Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-04, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 15 32 ÍTRÓTTUR SPÆLARAF TRÓNDUR ARGE F øroyskur fótbóltur hevur verið fyri stórari menning, síðani vit fóru upp í altjóða fótbólt í 1988. Við sigrinum á Landskrona í minninum, hava vit tikið eitt fet fyri, og annað eftir. Í dag hava vit spælarar, sum seta sín dám á serliga danskan fótbólt, meðan aðrir royna seg í eitt nú Íslandi og nú eisini í Rumenia. Tað er eftirhondini vanligt, at ungir føroyskir spælarar hava sum mál at blíva yrkispælarar. Tað er í fleiri førum ikki bara eitt mál, men ein realistiskur dreymur. Soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Hóast spælarar fyrr helst hava droymt eins nógv um eina yrkisleið sum fótbóltsspælarar, so hevur tað í flestu førum verið ein fjarður dreymur. Vit fara her at hyggja eftir nøkrum spælaraflytingum hjá føroyskum spælarum uttanlands, sum hava havt týdning fyri føroyskan fótbólt, síðani pengar komu upp í miðskeiðis í 90 unum. Todi Jónsson til FCK í 1997 Áleyparin úr Klaksvík er undan­ gongu­maðurin, tá vit tosa um føroyskar fótbóltsspælarar, ið eru farnir av landinum at spæla fótbólt. Undan honum høvdu menn sum Henrik Thomsen og Ábraham Løkin(tá Hansen, blaðm) roynt seg í bestu deildini í Danmark, meðan Jan Allan Muller eitt skifti spældi í Go Ahead Eagles, har hann millum annað var liðfelagi við Marc Overmars, ið seinni bleiv ein hollendskur stórspælari í Ajax, Arsenal og FC Barcelona. Todi Jónsson fór av landinum í 1994 at spæla við Lyngby. Her prógvar Todi, at føroyskir spælarar kunnu klára seg í bestu donsku deildini. Hann er longu okkara stóra landsliðsstjørna, tá hann í 1997 skiftur til FCK. Tann í dag so kendi Flemming Østergaard, eisini kendur sum Don Ø, rekur Lyngby, men blívur í 1997 virkandi stjóri í FCK. Við sær tekur hann føroyska áleyparan. Todi Jónsson spældi í FCK frá 1997 til 2005, og verður av mongum mettur sum okkara besti spælari nakrantíð. Sjálvt skiftið prógvaði, at føroyskir spælarar kundu klára seg í Danmark. Allan Simonsen er landsliðsvenjari og hjálpur til, at menn sum Óli Johannesen og Jákup Mikkelsen eisini koma til Superliguna at spæla. Seinni síggja vit spælarar sum Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen eisini gera um seg í Superliguni. Skiftið hjá Toda Jónsson til FCK í 1997 er ímyndin av framgongdini hesi árini. Uni Arge og Jens Martin Knudsen til Leiftur í 1997 Samstundis sum Todi Jónsson gongur undan í Lyngby og FCK, so gera føroyingar innrás í Íslandi. Páll Guðlaugsson er venjari hjá Leifturi, ið ikki hevur sama fólkagrundarlag sum feløgini í Reykjavík. Jens Martin Kundsen verður kosin til ársins málverja, meðan Uni Arge í stundum rakar málið avbera væl. Leiftur kemur millum annað í steypafinaluna, og spælir í Evropa. Eftir teir er ein langur listi av spælarum, sum hava roynt seg í íslendskum fótbólti. Sámal Joensen, Jens Erik Rasmussen, John Petersen, Allan Mørkøre, Julian Johansen, Hans Fróði Hansen, Fróði Benjaminsen, Pól Thorteinsson, Símun Samuelsen, Rógvi Jacobsen, Christian R. Mouritsen, Pól Jóhannus Justinussen, Jónas Tór Næs, og nú eisini Gunnar Nielsen og Sonni Ragnar Nattestad, ið báðir spæla við íslendska meistaraliðnum FH. Millum annað megnaði Símun Samuelsen at blíva kosin ársins spælari, tá hann spældi við Keflavík. Julian Johnsson til Kongsvinger IL í 1998 Vit eru aftur í sama tíðarskeiði, tá Julian Johnsson skiftir til Kongsvinger IL í Norra. Stríðsmaðurin á miðvøllinum er besti spælarin í føroysku kappingini í 1997, tá B36 eftir turk í 35 ár endiliga vinnur FM aftur. Hetta er ein tíð, har føroyskir spælarar hava fingið eyguni upp fyri at royna seg uttanlands. Spælarar eru eisini í heilum til royndarvenjingar. Julian Johnsson er ein av teimum, sum hevur sett sær fyri, at hann skal av landinum at royna seg. Meðan fleiri fara til Danmarkar og til Íslands, so endar landsliðsmiðvallarin í Norra. Eins og við skiftunum hjá teimum trimum fyrrnevndu, so fylgja aðrir spælarar við. Serliga er tað árið eftir, tá Julian Johnsson skiftir til Sogndal í næstbestu deildini. Stutt seinni spæla bæði Hans Fróði Hansen og Kurt Mørkøre við felagnum við, og klára seg avbera væl. Eisini Atli Danielsen er eitt skifti í Sogndal. Seinni aftur eru spælarar sum Símun Samuelsen, Jákup Mikkelsen, Todi Jónsson, Rógvi Jacobsen, Rógvi Baldvinsson, og til seinast Kaj Leo í Bartalsstovu, at síggja í norskum fótbólti. Her hoyrir eisini til søguna, at landsliðslegendurnar Jóannes Jacobsen og Kári Reynheim spældu í síni tíð eisini í norskum fótbólti. Ingi Højsted til Arsenal í 2002 Hetta er eitt tað mest umtalaða skiftið í Føroyum nakrantíð. Sum tannáringur bleiv Ingi Højsted seldur frá B36 til Arsenal, har hann fekk ein trý ára lærlingasáttmála. Í nógvar mátar var dreymurin hjá flestu spælarunum at koma til slík stórfeløg, men skiftið bleiv eisini ein áminning um, at vegurin til eina yrkisleið í altjóða fótbólti gongur ikki altíð ígjøgnum eitt stórt felag. Skaðar gjørdu, at Ingi Højsted, eftir at stutt skifti í Birmingham, aftur var í Føroyum í 2005, har hann vann FM við B36. Skiftið var tað fyrsta av sínum slag, har ein ungur føroyskur spælari fór til eitt risa felag í Evropa. Skiftið vísti eisini vegin fyri aðrar spælarar. Christian R. Mouritsen og Adrian Cieslelwicz, sum er uppvaksin í Vági, fóru til Manchester City, meðan Jóhan Troest Davidsen fór til Everton. Nakað seinni fór so Jóan Símun Edmundsson til Newcastle. Hetta rákið síggja vit tó lítið til í dag. Flestu spælararnir tykjast raðfesta spælitíð framum stóra navnið á bringuni. Súni og Jón Rói til AaB Í 2005 og 2006 skifta Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen til AaB. Teir fáa báðir nakrar dystir á besta liðnum, men tó uttan at beinleiðis sláa ígjøgnum. Okkurt hava tey í AaB tó sæð í føroyskum spælarum, tí síðani hava fleiri spælarar roynt seg í felagnum. Her kunnu nevnast Hallur Hansson, Pól Jóhannus Justinussen og Gilli Sørensen, sum enn er í felagnum. Heim at venda Seinnu árini hava vit sæð fleiri spælarar, ið eru farnir av landinum sum heilt ungir, eru komnir heim at venda, men eru síðani farnir av landinum aftur. Her eru fordømini í løtuni Hallur Hansson og Gilli Sørensen. Teir fóru báðir sum blaðungir til Aberdeen í Skotlandi, eftir at teir høvdu víst seg fram í ungdómskapping, har føroyska U15 landsliðið var við. Hallur Hansson náddi at spæla ein dyst í skotsku Premier League, áðrenn hann vendi heim til HB í 2011. Í 2013 spældi hann eitt ár í superligafelagnum AaB, men vendi aftur heim – hesa ferð til Víking, har hann spældi í eitt ár. So gekk leiðing til Vendsyssel, har hann hevur vunnið sær fast pláss. Gilli Sørensen pendlaði eisin millum Aberdeen og TB, áðrenn hann í 2013 skifti til B36. Árið eftir kom so AaB eftir skjóta vonginum, har hann í dag er á gáttini til at fáa fasta spælitíð. Her kunnu vit eisini nevna Jóan Símun Edmundsson, sum spældi í Føroyum í 2014, áðrenn hann aftur fór av landinum. Teir hava prógvað, at tað ber til at koma aftur til Føroya í eitt tíðarskeið, og framvegis kunna klára seg uttanlands. Av øðrum kunnu nevnast René Shaki Joensen, sum eisini kom aftur til føroyskan fótbólt frá Brøndby, men nú er í hitanum í Vendsyssel. Sonni Ragnar til FCM Avleiðingarnar av hesum skiftinum kenna vit ikki heilt enn, Í farnu viku upplivdu vit tvey spælaraskifti, sum á hvør sín hátt hava týdning fyri føroyskan fótbólt. Fyrst tá Jóan Símun Edmundsson bleiv keyptur av OB, og síðani tá Kaj Leo í Bartalsstovu gjørdi sáttmála við rumenska stórfelagið, Dinamo Bukarest. Her hyggja vit nærri at nøkrum spælaraflytingum, sum hava havt týdning fyri føroyskan fótbólt í nýggjari tíð SUM HAVA FLUTT FØROYSKAN FÓTBÓLT