersen. – Tað hevði verið munandi meira sannførandi, um Annika Olsen ella Jørgen Niclasen vildu vísa á ítøkiliga broytingar á summ­ um økjum, staðfestir Eirikur Lind­ enskov. Hvussu verður og ikki, so ætlar Annika Olsen sær ikki at siga sína hugsan um broytingarnar í hjúnabandslógini, fyrr enn lógir skal til viðgerðar í løgtinginum. Og spurd um, hvørt hon ætlar at bjóða seg fram til býráðsvalið, svaraði Annika Olsen, at tað ikki var óhugsandi, hóast hon hvøri vildi vátta ella avnokta. BARBARA@SOSIALURIN.FO Árni Gregersen Eirikur Lindenskov