mánadagur 8. februar 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. februar 2016 · Nr. 16
LOBBYISMA
Eri ikki í
lummanum
hjá nøkrum
Kristin Michelsen, valdur fyri Javnaðarflokkin,
avvísir at hann er í lummanum hjá nøkrum
Árni Gregersen
Í sendingini »Radarin« í
útvarpinum var spælt eitt
klipp úr einari sjónvarps
sending, sum Óli Breck
mann,
fyrrverandi
løg
tingsmaður, luttók í.
Í klippinum segði fyrr
verandi løgtingsmaðurin,
at tað var klárt, at bæði
Kristin
Michelsen
og
Bjarni Hammer, núver
andi
tingmenn,
høvdu
fingið greið boð frá Varð
anum, at atkvøddu teir
fyri uppboðssølu av fiski
rættindum, so fór varðin
ikki at gera fleiri íløgur á
Tvøroyri.
– Hatta er nakað tvætl,
Óli
Breckmann
sigur.
Eg eri ikki í lummanum
hjá nøkrum, heldur ikki
Varðanum, sigur Kristin
Michelsen.
Hann vísir á, at Varðin
alla tíðin hevur arbeitt við
at gera fleiri íløgur á Tvør
oyri, og at teir eisini hava
boðað frá, at teir fara undir
at byggja eina surimiverk
smiðju á Tvøroyri.
– Hetta hevur onki við
uppboðssølu at gera, Hetta
er ein verkætlan, sum hev
ur verið á veg leingi og sum
verður arbeitt víðari við,
sigur Kristin Michelsen,
sum eisini er borgarstjóri
á Tvøroytri.
Tað er formaðurin í
Løgtinginum, Páll á Reyna
túgvu, sum hevur reist
spurningin um fyritøku
rnar í Føroyum eru vorð
nar so sterkar, at tær seta
dagsskránna í tinginum og
ávirka politisku skpanina
beinleiðis.
– Eg kann siga so mikið,
at eg fekk ongan atkvøðu
til seinasta val í Gøtu, so at
siga, at eg eri í lummanum
á Varðanum er tað reina
tvætl, sigur Kristin Miche
lsen.
Lobbyisma
Løgtingsformaðurin hevur
funnist at, at gjøgnum
lobbyismu fáa føroysku
fyritøkurnar
ov
stóra
ávirkan á rikna politikkin
í landinum.
Føroya
Arbeiðsgev
arafelag er ósamt í út
leggingini og vísir hinvegin
á, at ikki einisinni hoyr
ingarnar, sum annars eru
partar av skipanini virka
undir hesi samgonguni.
Arbeiðsgevarafelagið
heldur, at politiska skip
anin heldur lurtar eftir
einstaklingum enn eftir
teimum
felagsskapum,
sum annars luttaka í hoyr
ingum og tann vegin bera
sjónarmið fram fyri ym
iskar bransjur í vinnu
lívinum.
Vinnan finst
at tí sum ting
formaðurin sigur
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at vinnan brúkar lobbyismu,
sum tað verður gjørt í øðrum londum við fólkaræði
Árni Gregersen
Føroya Arbeiðsgevarafelag
vil ikki finna seg í teimum
ákoyringum, sum vinnan fær
frá
løgtingsformanninum
um, at hon er í ferð viða t
stýra politiskum skipanini.
Arbeiðsgevarafelagið sig
ur, at hoyringsfreistirnar
hava verið so stuttar síðani
hendan samgongan tók við,
at neyðugt er at brúka lobby
ismu.
– Lobbyisma er at bera
fram
egin
ella
annans
áhugamál og meiningar í
politisku tilgongdini. Her
er ikki bert talan um vinnu
og fyritøkur, men sanniliga
eisini um aðrar áhugabólkar.
Og politikarar hava sum
heild ein áhuga í at vita, hvat
hesir áhugabólkar halda um
ymisku málini, sum verða
viðgjørd á Løgtingi, sigur
Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Í einum skrivi sigur fe
lagið, at tað er áhugavert at
hoyra, at ávirkanin frá vinn
uni og øðrum áhugabólkum
er so stór, at hon hóttir polit
isku skipanina.
Hetta er eitt álvarsligt
mál, sum neyðugt er at kjak
ast um. Tingformaðurin helt
ikki, at lobbyisma hoyrir
heima innan tinggátt. Men
bæði í Føroyum og aðra
staðni er lobbyisma ein við
urkendur partur av demo
kratisku tilgondini, eisini í
parlamentunum, sigur Før
oya Arbeiðsgevarafelag.
Brúka ikki møgu
leikarnar
Arbeiðsgevarafelagið held
ur ikki, at politiska skipanin
ov væl dugir at brúka teir
felagsskapir, sumn vanliga
hava verið hoyringspartnar
ar og tann vegin hava gjørt
síni áhugaál galdandi.
Politiska skipanin heldur
ikki, at hesir felagsskapir eru
nóg áhugaverdir og tí hava
løgtingsnevndir til at síggja
ofta størri áhuga í at hoyra
frá einstaklingum enn frá
felagsskapum, sum uboða
ávísar bransjur.
Føroya Arbeiðsgevarafe
lag heldur eisini, at um veik
leikar eru í skipanini, so er
tað skipanin sjálv sum má
tryggja at hon gerst sterk
aftur.
– Veikleikin hjá einstøk
um løgtingslimum er ímynd
in av veikleikanum hjá polit
isku flokkunum sum heild.
Flokkarnir eiga at skúla síni
umboð so mikið, at tey vita
hvønn veg tey venda, tá tey
stilla upp, eru vald og byrja
sítt arbeiðið í løgtinginum.
Tey eiga at verða lærd at
duga at fyrihalda seg til
lobbyismu
og
lobbyistar,
ikki bara umboðandi vinnu,
men sanniliga eisini onnur
áhugamál í føroyska sam
felagnum, skrivar Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
Tey siga víðari, at lobby
isma er ein partur av demo
kratisku
skipanini,
sum
politiska skipanin eigur at
duga at fyrihalda seg til.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at politisku flokkarnir eiga at skúla
síni fólk, so tey vita, hvussu tey skulu halda seg til lobbyismu
Kristin Michelsen, Javnaðarflokkurin, avvísir púra
greitt, at hann er í lummanum hjá nakrari fyritøku