mánadagur 8. februar 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. februar 2016 · Nr. 16
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FJARLESTUR
TØKNIN
GEVUR TÆR
MØGULEIKA
AT VERA
Í FØROYUM
– Meðan alsamt fleiri av okkara ungu venda nøsini uttanlands
fyri at nema sær útbúgving letur fjarlestur upp fyri, at summi
teirra kunnu vera verandi í Føroyum – og enntá vera verandi í
Suðuroynni, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu
Eirikur Lindenskov
Hósdagin byrjaði ein flokk
urin við 21 næmingum á
Fjarlestrardeplinum í Vági.
Hesi 21 fólkini skulu kom
andi árini lesa til pedagog
umvegis
fjarlestur.
Út
búgvingin er frá danska
University College of Nord
sjælland, og umvegis stats
góðkenda stovnin kunnu
føroyingar nú sita í Vági og
heima við hús og nema sær
hægri útbúgving.
Útbúgvingin er skipað
soleiðis, at fimtu hvørja viku
skulu tey lesandi hittast
í Vági til bólkaarbeiði og
undirvísing, og annars verð
ur undirvíst umvegis teldu
skíggjan hvønn mánadag,
har tey lesandi kunnu vera
heima við hús. Síðani er
nógvur
sjálvlesnaður
á
skránni.
–
Størsti
fyrimunurin
fyri tey lesandi her er, at
nú hava tey møguleika at
skapa eitt lestrarumhvørvi,
tí tey eru so nógv, sum fara
undir somu útbúgving, sigur
Dennis Holm.
Men tað er ikki einasti
fyrimunurin. Dennis Holm
vísir á, at mong ikki hava
møguleikan fyri at flyta av
landinum, ella fyri so vítt
til Havnar, og tí kunnu tey,
sum hava skapt sær eitt lív í
Suðuroynni, framvegis vera
verandi á staðnum og nema
sær útbúgving.
Í fyrstu atløgu fáa tey les
andi hjálp til próvtøkur og
annað umvegis undirvísing
og
stuðul
frá
tveimum
lestrarvegleiðarum á danska
universitetinum. Seinni er
ætlanin, at lokalir vegleið
arar eisini verða knýttir at
undirvísingini.
– Okkara ætlan er, at tey
lesandi seinni skulu hava
lokalar
vegleiðarar,
sum
kunnu hjálpa teimum við
ymiskum pørtum av útbúgv
ingini, sigur Dennis Holm.
Umráðandi fyri Føroyar
Fjarlestrardepilin
hevur
nøkur ár á baki nú, men hetta
er fyrstu ferð, at ein heilur
flokkur byrjar upp á somu
útbúgving.
– Høvuðsendamálið við
fjarlestrardeplinum er at
gagnnýta teir fjarlestrar
møguleikar sum eru, og sam
stundis skapa eitt nøktandi
lestrarumhvørvi
fyri
tey
lesandi, so at tey kortini ikki
kenna seg púra einsamøll í
lestrartíðini, sigur Dennis
Holm.
Hann vísur á, at størsta
avbjóðingin við at vera sjálv
lesandi er, at tað krevur
munandi meira disiplin.
– Tí er tað so umráðandi,
at tey lesandi kunnu hava
onnur í somu støðu at sparra
við, vísir Dennis Holm á.
Hann ger tó greitt, at
høvuðsendamálið við fjar
lestrardeplinum ikki er at fáa
ungar føroyingar til at halda
sær burtur frá umheiminum.
– Tað er sjálvandi væl
skilligt og sunt fyri sam
felagið, at okkara ungu fara
av landinum at fáa nýggjar
upplivingar. Men tað skal
eisini bera til at nema sær
útbúgving í Føroyum, sigur
Dennis Holm.
Mangir
útbúgvingar
stovnar
kring
knøttin
hava skipað fyri fjarlestri
av ymiskum slag, og tí
eru møguleikarnir nógvir.
Universitet sum Harvard,
Oxford og onnur við hava
fleiri viðurkendar útbúgv
ingar skipaðar sum fjarlest