mánadagur 8. februar 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. februar 2016 · Nr. 16
Ferðslusamskipari
til Atlantic Airways
Hevur tú tað, ið skal til? Okkum tørvar
ein avloysara sum ferðslusamskipari
til OPS-deildina hjá Atlantic Airways.
Starvið sum ferðslusamskipari er umfatandi
og spennandi, og krevur ábyrgdarfull
starvsfólk, ið megna at hava nógvar bóltar í
luftini í senn. Eingin dagur er eins. Arbeiðið
umfatar m.a. ferðslusamskipan, optimering
av ferðslu og flogmanning umframt nógvar
aðrar uppgávur.
OPS-deildin er ein samskiftisliður millum
flogmanning, handlingsagentar og aðrar
samstarvsfelagar.
Førleikar:
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir
innan flogvinnu. Tað er eitt krav, at tú dugir
danskt og enskt í skrift og talu og hevur
góðan kunnleika til IT. Eisini skalt tú vera
røkin og duga væl at samskifta.
Harumframt skalt tú:
• Vera skynsom/samur,
tænastusinnað/ur og smidlig/ur.
• Hava greinandi arbeiðslag.
• Duga væl at arbeiða í einum toymi
og undir trýsti.
• Vera jalig/ur og lættsint/ur.
Vit kunnu bjóða:
Eitt mennandi starv í einum dynamiskum
og jaligum arbeiðsumhvørvi.
Lønin er smb. avtalu.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú
vælkomin at skriva til Operation Manager,
Palmu Kajsdóttir: palma@atlantic.fo.
Viðkomandi verður sett/ur skjótast gjørligt.
Skeið og upplæring byrjar síðst í februar,
og frá hálvum mei byrjar avloysarin á
vaktarætlanini hjá OPS-toyminum.
Umsókn saman við avriti av revsiváttan
og CV skal sendast til palma@atlantic.fo
Freistin at søkja er 15. februar 2016.
Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel +298 34 10 00 www.atlantic.fo
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi,
úrslit og góð starvsfólkaviðurskifti. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var
574 milliónir krónur í 2014. Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til
býir í Danmark, Skotlandi, Íslandi og Noreg alt árið – og Spania um summarið. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar,
sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu.
Veiðifelagið Byrsumúli
Aðalfundurin 2016
Boðað verður til aðalfund í Veiðifelagnum
Byrsumúla við Sandvíkir 27. februar kl. 16.00.
Fyribilsskráin er henda:
• Val av orðstýrara
• Formansfrágreiðingin
• Framløga av rokniskapi
• Val av nevndarlimum og tiltakslimum
• Val av granskoðara
• Lógarbroyting §8 (sí viðmerking 1)
• Skjótisambandið greiðir frá kappingunum,
reglum og virkseminum
• Innkomin mál frá limum (sí viðmerking 2)
• Ymiskt
Eftir fundin bjóðar felagið ábit við onkrum góðum
afturvið.
Viðmerking 1: í §8 stendur:
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.
Nevndin boðar til aðalfund við í minsta lagi
14 daga ávaring í einum av teimum føroysku
bløðunum og við brævi til limirnar. Minnast skal á
aðalfundin í útvarpinum sama dag ella dagin fyri,
fundurin verður. Tað skal altíð lýsast við tilskilaðari
fundarskrá.
Hesin tekstur verður broyttur til:
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.
Nevndin boðar til aðalfund við í minsta lagi 14
daga ávaring, á heimasíðu felagsins og í teldu
brævi til allar limir felagsins, um ein slík er upplýst
felagnum. Tað skal altíð lýsast við tilskilaðari
fundarskrá.
Viðmerking 2:
Teir limir, sum vilja hava mál á skrá, skulu skrivliga
lata formanninum í seinasta lagi 20. februar kl.
16.00 á telduposti heh@skulin.fo
Veiðifelagið Byrsumúli
Aðalfundurin 2016
Boðað verður til aðalfund í Veiðifelagnum
Byrsumúla við Sandvíkir 27. februar kl. 16.00.
Fyribilsskráin er henda:
• Val av orðstýrara
• Formansfrágreiðingin
• Framløga av rokniskapi
• Val av nevndarlimum og tiltakslimum
• Val av granskoðara
• Lógarbroyting §8 (sí viðmerking 1)
• Skjótisambandið greiðir frá kappingunum,
reglum og virkseminum
• Innkomin mál frá limum (sí viðmerking 2)
• Ymiskt
Eftir fundin bjóðar felagið ábit við onkrum góðum
afturvið.
Viðmerking 1: í §8 stendur:
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.
Nevndin boðar til aðalfund við í minsta lagi
14 daga ávaring í einum av teimum føroysku
bløðunum og við brævi til limirnar. Minnast skal á
aðalfundin í útvarpinum sama dag ella dagin fyri,
fundurin verður. Tað skal altíð lýsast við tilskilaðari
fundarskrá.
Hesin tekstur verður broyttur til:
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.
Nevndin boðar til aðalfund við í minsta lagi 14
daga ávaring, á heimasíðu felagsins og í teldu
brævi til allar limir felagsins, um ein slík er upplýst
felagnum. Tað skal altíð lýsast við tilskilaðari
fundarskrá.
Viðmerking 2:
Teir limir, sum vilja hava mál á skrá, skulu skrivliga
lata formanninum í seinasta lagi 20. februar kl.
16.00 á telduposti heh@skulin.fo
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Claru Agathu
Simonsen, Lágarvegur 22,
490 Strendur, fødd tann
14. september 1916, deyð
tann 14. oktober 2015, og
fyrr deyða hjúnarfelaga
Poul Julius Martin
Bernhard Simonsen,
verða við hesum biðin um
innan 3 mánaðar frá
kunngerð av hesi lýsing at
boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Fríðu Patursson,
Frúutrøð 4, postboks 6,
110 Tórshavn, vísandi til
sks.nr. 334/2015, saman
við frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini eru
grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 28. januar 2016.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Magnus
Eyvindur Brahe
Jørgensen, Niðaragøta 28,
188 Hoyvík, føddur tann
1. september 1953,
deyður tann 21.
november 2015, og
eftirsitandi hjúnarfelaga
Sólfríð Hansen, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Fríða Paturson,
Frúutrøð 4, 100 Tórshavn,
vísandi til sks.nr. 372/2015,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 4. februar 2016.