mánadagur 8. februar 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. februar 2016 · Nr. 16
PARKERING
NÚ SKAL SKIL FÁAST Á
PARKERINGINI Í HAVN
Nú er sjøtul settur á arbeiðið at loysa ein av stóru trupulleikunum í Havnini
Áki Bertholdsen
– Parkeringsviðurskiftini er
ein tann størsti trupulleikin,
vit hava at dragast við í
Havnini.
Tað staðfestir Elin Linden
skov, forkvinna í Teknisku
Nevnd í Tórshavnar Býráð.
Men nú er sjøtul settur á
arbeiðið at fáa parkeringina
í Havn betri skipaða.
Býráðið hevur nú samtykt
ein parkeringspolitikk, og í
hesum sambandi hevur bý
ráðið eisini
samtykt at seta ein sam
skipara at skipa fyri at seta
politikkin í verk.
Ein tann fyrsta uppgávan
hjá samskiparanum at fáa
skil
á
parkeringstrupul
leikanum hjá teimum, sum
búgva sjálvum miðbýnum,
so at tey kunnu fáa eitt
parkeringsloyvi at parkera
ókeypis so tætt við húsini,
sum tilber.
Men í longdini skal sam
skiparin eisini virka fyri at
seta
parkeringspolitikkin
sum heild í verk.
Hægri bøtur
Elin Lindenskov staðfestir,
at ein trupulleiki hjá býráð
num er, at tað er landið, sum
hevur ræðið á parkerings
viðurskiftunum.
Tí heldur hon, at tað er
neyðugt, at býráðið fær fríari
ræsur at skipa parkeringina í
kommununi
– Tað er landið, sum ger av,
hvussu stór, parkeringsbótin
er, sigur hon.
Sjálv heldur hon, at par
keringsbótin eigur at vera
hægri enn hon er í dag, nú
hon er 200 krónur.
Akkurát,
hvussu
stór,
bótin skal vera, hevur hon
ikki nakra ávísa meining um,
men hon heldur, at ein bót á
200 krónur, ger ongan mun.
– Bótin fyri at parkera
ólógliga í Havn, er lítil,
afturímóti bótini í øðrum
londum, og fólk leggja ikki
í, um tey fáa 200 krónur í
bót, og sostatt ger tað lítlan
og ongan mun. Tí eigur
bótin at verða hækkað – og
hon eigur harafturat verða
prístalsviðgjørd, so at hon
hækkar at kalla á hvørjum
ári, so hvørt sum prísirnir
annars, hækka.
Elin Lindenskov vísir á, at
at royndir hava verið gjørdar
at fáa bøturnar at hækka,
men tað hevur Løgtingið
sýtt fyri.
– Eg havi fingið at vita, at
tað er mest av persónligum
orsøkum, at løgtingslimir
ikki vilja loyva okkum at
hækka
parkeringsbótina.
Tað er ongin loyna, at fleiri
løgtingslimir parkera í mið
býnum, tá ið løgtingsfundir,
ella nevndarfundir eru, og so
ganga teir út í heilum at flyta
parkeringsskivuna.
Men
fleiri teirra fáa eisini bót, og
tí vilja tey ikki geva okkum
loyvi til at hækka bótina,
sigur Elin Lindenskov.
Hon heldur, at hóast hetta
er nok so menniskjansligt, er
hetta skilaleyst, kortini.
Trygt og høgligt
Forkvinnan
í
Teknisku
nevnd vísir eisini á, at býráð
ið hevur eisini samtykt at
seta gjaldsparkering í gildi
í
Tórshavnar
Kommunu,
men higartil hevur politiski
myndugleikin ikki vilja givið
loyvi til tað, so enn hevur tað
ikki vunnið frama.
Men í parkeringspolitikk
inum, sum nú er samtyktur,
verður mælt til at taka hesi
málini upp aftur.
Verður ein skipan við
gjaldsparkering sett í verk í
miðbýnum, hevði tað bæði
ført til, at bilarnir stóðu
styttri á parkeringsplássun
um, umframt at tað hevði
útvegað býráðnum inntøkur
til at gera nýggj parkerings
øki.
– Gjaldsparkering er eisini
eitt tilboð til bileigarar um at
seta bilin frá sær høgliga og
trygt, og at gjalda fyri tað.
Tað er eisini eitt um
hvørvisátak, tí tey, sum ikki
vilja gjalda fyri at parkera,
fara kanska heldur í býin við
Bussleiðini, ella á súkklu.
Fyri at gera gjaldsparker
ing meiri brúkaravinarliga,
kunnu 30 teir fyrstu min
uttirnir vera ókeypis, og
har parkering er átta tímar,
kunnu tveir teir fyrstu tím
arnir vera ókeypis.
Fleiri parkeringspláss
Elin Lindenskov sigur, at
endamálið er, at peningurin,
sum verður goldin í bótum
og í parkeringsgjali, verður
settur í ein parkeringsgrunn,
sum skal brúkast til at bøta
um parkeringsviðurskiftini.
Tað
merkir
eisini,
at
handlar, vinnulív, og onnur,
sum byggja, men ikki hava
umstøður til at gera par
keringspláss, rinda eina upp
hædd í parkeringsgrunnin
ístaðin.
Elin
Lindenskov
stað
festir, at ein partur av par
keringspolitikkinum
hjá
Tórshavnar Býráði, er eisini
at gera fleiri parkeringspláss,
eitt nú við parkeringshúsum.
Fáa vit eitt, ella tvey par
keringshús, kundi tað loyst
parkeringstrupulleikan
í
miðbýnum, sigur hon.
Tað er ringt at siga, hvar
slík parkeringshús kundi
verðið bygd, men hon heldur,
at plássið við Kongabrúnna,
har stóra parkeringsplássið
er nú, er ein møguleiki.
Hon vísir eisini til Skála
trøð.
– Tað vísir seg, at øll vilja
vera á Skálatrøð, men har er
einki hent alla mína tíð, og eg
ivist í, um nakað hendir har,
so tað er kanska eisini ein
møguleiki, heldur hon.
Í framtíðini kann eisini
hugsast at parkeringshús
verða bygd uttanfyri býin,
har gott busssamband er.
Møguleiki er eisini at seta
tøkar súkklur til fría nýtslu
til tey, sum parkera uttanfyri
býin, sigur Elin Lindenskov.
aki@sosialurin.fo
SLEPPA IKKI
Parkeringin er størsti trupulleikin í Havnini, men higartil hava Løgtingið og Landsstýrið verið ein stór forðing
fyri at trupulleikin verður loystur, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í Teknisku Nevnd í Tórshavnar Býráð
Myndir: Álvur Haraldsen
Fáa vit eitt, ella tvey
parkeringshús, kundi
tað loyst parkerings
trupulleikan