Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. februar 2016 · Nr. 16 Vilmund Jacobsen – Í Føroyum hava vit ging­ ið á odda, tá ræður um at tryggja fiskimonnum eina minstuløn. Fyrsta minstu­ lønarskipanin, ið eisini fevndi um eina sjúkravið­bót, varð sett í verk av løg­ting­in­ um longu í 1947. Tað sigur formaðurin í Føroya Skipara- og Naviga­ tørfelag, Annfinnur Garðalíð. Hann vísir á, at fram til 2010 varð minstulønarskipanin umsitin av Lønjavningar­ grunn­inum. – Hetta var ein skipan, sum vit av røttum kundu vera errin av. Løn­javn­ ingar­grunnurin hevði játt­ an á fíggjar­lógini. Men, í 2010 varð landsalmenna minstu­lønar­skip­anin sett úr gildi, og í staðin fingu vit Trygdargrunn Fiski­vinn­ unar, sum bæði manningar og reiðarí gjalda inn í. Formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag sigur, at henda broyting - úr landskassanum og yvir í vinnuna - hevur verið ein vanlukka. – Tí, frá at vera ein góð skipan, har menn hóast alt fingu til dagin og vegin, tá fiskiskapur og prísur svíku, fingu vit eina skipan, sum kundi brúkast til spekulatión hjá snildum reiðarum. Reiðarar spekulera Annfinnur Garðalíð vísir á, at frá at hava eina skipan, har menn fingu tryggjað eina minstuløn, tá illa vildi til, fingu vit nú eina skipan, sum av summum reiðarum, ið annaðhvørt sjálvir eiga virki ella móttøkuskip, verður brúkt til at tryggja, at menn ongantíð fara upp um minstulønina. – Hesir halda nevniliga avreiðingarprísinum niðri fyri at skúma róman í góðsk­ ingarliðnum. Harvið rinda teir eisini minst møguligt inn í grunnin, men belasta útgjaldið maksimalt. Formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag heldur, at hetta er eitt rán av Trygdargrunninum, sum manningarfeløg og fiski­ menn ikki framhaldandi kunnu standa modell til. – Men, politiska skipanin varar av grunninum og hansara virksemi, so tað er haðani, at broytingarnar skulu koma, sigur Annfinnur Garðalíð. Nú restar lítið í til, at spreingi­arbeiðið er liðugt í nýggju tunlunum hjá Havs­ brún í Fuglafirði. Nú eru bert nakrir fáir metrar eftir at spreingja, og síðan skulu tunlarnir gerast lidnir til brúk. Odd Eliasen, stjóri í Havs­brún, væntar, at ar­ beiðið verður liðugt um hálv­an apríl. – Væntandi verður alt spreingiarbeiðið liðugt hesa vikuna, og síðan skulu tunlarnir planerast, og innstalatiónir skulu gerast, sigur stjórin. Nýggju tunlarnir skulu brúkast til goymslu av mjøli. vilmund@sosialurin.fo Væntandi verður alt spreingi­ arbeiði liðugt hesa vikuna, og síðan skulu instalatiónir gerast Føroya Arbeiðs­ gevarafelag sigur, at lobby­isma er ein týdningarmikil partur av demokratinum - Tað krevur dirvi i góðum tíðum at halda aftur í almennu útreiðslum og íløgum, sigur løgmaður. Í næstum fáa samgongan og løgmaður møguleikan at sýna hetta í verki, sigur Vinnuhúsið Línuskip brúkiligan fiskiskap - Flestu ísfiskalínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum. Vit vænta, at fleiri koma inn at landa fyrst í vikuni - og so koma nøkur miðskeiðis í vikuni. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ísfiskalínuskipini fáa mest av toski og hýsu, tó fær onkur meira av brosmu og longu. - Fiskiskapurin hjá ísfiskalínuskipunum undir Føroyum er brúkiligur, men miðskeiðis í vikuni verður streymurin í hæddini. Øll tey føroysku frystilínuskipini eru á Flemish Kap. Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin harðnar út á vikuna, og veðrið verður ikki av tí besta. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðrarfiski hesa vikuna. Væntandi landar eitt partrolarapar í dag, og nøkur pør landa væntandi seinni í vikuni. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er framvegis smáligur. - Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, men eru nýliga byrjaðir túr. Tí er ikki væntandi, at teir koma inn at landa fyrr enn síðst í vikuni. Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri hesa vikuna, fiskaðu tríggir trolbátar havtasku, og tveir fiskaðu tosk og hýsu. - Fiskiskapurin hjá trolbátunum er so nøkulunda, og væntandi er, at bátarnir koma inn at landa einaferð miðskeiðis í vikuni, verður lagt aftrat á Fiskamarknaði Føroya. vilmund@sosialurin.fo Goymslu­ tunlarnir lidnir hálvan apríl Um hálvan apríl er væntandi, at goymslutunlarnir hjá Havsbrún verða lidnir – Tað var ein vanlukka at flyta minstulønar­ trygdina úr landskassanum og yvir í vinnuna, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag Reiðarar fremja rán úr trygdargrunninum – Hetta er eitt rán, sum manningarfeløg og fiskimenn ikki framhaldandi kunnu standa modell til, sigur Annfinnur Garðalíð