Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. februar 2016 · Nr. 16 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LOBBYISMA STERKA TRÝSTIÐ Á TINGFÓLK BROYTIR VALDSJAVNVÁGINA Árni Gregersen At føroysku fyritøkurnar gerast førri og sterkari, ger eis­ini at tær fáa størri vald á polit­isku skipanini. Tað heldur Páll á Reyna­ túgvu, løgtings­formaður, sum bar síni sjónarmið fram í útvarpssendingini Radarin í farnu viku. Hann sigur,a t vinnuligu aktørarnir í Føroyum eru vorðnir so sterkir nú, at teir ikki longur bert eru hoyr­ ingspartar, tá ið lógir skulu broytast. – Í dag eru teir meira at rokna sum sam­ráðingar­ part­ar og tað haldi eg ikki er rætta leiðin at ganga, sig­ ur Páll á Reynatúgvu, løg­ tingsformaður. Hann sigur, at grund­ leggjandi eiga fyritøkur ikki at gerast so sterkar, at tað eru tær, sum gera av hvør situr á tingi. – Tað er ein munur á hjá okkum politikarum at arbeiða fyri einum ávísum øki í landinum og so at vera í lummanum á onkrari fyri­ tøku, sigur hann. Hann sigur, at hann ikki í dag kann siga, at nøkur fyri­ tøka í Føroyum eigur politik­ arar, men hann heldur at vit nærkast tí markinum. Í somu sending segði Óli Breckmann, fyrrver­andi ting­maður og fólkatings­ mað­ur, at tað er heilt greitt, at Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, báðir vald­ir í Suður­oynni fyri Javn­aðar­ flokki, gera heilt greitt tað, sum Varðin Pelagic sigur, at teir skulu gera. – Teir hava fingið greið boð. Kemur uppboðssølan og minkar yvirskotið hjá Varð­anum úr 300 milljónum niður í 90 milljónir krónur, so verða ongar íløgur gjørdar á Tvøroyr, segði hann. Eisini ein annar fyrr­ver­ andi tingmaður og fólka­ tings­maður, Torbjørn Jacob­ sen, heldur, at broyt­ing­ar henda og fara at henda. Fyri tveimum árum síðani segði hann í Útvarpinum, at hann væntar, at vit fara at síggja at áhugamál hjá fyri­ tøkum, samkomum, fígg­inga­ stovnum og øðrum áhuga­ bólkum fara at fáa størri ávirkan. – Verður politiska skip­ an­in ikki styrkt, so tey fólka­ valdu røkja áhuga­málini hjá fólkinum, so fara vit at síggja meira til, at politikararnir fara at røkja áhugamálini hjá serligum áhugamálum, segði Torbjørn Jacobsen. Vandi á ferð Tingformaðurin heldur, at her er vandi á ferð. Fyritøkurnar í Føroyum eru færri og færri og tær ger­ ast alt sterkari. Hann vísir á, at í alivinn­ uni, sum er størsti útflytarin av vørum úr Føroyum, eru bert tríggjar fyritøkur og í uppsjóvarvinnuni, har út­ flutn­ingurin eisini er stórur, er alt á fáum hondum. Løgtingsformaðurin vísir eisini á, at í fíggjarvinnuni og í trygginarvinnuni er eisini talan um heilt fáar fyritøkur og eisini har er valdið á heilt fáum hondum. Hann óittast fyri, at um heilt fáa ár, so hava vit bert tríggjar fyritøkur í Føroyum. – Eg haldi ikki tað er ser­ liga heppið. Tað kann gott vera, at tað gevur fíggjarligar fyrimunir eins og vinnuligar fyri­munir, men eg haldi ikki tað er ein fyrimunur um hesar fyritøkur sleppa at avgera, hvussu vit skipa okkum politiskt, sigur hann. Løgtignsformaðurin held­ur í veruleikanum,a t vit eiga at ansa eftir,a t før­ oyskar fyritøkur ikki gerast alt ov stórar. Tað gevur teim­um ov stórt vald, men sam­felagsávirkanin kann eisini gerast alt ov stór um fyritøkurnar koma í trupul­ leikar.. ­– Tí haldi eg, at mark eigur at verða sett fyri, hvussu stórar fyritøkurnar kunnu gerast í Føroyum. Hesum eiga vit at ansa eftir, sigur ting­formaðurin. – Eg haldi at fyritøkurnar eru so stórar, sum tær kunnu. Vit mugu syrgja fyri, at fyritøkurnar ikki sleppa at sita á størri marknaðarparti enn politiska skipanin vil, sigur Páll á Reynatúgvu. arnig@sosialurin.fo Stóru fyritøkurnar í Føroyum hava stóra ávirkan á politisku skipanina heldur tingformaðurin – stjórin hjá arbeiðsgevarunum hevur aðra fatan Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur reist spurningin um føroysar fyritøkur hava ov stóra ávirkan á rikna politikkin hjá landinum