hósdagur 4. februar 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
33
FLYTINGAR
men spælarar sum Jákup Thomsen
og Brandur H. Olsen hava fingið
álit í stórum donskum feløgum.
Sonni Ragnar Nattestad
fekk ultimativa álitið, tá
uppalingsmaskinan
í
donskum fótbólti, FC
Midtjylland, valdi at geva
miðvinginum ein fimm
ára sáttmála. Tað er helst
fyrstu ferð, at ein føroyskur
spælari hevur gjørt ein fimm
ára sáttmála. Tíverri spældi skiftið
ikki væl av, men vónandi er hetta
fyrsta stigi á leiðini, har størri
norðurlendsk feløg seta sítt álit á
føroyskar spælarar.
Skifti sum ikki
broyttu nakað
Tað eru fleiri skifti, sum fyri seg
hava verið góð, men sum ikki hava
broytt føroyskan fótbólt sum so.
Súni Olsen fór í 2001 til FC Zwolle
í Hollandi. Hann flutti upp í bestu
deildina, men valdi at koma aftur
til GÍ sama árið. Síðani hava vit
ikki sæð ein føroyskan spælara í
Hollandi
Gunnar Nielsen skifti í 2009 til
Manchester City frá Blackburn.
Skiftið er serligt, tí tað er millum
tvey Premier League feløg, og tí
tað var Mark Hughes sum tók
føroyska landsliðsmálverjan
við sær úr Blackburn til nýríka
Manchester City. Skiftið er tað
einasta av sínum slag.
Julian Johnsson skifti í 2001 til
Hull City, sum tá spældi í lægru
deildunum í Onglandi. Hann stóð
seg væl, men valdi longu aftaná
eitt ár at venda heimaftur. Ongin
føroyskur spælari fylgdi aftaná
honum til lægru deildirnar í
Onglandi, hóast spælistílurin helst
hevði passa onkrum av okkara
stríðsmonnum.
Vit hava eisini sæð fleiri
spælarar í skotskum fótbólti, men
tað er sum so ongin samanhangur
millum skiftini. Jákup Mikkelsen
var í Partick Thistle, meðan Jens
Martin Knudsen og Jens Kristian
Hansen vóru í Ayr United. Eisini
skiftið hjá Gunnari Nielsen til
Motherwell stendur einsamalt.
Skiftini sum kundu
Tað eru óteljandi søgur um
spælarar, sum hava verið ávegis
til feløg, men skiftið er ikki blivið
til nakað. Eitt tað fremsta av
teimum var, tá franska Lille royndi
at keypa Toda Jónsson. FCK stóð
í vegin, og vildi ikki lata Toda fara,
sum annars var samdur við Lille
um persónligu viðurskiftinum.
Eisini eitt skifti, sum kundi
broytt nógv, var tá Liverpool
um aldarskiftið hevði Jákup á
Borg og Jón Róa Jacobsen til
royndarvenjing. Óli Johannesen
mundi eina ferð enda í Kina,
meðan Julian Johnsson og Rógvi
Jacobsen hava verið í samband við
italsk feløg. Alt skiftir, sum kundi
hava verið serlig á hvør
sín hátt.
Jóan Símun og Kaj Leo
Enn vita vit ikki, um skiftini hjá
Jóan Símuni Edmundsson og Kaj
Leo í Bartalsstovu koma at hava
nakran týdning fyri føroyskan
fótbólt í framtíðini, men tey lýsa
eina framgongd, ið vit síggja í
føroyskum fótbólti í løtuni.
Jóan Símun Edmundsson
verður beinleiðis keyptur leysur
úr sáttmálanum hjá Vejle, tá
OB herfyri tryggjaði sær undir
skriftina hjá toftamanninum. Tað
ber boð um eitt felag, ið ynskir
at brúka føroyska spælaran í
framtíðini.
Skiftið hjá Kaj Leo í Bartals
stovu til Dinamo Bukarest er
framveigs við at sodna, men talan
er óiva um eitt tað mest óvæntaða
skiftið nakrantíð fyri ein føroyskan
spælara.
Nú vóna vit, at hetta er byrjanin
til eina spennandi tíð fyri okkara
útisetar, ið hava valt at leggja alt
fyri at blíva yrkisspælara.
trondur@sosialurin.fo