hósdagur 4. februar 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
35
Komandi partur
Í komandi parti verður
greitt frá teimum sjey yngru
systkjunum.
hann í læru hjá pápanum. Hann kom sum
frá leið at yvirtaka smiðjuna. Hon gjørdist
serliga kend fyri sína framleiðslu av ketlum
til sentralhita. Triðja ættarlið hevur eisini
tikið við. Umframt smiðju hava teir eisini
handil við tilfari til rør og sanitet.
Teir hava eisini Tangavirkið, sum er eitt
tað fremsta virki á hesum øki í Føroyum.
Palli byrjaði hetta virkið fyrst í 1960-unum,
tá ið hansara vanligi leverandørur fór á
húsagang.
Í dag er tangar bert ein partur av virk
seminum. Tilsamans eru eini 20 fólk í starvi.
Fíggjarligt skil ræður eisini. Hóast fyritøkan
er væl fyri, so rindar hon ikki vinningsbýti
sambært Dimmalætting nú um dagarnar.
Palli giftist við Elsebeth Malenu, kallað
Betta, úr Vestmanna. Tey fingu børnini Rig
mor, Nansy, Bent og Karl Erik, sum einans
bleiv tvær vikur gamal.
Christianna Elisabeth
(Bette) 1905-1933
Betta fekk eitt stutt lív, hon gjørdist einans
28 ára gomul. Hon giftist við Johan Kjærbo
á Gaddi í Sumba. Tey fingu tríggjar døtur,
Judith, Solveig og Jastrid.
Men tá ið hon skuldi hava fjórða barnið
gekk ikki væl. Hon fekk brúk fyri lækna
hjálp, og henda mátti fáast í Havn. Tað var
ikki bara sum at siga tað tá á døgum. Fyrst
mátti Betta førast við báti til Vágs og síðan
við skipi til Havnar. Men áðrenn hon kundi
fáa nakra hjálp, var hon deyð. Hetta hevur
uttan iva verið ein ringur deyði.
Johan flutti seinni til Danmarkar við
børnunum. Hann giftist aftur við Her
mandu Lisberg úr Fámjin. Tey fingu trý
børn, Johan, Maju og Elisabeth.
Niels Holm (Kokkurin á
Argjum) 1907-2001
Sum ungur fór Niels sum so mangir aðrir við
slupp. Fyrstu árini var tað við deyðsiglarum.
Seinri var hann við trolarum.
Einaferð mátti skipið, hann var við, koma
undir land at kroka. Niels og manning
endaðu í Funningi. Har møtti hann Ellu,
sum bleiv skotin í honum. Úrslitið var,
at Ella fór til Argir á Geil at tæna. Tað
rann saman teirra millum, og giftust tey í
prestagarðinum í Sandagerði í desember
1935.
Tey fingu 8 børn: Ninnu, Mortan, Ragnar,
Arna, Martin, Maju, Poulu og Oddfinn.
Í 1938 tók pápin, Mortan, og aðrir stig til
at byggja revagarð á Argjum á trøðni hjá
teimum. Ein norðmaður kom til Føroya at
seta Niels, sum var við í hesum virksemi, inn
í viðgerð av revaskinnum. Teir fingu eisini
virðisløn á eina framsýning av revaskinn
um í 1938.
Um landið vóru fleiri slíkir garðar bygdir.
Við byrjanina av krígnum gjørdist tað
trupult at selja skinnini, og tískil endaði
hesin vinnuvegurin.
Um somu tíð keypa Mortan og Sámal
Ellefsen trolaran Nýggjaberg. Bilar vóru
tá bíligir á meginlandinum vegna kríggið.
Mortan keypir tríggjar bilar úr Onglandi,
sum hann sigldi heim til Føroya við
Nýggjaberg. Hetta var ein Beford lastbilur
og tveir persónsbilar, ein Morris og ein
Walsley.
Niels Holm fór nú undir at koyra lastbil.
Tað var sum bilførari, at flestu kendu hann.
Hann koyrdi kol og mangt annað fyri
Valdemar Lützen. Fleiri bilar átti hann, men
ongantíð fleiri í senn. Fyrst í 70-árunum
gavst hann at koyra. Tá hevði hann koyrt
lastbil í umleið 30 ár. Mortan, sonurin, tók
við. Hann koyrdi fyri pápan eina tíð.
Niels var stórur og sterkur maður, men
hann gjørdi ongan háva av sær, stillførur
og góðsligur sum hann var.
Niels var vanliga kallaður »Kokkurin á
Argjum«. Tað er ein søga um, hvussu hann
fekk hetta heitið. Hann var eina ferð kokkur
á Coraliu. Tá ið hann kom umborð á fyrsta
sinni, sat manningin frammi í lugarinum.
Teir fáa so at vita, at nú er kokkurin komin.
Tá ið manningin sær henda stóra og prúða
mannin koma niður gjøgnum leytaran,
sigur ein av teimum: »Tað er vorðið sum
kokkur, vit hava fingið!« Og navnið hekk
við!
Martin Johan Sofus (Gass
Martin) 1908-1974
Martin byrjaði blikksmiðju í 1937 við rør og
sanitet í Havn. Hann var eisini vatnmeistari
hjá kommununi frá 1942-1957. Eisini var
hann í sløkkiliðinum. Hann var í 1948 við
til at rigga til tann fyrsta brandbilin hjá
sløkkiliðinum.
Undir krígnum var hann við í tí vaktar
liðið sum kommunan setti at hava eftirlit
millum annað við myrkaleggingina. Hans
ara øki var Tinghúsvegur frá Martin Dam til
Aage Michelsen og Samuel Debes vestanfyri
Tinghúsvegin oman til Andreas Ziska.
Mest kendur gjørdist Martin, tá ið
hann fór at selja fløskugass. Tað var longu
í 1937, at hann gjørdist umboðsmaður fyri
Dansk Flaskegas, sum í 1942 broytti navn
til Kosangas.
Gass var sera hent og nógv brúktu
fløskugass millum annað til bakarovnar.
Tað var ikki fyrr enn í 1959, at gass varð
fylt í tangar. Áðrenn komu gassið í fløskum
til landið.
Fyri at lýsa kollveltingina við gassi kann
verða endurgivin grein, sum stóð um fløsku
gass í bløðunum
Sosialurin skrivaði 28.2. 1959
Kosangass støð í Havn
Ein tátturin at lætta um og gera alt meira
moderna er brúkið av gassi í tí dagliga.
Serliga hjá húsmóðurini, hon hevur mangt
stríðið við at kynda upp - og øsku at bera út
og brenni inn.
Tað er vorðið meira og meira vanligt
at brúka elektriskar komfýrar ella gass
komfýrar, hentari og reinligari um at fara.
Kosangass er eitt navn, sum fólk eftir
hondini eiga at bera kenslu av. Seinastu árini
hevur hetta felag selt nógv gass til Føroya
og hevur gassnýtslan sýnist at verið hent og
minst líka bílig sum vanlig kolfýring, men
við tí stóra fyrimuni, at einki stríð er av tí.
Tveir stórir gasstangar eru settir upp á
Viðanesi í Havn og nýliga var gass-skipið
Elsa Tholstrup á Havnini við gassfarmi til
gassbingur og hevur henda broytingin við
sær, at ein vanlig gassfløska fyri 22 kr er nú
farin niður í 19 kr.
Mong húsmóður man gleðast um broyt
ingina.
Tá ið Martin gavst tók sonurin Finn við.
Fyritøkan er til enn undir navninum Føroya
Gassøla men við nýggjum eigarum.
Martin giftist við Daniellu f. Næs í
Hvalba. Tey fingu børnini Dann, Morid,
Edith og Finn. Tey bygdu í Tungugøtu.
Richard Svenning 1913-1985
Richard var tann kendi handilsmaðurin á
Argjum. Upprunaliga var tað pápin, sum
byrjaði handilin nærindis barnaheiminum
hjá teimum. Richard tók yvir, tá pápin
doyði. Hann útbygdi handilin seinni. Hetta
er núverandi PE handil á Argjum.
Richard var fjølbroyttur maður. Hann
var til skips í seks ár. Tvær ferðir var mann
ingin í deyðavanda, men tíðin var ikki
komin. Hann hevði verið á Háskúla, og hann
var virkin innan missiónina og kirkjuna.
Richard var eisini virkin í føroysku sjó
mansmissónini, sum var hansara hjarta
barn.
Saman við øðrum setti hann pening í
trolarar til tess at vinna føroyingum víðari
ræsur vinnuliga.
Hann var við til at reiða út trolararnar
Barm, Múlan, Nýggjaberg, Varðberg og
seinni sluppina Seagull.
Hann var áhugaður í politikki og var
virkin fólkafloksmaður.
Áðrenn Havnin fór upp í SEV var hann
eldhugaður fyri hesum tiltaki og var limur
í fyrsta stýrinum.
Richard var limur í kommunustýrinum
fyri Tórshavnar Uttanbíggja kommunu
frá 1939-1947. Seinastu fýra árini var hann
formaður.
Tað var í 1946, meðan Richard var for
maður, at stig varð tikið til at byggja skúla
á Argjum. Í 1947 verður samtykt at heita
á Niels Paula Hansen, byggimeistara á
Glyvrum, um at gera tekning og kostn
aðarætlan. Skúlin var liðugur í 1952 og Olaf
Petersen gerst lærari. Tá var Richard næst
formaður í skúlanevndini.
Í 1970 tóku Richard Mortensen, svágurin
Valbjørn Dalsgarð og Olaf Petersen (gamli
lærari) stig til at byggja eina kirkju og
missiónshús á Argjum. Richard læt grund
stykkið. Húsið var liðugt bygt í des. 1974, og
varð tað vígt 4. sunnudag í advent hetta
sama árið.
Argja Palli var elstur
av systkjunum
Betta og maðurin Johan
Niels Holm saman við konuni
Ella og dótrini Ninna
Martin, kendur sum
Gass Martin
Richard Mortensen