Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. februar 2016 · Nr. 16 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HVONN LIVE Kendir føroyingar og útlendingar vitjaðu um vikuskiftið Hvonn, sum var karmur um afturvendandi tiltakið, Hvonn Live. Tað vóru Jógvan Fríðriksson, Eyðun Nolsøe, Annika Olsen, Kristina Háfoss og tríggir bretskir limir úr 90’ara bókinum Five. Vertirnir vóru Mirjam Pætursdóttir og Hilmar Jan Hansen, og her kanst tú lesa, hvat tey millum annað tosaðu við gestirnar um Eyðun avdúkaði nýggja fløgu Hóast Eyðun Nolsøe er gamal í garði, er hann langt frá liðugur í tónleiki. Ì samrøðu við Mirjam Pæturdóttir avdúkaði hann, at nýggj útgáva er á gátt Birgith Lassen Tá Eyðun Nolsøe gestaði Hvonn Live í vikuskiftinum, prátaði hann um kærleika, kríggj, heimsfrið og rættvísi. Vit kenna hann best sum ein idealistiskan tónleikar ið yrkir um tey stóru evnini, men nú hann er blivin eldri, sigur hann seg heldur vilja yrkja um tey tøttu sam­ bondini. – Nú eg eri blivin eldri og vónandi klókari, er tað sum um at tey stóru og heim­spekiligu evnini eru farin longur vekk frá mær. Eg hugsavni meg í størri mun um familju, børn og vinarbond nú, segði Eyðun Nolsøe. Hann greiddi frá, at tað ikki er tí, áhugin fyri heims­ friði og rættvísi er fánaður, men hann heldur ofta, tað er ringt at seta orð á tey stóru viðuskiftini, uttan at yrkingarnar ljóða sum innan­tóm orð. Tíðin hevur broytt nógv Ikki er tað bara Eyðun sjálv­ur, sum er broyttur. Ì sam­r­øðuni greiddi hann frá, hvussu framleiðslan av tónleiki er broytt við tíðini, og hvussu tað ávirkar tón­ leikin. – Fyrr vóru vit savnaðir um tónleikin, og ofta hugn­ aðu vit okkum samstundis sum vit framleiddu Ì dag eru vit spjaddir runt í heiminum, og tónleikurin verður send­ur aftur og fram við teldu­posti. Tað ger kanska, at tón­leik­urin tykist meiri fjarur, segði Eyðun Nolsøe. Hóast tíðirnar hava broytt tónleikafram­leiðsl­ una frá tí, Eyðun Nolsøe upprunaliga lærdi at kenna, hevur hann ikki slept tónleikinum. Ì løtuni ar­ beiður hann við eini nýggja fløgu, sum kemur út seinni í ár. Vinkonur frá barnsbeini Politiskar ósemjur vórðu lagdar til síðis, tá Kristina Háfoss og Annika Olsen hittust í Hvonn leygarkvøldið. Hilmar Jan Hansen tosaði við tær um svimjivenjing og góð minni úr ungdóminum Birgith Lassen Vit kenna tær øll, men kanska ikki øll vistu, at Krist­ ina Háfóss úr Tjóðveldi og Annika Olsen úr Fólka­flokk­ inum hava verið vinkonur frá barnsbeini. Argjafressurin og vágbingurin hittust fyrstu ferð, tá tær vóru blaðungar og svumu fyri hvør sítt svimjifelag. Seinni komu tær báðar á landsliðið, og tí sóu tær nógv til hvørja aðra. – Vit hava mangar góðar løtur saman. Vit hava skrivað dagbøkur saman og sovið í somu song ofta, fortaldi Annika Olsen flennandi. Hilmar Jan Hansen var íðin at finna útav, hvussu var við politikki, tá tær vóru ungar. Men báðar eru samd­ ar um, at politikkur fylti lítið, tí uttanlandaferðir, venj­ingar og oyggjaleikir fóru við allari tíðini. Áhugin fyri politikki kom tó, tá tær hvør í sínum lag fóru undir miðnámsútbúgving og víðari lesnað í Danmark. – Vit høvdu onkur polit­ isk prát, tá vit hittust í Dan­ mark, og tá eg hugsi um tað, hevur tað kanska ligið í okkum altíð, tí eg minnist, at vit ofta tosaðu um vánalig venjiviðuskifti og hvussu vit kundu broyta hesi, greiddi Kristina Háfoss frá. Politiskar ósemjur ávirka ikki Tær báðar góvust sum elite­svimjarar, og sum árini liðu fóru tær hvør sín veg. Kristina Háfoss og Annika Olsen komu ideologiskt langt vekk frá hvørja aðrari. – Vit eru rúkandi ósamdar politiskt, men allíkavæl ger­ ast vit aldrin óvinir. Eg haldi, at vit duga væl at skilja mill­ um politikk og vinarlag, sigur Kristina Háfoss. Annika Olsen heldur, at søgan hjá teimum kanska hevur ávirkað á ein góðan máta. – Eg haldi, at Kristina og eg hava verið rættiliga fittar við hvørja aðra, og vit hava ikki verið í hørðum orðadrátti enn. Tað kann kanska vera tí, vit hava ta søgu, sum vit hava, segði Annika Olsen. Nógv eru tær ósamdar um, men báðar eru samdar um, at tær hava tikið nógv við sær frá svimjivenjingini. Àræði og evnini at arbeiða miðvíst við einum máli hava tær báðar lært í hylinum.