hósdagur 4. februar 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
31
Eitt av lyftunum, sum Annika
Olsen hevur fingið, nú hon
er vorðin partur av Fólka
flokkinum aftur er, at stevnu
miðini, stevnuskráin og floks
bygnaðurin hjá flokkinum skal
endurskoðast.
– Nú er týdningarmikið at
vit lata okkum í arbeiðsklæðini
og hyggja frameftir. Tað
gamla er farið. Nú virka vit
fram móti, at Fólkaflokkurin
aftur skal gerast størsti
flokkur, segði Annika Olsen
á tíðindafundinum hós
morgunin.
– Vit skulu virka fyri einum
sjálvbjargnum Føroyum. Hetta
góða, heita orðið, sjálvbjargni,
skal aftur mynda politikkin, og
tá er talan um bæði politiskt og
fíggjarligt sjálvbjargni, sigur
hon.
Partur av hesum arbeiði
er at dagføra flokkin. Bæði
Jørgen Niclasen og Annika
Olsen vístu til, at stevnuskrá
floksins skuldi dagførast
og Annika Olsen skal spæla
ein serligan leiklut í hesum
arbeiði, við serligum atliti at
Suðurstreymoy.
Seinastu valini er flokkurin
minkaður burtur í einki í høv
uðsstaðnum. Tá Annika Olsen
fór úr Fólkaflokkinum vísti
hon á, at kós floksins var ov
konservativ eftir hennara
tykki, og hon føldi seg ikki
longur heima í flokkinum.
Nú sigur hon, at hon misti
fótafestið eina løtu, men nú
hevur fingið tað aftur. Jørgen
Niclasen sigur, at tey hava havt
drúgvar samráðingar um henn
ara afturkomu, og at tey nú
hava funnið stevið aftur.
Arbeiðið við at endurupp
finna Fólkaflokkin, so hann
aftur gerst fólksins flokkur,
sum tey bæði málbóru seg á
fundinum, skal vera liðugt til
komandi landsfund, soleiðis at
nýggi Fólkaflokkurin er klárur
til kommunuvalið í heyst.
Fólkaflokkurin
skal endur
uppfinna
seg sjálvan
Vil ikki hava
Anniku aftur
Tað er ikki ein samlaður Fólka
flokkur, ið hevur bjóðað Anniku
Olsen upp aftur í flokkin.
Á tíðindafundinum í morgun
manglaði toppskorarin hjá
Fólkaflokkinum til síðsta val,
Jacob Vestergaard.
Hósmorgun gjørdi hann
púra klárt fyri netmiðil okkara,
in.fo, at hann ikki tekur undir
við avgerðini at lata Anniku
Olsen aftur í flokkin.
– Eg tók slett ikki undir við,
at Annika Olsen kom aftur í
flokkin. Men tað er eitt forum,
ið tekur støðu til tað, og tað
má eg fyrihalda meg til, sigur
Jacob Vestergaard í stuttari
viðmerking og leggur afturat.
– Eg havi nøkur mørk fyri
hvat eg haldi vera rímiligt
og ikki rímiligt, eisini innan
floksdisiplin og hvussu man
uppførir seg móti teimum, ið
man er í flokki við. Eg haldi tað,
ið Annika Olsen hevur gjørt er
at fara um mark. Tí eri eg ikki
samdur við avgerðini.
Jacob Vestergaard: