hósdagur 4. februar 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
34
Óli Jacobsen
1. partur
H
erfyri høvdu vit frásøgn um
tey 12 systkini í Rituvík, sum
eru viðurkend av Guinness
at vera elsti systkinaflokkur í
heiminum.
Men tað eru sjálvsagt nógvir aðrir stór
ir systkinaflokkar, sum tað kann vera
áhugavert at lýsa. Í hesum umfari fara vit at
hava frásøgn um tey 12 Mortensen systkini
á Argjum. Hesi eru eldri enn tey í Rituvík,
í dag er bara eitt av teimum á lívi. Tað er
Sverri, sum er næstyngstur av teimum.
Hann verður 94 ár í komandi mánað.
Sverri er høvuðskelda til hesa søgu.
Hugskotið til hesa frásøgn er annars komið
frá okkara felags vini, prestinum Bergur
Debes Joensen, sum eisini hevur givið
sítt íkast. Men tað eru eisini aðrar keldur
sum minningarorð, jarðarferðartalur og
ymiskt prentað tilfar. Fyrstu tveir partar
eru um foreldrini og systkini. Síðan verða
tveir partar um lívið hjá Sverra, sum hevur
upplivað mangt og hvat. Hann var í 1936, fyri
80 árum, síðani við Ananu, eitt tað størsta
fiskivinnu framtak, sum hevur verið í
Føroyum.
Foreldrini av megnarætt
Foreldrini vóru Mortan Johan Mortensen,
1883-1942, og Rakul f. Jacobsen, 1882-1941.
Rakul var dóttir Niels Jacobsen úr
Leynum. Hon var sostatt langabbadóttir
kenda prestin í Kvívík Niels Lassen Holm
og fyrstu konuna Maren Høye.
Ættarfólkini hjá prestinum hava havt
ein ómetaliga stóran týdning fyri føroyska
samfelagið.
Mortan var sonur Dánial Paula Morten
sen (Gamli Palli á Argjum). Hann var
abbasonur Andras Mortansson og Elspu
Dánjalsdóttur, tey sum bygdu Argir. Hetta
er eisini ein ætt, sum hevur havt ein framúr
týdning í Føroyum.
Mortan var kendur trolaraskipari. Hann
var fyrstu ferð við trolara í 1908, og frá 1909
til 1913 sigldi hann við enskum trolarum.
Í 1914 fór hann til Canada sum formaður
fyri 15-16 flekjarar við trolara har yvri.
Vegna heimsbardagan komu teir kortini
skjótt heim aftur.
Í 1936-37 fóru fýra føroyingar til Noregs
at læra norðmenn at fiska við troli. Ein av
teimum var Mortan. Hetta eydnaðist sera
væl, norðmenn komu skjótt fyri seg við
troling.
Veturin 1937/38 var Mortan við enska
trolaranum Catuma. Hann varð seldur
til Italia og fekk navnið Enrico Gismondi.
Mortan varð framvegis við hesum trolara
sum skipari. Hann var eisini við øðrum
trolara hjá hesi fyritøku, sum gjørdi nógv
um seg undan krígnum. Tað vóru nógvir
føroyingar sum sigldu við teirra trolarum.
Men hetta steðgaði heimsbardagin.
Morten var ein av teimum fyrstu skipar
anum á tí fyri Skálaberg, sum Kjølbro keypti
saman við Christian Holm Jacobsen í 1933.
Skálaberg legði lunnar undir føroyskan
trolararakstur.
Heima hjá Mortani var eisini telefonstøð.
Tá ringt var eftir fólki, fóru Sverri ella onnur
systkin við telefonboðum til viðkomandi
at koma á støðina. Fólk, sum skuldu ringja,
komu á støðina í hesum ørindum. Sverri
minnist, hvussu fólk sótu á einum bonki
í gongini og bíðaðu eftir at sleppa framat.
Mortan fekk ikki langa ævi. Hann var
skipari á trolaranum Nýggjaberg, sum í 1942
varð søktur av týskarum. Eingin av teimum
21 monnunum varð bjargaður.
Tá áttu tey bæði 12 børn, sum vóru frá 42
til 18 ára gomul. Nógv teirra hava eisini sett
spor eftir seg í Føroyum. Tey verða øll lýst í
hesi greinarøð. Tað er ymiskt, hvussu nógv
tað hevur verið møguligt at finna fram til
um hvørt teirra. Men hetta kann ikki vera
øðrvísi. Tey verða umrødd eftir aldri.
Daniel Pauli (Argja
Palli) 1903-1994
Palli var elstur av systkjunum. Hann fór
ungur í smiðjulæru hjá Wenzel Petersen í
Havn. Eina ferð verður hann sendur til Vágs,
tí tað var ólag á einum motori. Men tað vísti
seg, at tað var meira brúk fyri honum enn til
hetta. Hann kom tískil at arbeiða á smiðjuni
hjá J. Dahl Gørðum, har hann var við til at
innstallera motorar í sluppunum, sum inntil
tá yvirhøvur høvdu verið deyðsiglarar.
Palli bleiv verandi í Vági, har hann gjørd
ist kendur sum Argja Palli.
Hann fekk sær í 1932 smiðju og bleiv
kendur fyri sín dugnaskap. Hetta vóru
ringar tíðir, og tað mátti arbeiðast langt
út á kvøldini fyri at fáa endarnar at røkka
saman.
Undir heimsbardaganum kom vend í, tá
kom meira lønsemi í virksemið.
Mest kenda avrik hjá Palla mundi vera,
tá ið hann eftir kríggið skipaði fyri umbygg
ingini av eini bretskari korvett til trolara,
sum bleiv Rádni. Absalon Absalonsen skriv
ar, at tað var einki minni enn eitt bragd at
umbyggja eina kolfýrda korvett til ein
oljufýrdan trolara við tí útgerð, Palli hevði
til taks.
Eisini virkin á tí andaliga økinum
Palli var ógvuliga virkin andaliga. Hann
plagdi at tala á missiónsmøtum. Tá ið missi
ónsvikur vóru, legði hann arbeiðið niður.
Hevði hann vitjandi plagdi hann at hava
bøn saman við teimum.
Tá ið sonurin, Bent, var nóg gamal fór
Siðsøga
TEY 12 MORTENSEN
SYSTKINI Á ARGJUM
Tað hava verið nógvir stórir systkinaflokkar í Føroyum, sum hava sett spor
eftir seg í samfelagnum. Millum hesar eru Mortensensystkini á Argjum
Argir í gomlum døgum. Málningur hjá Jógvan Waagstein
Rakul og Mortan, foreldrini
Siðsøga