mánadagur 8. februar 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. februar 2016 · Nr. 16
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Avskeðsheilsan til Berg Jacobsen, prest
Fyrsta februar legði Bergur Jacob
sen prestur frá sær eftir 20 ár sum
prestur í Keypamannahavn, har
hann tey flestu árini var prestur í
Sámalskirkjuni á Nørrebrúgv og
trý tey síðstu árini í Hans Egede
kirkju á Eysturbrúgv. Føroyska
kirkjuliðið
í
Keypmannahavn,
Sankta Ólavs kirkjulið, sum Berg
ur eisini var prestur hjá, átti inni
vist tey árini í hesum báðum
kirkjunum. Harafturat var Bergur
prestur teirra sjúku á Ríkissjúkra
húsinum og í nógv ár samstarv
aðust hann og Øssur Berghamar
í Kristnastovu um andaktirnar á
Sjúklingahotellinum.
Bergur hevði sína gudfrøðiligu
útbúgving úr Bretlandi, har hann
fekk embætisprógv frá South
hamton University í 1976. Sama
árið var hann til prestapróvtøku
í Keypmannahavn og árið eftir
gjørdist hann prestur í Sandoyar
prestagjaldi. Eftir fimm ár har, varð
hann sjómansprestur í London og
síðani prestur á Sælandi. Í 1988 flutti
húskið aftur til Føroya. Bergur var
tá í nøkur ár fjølmiðlamaður, blað
stjóri og landsstýrismaður. Í 1996
tók hann við prestastarvinum í
Keypmannahavn.
Onkuntíð bilaði heilsan og nú
upp undir embætisendan stóð
aftur á. Kirkjuliðið átti 100 ár á
bakið í november 2015, og longu
tvey ár frammanundan fór Berg
ur saman við kirkjuráðnum undir
fyrireikingar til henda stóra há
tíðardagin. Men tá nærkaðist deg
num 28. november, var Bergur inn
lagdur. Hann skuldi eisini hava sína
síðstu føroysku prædiku 2. jóladag í
Hans Egede kirkju, men heldur ikki
tá bar honum til. Tað er skilligt, at
hetta var Bergur harmur um, hóast
hann av natúr ger lítlan háva av
sær og fer hóvliga um.
Gudfrøðin hjá Bergi hevur borið
brá av, at hann hevur bretska út
búgving – og bretska konu, Valerie,
sum hevur staðið honum við lið
hesi mongu árini. Eisini hevur
Bergur lisið bíbliutekstin inn í
okkara samtíð og hevur í sínum
prædikum nomið við mong sam
felagsmál burturi og heima. Hann
kundi stundum vera bersøgin og
hvassur, men hevur eisini verið
tann sáttligi sálarhirðin. Bergur
var ikki hann, sum savnaði fjøld
av fólki, men hann boðaði trúliga
evangeliska boðskapin við hygni
og myndugleika.
Í minnisritinum, sum kom út í
sambandi við 100 ára hátíðarhaldið
í november 2015, skrivar føroyska
kirkjuráðið
vegna
kirkjuliðið
honum hesa góðu avskeðsheilsan:
”Í ár hátíðarheldur Sankta Ólavs
kirkjulið sín 100 ára stovningardag,
og samstundis takkar kirkjuliðið
Bergi Jacobsen, presti, fyri, at hann
hevur verið prestur og sálarhirði
okkara tey síðstu 20 árini. Tey
eru ein fimtingur av søguni hjá
kirkjuliðnum,og eru tí eitt stórt og
týdningarmikið tíðarskeið.
Øll hesi mongu árini hevur Berg
ur havt nógvar gudstænastur, havt
fleiri fyrilestrar og annars verið
við í nógvum øðrum kirkjuligum
virksemi. Tað eru serstakliga guds
tænasturnar, ið hava givið okk
um kunnleika um grundvøll og
sjónarmið hansara. Bergur hevur
lýst dagsins tekst soleiðis, at vit
hava kunnað flættað hann inn í
okkara gerandisdag. Hann hevur
aftur og aftur víst á Krists full
gjørdu sáttargerð og mint okkum
á at hava hitt tvítáttaða kærleiks
boðið i huga. Í mongum prædikum
er eisini hansara hugburður til
samfelagsmál komin týðiliga til
sjóndar. Hetta at vit í felag eiga
at bera byrðar hvør hjá øðrum og
átala órættvísina.
Eitt serligt eyðkenni við guds
tænastunum hevur verið, at har er
rúmsátt á tann hátt, at eisini mong
onnur eru sloppin at virka við
undir gudstænastuni. Kirkjunnar
vegna hevur Bergur verið ein varði
í lívsins skiftandi korum. Hetta
hevur verið sjónligt undir dópi og
brúðarvígslu, tá ið lívsins gleði og
eydna verða staðfest í kirkjuni,
men eisini við troystarorðum, tá ið
ein av okkara kæru er farin.
Bergur er siðiligur og høviskur
maður, men menskur í hugsan
og orði. Eitt av lyndiseyðkennum
hansara er, at hann ikki søkir tokka
hjá monnum, men sigur tað, sum
sigast skal, tá ið tað er neyðugt.
Góði Bergur, vit siga tær og
Valerie, konu tíni, hjartans takk
fyri alt tað, sum tit hava lagt eftir
tykkum í drúgvari og trúfastari
tænastu, og vit ynskja tykkum
Guds signing og góðan byr í kom
andi tíðum.”
Henda heilsan er skrivað við
vón um góðan betring og mong
góð ár afturat, nú embætistíðin er
farin afturum og nýtt og øðrvísi
tíðarskeið byrjar.
Martin Fjallstein
UMMÆLI
Sankta Ólavs kirkjulið 100 ár
Tá ið føroyska kirkjuliðið í Keyp
mannahavn 28. novembur í 2015
hevði 100 ára stovningardag, kom
eitt forvitnisligt minnisrit út, sum
er bæði á føroyskum og donskum,
og telur 164 síður. Føroyska kirkju
ráðið, sum hevur fingið hetta í
lag, heitti á Odd Hansen, sum er
bókavørður og kirkjuráðslimur, og
á Martin Fjallstein, um at vera rit
stjórar. Axel Eysturstein hevur um
brotið ritið og greitt tað til prent
ingar.
Sera nógv keldutilfar var til at
taka, og gomul fólk kundu leggja
fitt afturat søguni um kirkju
liðið, prestarnar og onnur virkin
fólk. Serstakliga er talan um Gud
mund Bruun prest, sum slóðaði
fyri at fáa kirkjulið í lag í stór
býnum. Harafturat tey góðu fólk
ini Henrietta Hansen, nevnd Jetta
í KFUK, Emil Joensen prestur og
formaður í Kristiligt ungmanna
felag og Janus Øssursson deknur
og felagsmaður. Hóast hesi vóru
tey sjónligastu og løgdu sera nógv
til viks fyri at tæna kirkjuliðnum
og
Ungmannafelagnum,
tóku
eisini mong onnur eisini hond í og
lívgaðu bæði kirkjuliðnum og Ung
mannafelagnum, sum Emil Joen
sen stovnaði í 1918.
Tað er áhugavert at lesa, hvussu
kirkjuliðið mentist ár um ár, og
hvussu tað og Kristiliga Ung
mannafelagið vórðu samantvinnað
við fólki og tiltøkum, so viðhvrt er
torført at síggja, hvar eitt byrjar og
annað tekur við. Tað er eydnast at
lýsa søguna hjá báðum við breiðum
pensilstrokum hesi 100 árini. Ung
mannafelagið fánaði tó burtur í
sjeytiárunum, tá ið Emil Joensen
var gamal maður. Kirkjulið hevði
ymsar prestar, eftir at Gudmundur
Bruun doyði í 1956, men í 1970
gjørdist Petur Andrew Petersen
fastur prestur í Sámalskirkjuni og
hjá føroyska kirkjuliðnum, sum
fekk innivist har. Petur Andrew
var í nógvum vási og hevði hugskot
um mangar ábøtur føroyingum í
útlegd til frama. Bergur Jacobsen
tók við eftir Petur Andrew í 1996 og
fór eftir trúgva tænastu frá vegna
aldur við ársbyrjan í 2016.
Tríggjar frásagnir eru eisini um
tey síðstu hálvthundrað árini. Tær
seta við sínum persónliga dámi lit
á søgugongdina í kirkjuliðnum og
Ungmannafelagnum, soleiðis sum
hon hevur sæð út úr teirra sjónar
horni. Harafturat eru einar tjúgu
heilsanir frá høgum og lágum innan
kirkjugátt og frá samstarvsfeløgum
í býnum. Hesar heilsaninar sum
eru so ólíkar, lýsa á sín serliga hátt,
hvønn týdning, kirkjuliðið hevur
fyri tann einstaka. Og rætt er tað,
at hesi 100 árini hava túsundtals
føroyingar leitað sær til føroyska
gudstænastu í Keypmannahavn,
at syngja tey kendu sálmaløgini
og at hitta landsmenn. Kirkjan og
Ungmannafelagið vóru tilhalds
støðini hjá sera nógvum útisetum.
Minnisritið varð latið øllum,
sum vóru til hátíðarhaldið í no
vember. Tað fæst eisini til keyps í
bókabuðunum í Føroyum og hjá
kirkjuliðnum. Heitið er Sankta
Ólavs kirkjulið - føroyska kirkju
liðið í Keypmannahavn 1915-2015.
Martin Fjallstein