Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. februar 2016 · Nr. 16 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í síðstu viku byrjaðu menn hjá alifelagnum Faroe Farm­ing at leggja akker út á Hvalbiarfjørð, har ein ali­ ringur skal leggjast út fyri at vita, um til ber at ala á fjørðinum. Fleiri akker skulu í hesum sambandi leggj­ast út uttan fyri Boðan, tey rópa. Tað er Landsverk, sum hevur givið loyvi til, at ein tómur aliringur verður lagd­ ur út á fjørðin. Sambært borgarstjóran­ um í Hvalbiar kommunu, Trúgva Gudmundarson, skulu fleiri akker leggjast út, sum skulu halda ringinum upp á pláss. Bygdaráðið í Hvalbiar kommunu hevur verið eitt sindur ótolið, tí tað hevur drigið út við at fáa neyðugu loyvini til aling upp á pláss. – Men, nú royndir fara at verða gjørdar úti á fjørð­ inum, verður spennandi at fylgja við, hvussu hetta fer at taka seg út. Góðar vónir Trúgvi Gudmundarson sig­ ur seg onga løtu ivast í, at fjørðurin er væl egnaður til aling, og í kommununi eru tey spent og positiv. – Okkum kunnugt hava úrslitini frá aldu­mát­ing­ u­num, sum gjørdar eru á Hvalbiarfirði, verið posi­ tivar, og allar ábendi­ngar eru um, at fjørðurin er væl egnaður til aling. Borgarstjórin sigur seg eisini hava skilt, at fjørðurin hevur góða útskifting av sjógvi, har nýggjur sjógvur kemur inn við norðara landinum og fer út við aftur við syðra landinum. – Soleiðis verður mett, at fjørðurin í stóran mun reins­ ar seg sjálvan, leggur Trúgvi Gudmundarson aftrat. – Vit eru spent og positiv, nú Faroe Farming er sloppið at leggja ein tóman aliring út á fjørðin, sigur borgarstjórin Gera klárt at leggja aliring út Berit Hovsgarð arbeiðir sum maskinmeistari á SEV-verkinum í Vági. Hon er útbúgvin skipsførari og maskinmeistari og byrjaði sína útbúgvingarleið sum aspirantur hjá A.P. Møller Nú skal ein menningar­ ætlan gerast fyri føroyska sjúkrahúsverkið, og fyrstu fundirnir hava verið Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av, at ein menningar­ætlan fyri føroyska sjúkra­hús­ verk­ið skal gerast. Hetta er í samsvari við samgonguskjalið hjá sitandi landsstýri. Arbeiðið skal byggja á faklig tilmæli frá øll­um avvarðandi pørtum innan sjúkrahúsverkið. Endamálið við arbeiðnum er at orða eina ætlan í trim­ um høvuðspørtum við ítøki­ ligum tilmælum til politisku skipanina at taka støðu til. Menningarætlanin skal verða liðug tíðliga í summar. Sirið Stenberg hevur sett fýra bólkar, sum skulu verða við til at gera hesa menningarætlan - ein stýris­ bólk, ein verkætlanar­bólk, ein serfrøðingabólk og ein politiskan fylgibólk. vilmund@sosialurin.fo Í gjár byrjaði árliga missiónsvikan á Toftum við familjumøti, og missións­vikan heldur fram alla vikuna So er gongd í at leggja út akker, sum skulu halda aliringinum, ið Faroe Farming fer at leggja út á Hvalbiarfjørð, upp á pláss Torradagar í Klaksvík Í døgunum, 15. til 20. februar, verður fyri tíggjundu ferð skipað fyri Torradøgum í Klaksvík. Hesar dagar er nógv ymiskt á skránni, sum hevur tilknýti til sjógv, sjóvinnu, fisk og fiskiskap - og ymiskt annað í hesum sambandi. Fólk hava tikið væl ímóti hesum tiltaki, sum hvørt ár hevur hevur havt ein heilan hóp at bjóða. Navnið “torri” stavar frá gomlu tíðarrokningini, har hetta var navnið á mánaði, sum byrjaði fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendring. 

 Útróðrarmenninir tosa um torrafisk í hesum døgum, tí fiskurin kemur longur inn á grunnin at gýta. Hesa tíðina er fiskurin eisini væl fyri og hevur rogn. vilmund@sosialurin.fo Sjúkrahúsverkið skal mennast Her er serfrøðingabólkurin, sum er mannaður við fleiri enn 30 fólkum